leygardagur 16. februar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 33 - 16. februar 2002
Nr. 33 - 16. februar 2002
9
– Landið eigur at
staðfesta, at tað er
nógv gransking, sum
skal gerast næstu
árini. Latið okkum tí
fáa tey oljufeløgini,
sum ætla sær at vera
her, til eitt felags
forstáilsi um, hvussu
vit skipa henda so
týðandi partin av
tilgongdini. Tað hevði
eisini verið lættari
fyri oljufeløgini. Tað
er eingin meining í, at
tey skulu standa inni
fyri hesi gransking
sigur Jógvan Mørkøre
GRANSKING OG
SAMFELAG
Jan Müller
Tá tosað verður um kom-
andi samfelagsgransking-
ina í Føroyum viðgongur
Jógvan Mørkøre, samfel-
agsfrøðingur, at vit mangla
fólk og data. Men harfyri
kunnu vit ikki bara byggja
alt hetta á útlendskar ráð-
gevarar. Teir eru skiftandi,
koma og fara. Tað mugu
vera fólk á staðnum, sum
arbeiða við hesum – sjálv-
andi í samstarvi við útlend-
ingar. – Vit mugu byggja
upp egnan førleika við
fólki, sum framhaldandi
skulu vera við til at byggja
hetta samfelagið upp. Tað
er ein stór uppgáva, og fyrst
og fremst ein samfelags-
uppgáva, ið man áleggur
politikarunum at skipa fyri.
Vit tosa um vitanarsamfel-
agið, men tað kemur ikki av
sær sjálvum. Tað krevur
miðvísa uppbygging, og tað
krevur politikarar, ið vilja
nakað.
Tí
heldur
Jógvan
Mørkøre, at vit mugu vit
ikki bara seta okkum afturá
og vænta, at oljufeløgini
við øllum sínum pengum
skulu typpa tey holini av
sær sjálvum. Har vilja eis-
ini vera øki, ið oljufeløgini
ikki vilja fara inn á av ótta
fyri at verða skuldsett fyri
at leggja seg út í føroysk
viðurskifti.
– Tað rætta er at siga, at
tey eiga at vera við til at
brúka pengar til gransking
og ein týdningarmikil part-
ur er nettupp, hvat ein slík
vinna fer at innibera fyri
borgararnar. Tað burdi tí
møguliga staðið í loyvun-
um, at pengar fóru í ein
grunn til m.a. at brúka til
slík endamál. Vitan um
okkara egna samfelag og
hvussu tað ávirkast av
nýggjum avbjóðing er sera
sera týdningarmikil heldur
samfelagsfrøðingurin fyri.
Samfelagsgranskingin
kann læra av GEM
Tá hugt verið í bakspeglið
heldur Jógvan Mørkøre, at
tað í oljutilgongdini hevur
verið náttúrligt, at gransk-
ingin er byrjað við um-
hvørvinum, fiskastovnum
ol. Har hevur verið ein
áhugaverd tilgongd, eisini
við atfinningum, men sum
er endað við forstáilsi í
GEM, og har partarnir hava
verið nøgdir, og har eitt nú
Oljumálastýrið metir seg
hava fingið teir upplýsingar
tað hevur havt brúk fyri.
Men har hevur man verið
inni á einum øki, har tað
ikki altíð verður tosað um
fleiri valmøguleikar.
– Tá tú harafturímóti fer
inn á samfelagsligar broyt-
ingar og avleiðingar, so
tosa vit um ymisk sløg av
samfeløgum, har man kann
velja millum t.d. eitt grønt
samfelag, eitt samfelag við
miðspjaðing ol. Møguleik-
arnir eru nógvir nettupp við
oljuni, og tað kanst tú ikki
bara koyra inn í eitt konsept
sum tað við GEM og so fáa
eina frágreiðing til Olju-
málastýrið sum síðani fer
til politikararnar og sigur,
at soleiðis skal tað gerast.
Men givið er, at man kann
læra nógv av GEM-til-
gongdini.
Jógvan Mørkøre heldur,
at hetta við samfelagsav-
leiðingum og granskingini
er nakað, sum skal út til eitt
breitt orðaskifti. Tað er ein
partur av demokratiinum. –
Man hevur tosað um at seta
eitt nýtt ráð til at taka sær
av hesum. Alt gott um tað.
Men man skal vera greiður
yvir, at uppgávurnar eru
ikki av sama slag sum tær
fyrstu, ið jú vóru av meira
tekniskum slag. Vit tosa um
samfelagsbroytingar, har
vit longu hava eitt »ráð«,
ið skal taka støðu í slíkum
viðurskiftum okkara alra
vegna. Tað er løgtingið. Tað
ráðið situr longu. At man so
hevur nevndir og ráð at
gera tilfar til løgtingið er
nakað annað.
Nógv gransking gerast
Samfelagsfrøðingurin held-
ur, at landið eigur at stað-
festa, at tað er nógv gransk-
ing, sum skal gerast næstu
árini. – Latið okkum tí fáa
tey oljufeløgini, sum vera
her næstu árini, til eitt fel-
ags forstáilsi um, hvussu
vit skipa tann partin. Tað
hevði eisini verið lættari
fyri oljufeløgini. Tað er
eingin meining í, at tey
skulu standa inni fyri hesi
gransking sigur Jógvan
Mørkøre, ið heldur, at tað
nyttar heldur ikki bara og
sita afturá og bíða eftir, at
pengarnir skulu koma av
sær sjálvum frá oljufeløg-
unum. Tað er hvørki rætt
yvirfyri oljufeløgunum og
uppaftur minni fyri Føroya
fólk.
Men hvussu heldur sam-
felagsfrøðingurin, at vit
skulu vit so koma víðari við
hesum!
Hann vísir á, at hetta er
ikki bara ein uppgáva fyri
Oljumálastýrið, sum eisini
hevur lagt upp til Menta-
málastýrið at arbeiða meira
miðvíst við gransking í
sambandi við eina olju-
vinnu. Oljumálastýrið skal
bara siga gott fyri játtanun-
um, sum koma frá oljufel-
øgunum. Avgerðin um hvat
skal granskast liggur tí
aðrastaðni. Mentamálastýr-
ið má tí til at stinga út í
kortið ein granskingarpol-
itikk, ið leggur upp til, at
hesar uppgávurnar verða
røktar frá føroyskari síðu.
Tað er ikki uppgávan hjá
Oljumálastýrinum
at
tryggja sær, at oljufeløgini
røkja hesa uppgávu. At
man so kann tengja bæði
tingini saman og siga, at tað
eru pengar, sum náttúrliga
kunnu fara yvirum, er so
eisini eitt.
Jógvan Mørkøre hevur
annars stóra virðing fyri ar-
beiðinum hjá Oljumálastýr-
inum. Tað hoyrir man næst-
an bara lovorð um. Har
Oljumálastýrið hevur sæð
trupulleikar, er tað eisini
farið eftir teimum.
Tvær tjóðir í einari
Higartil hevur tað sum
heild verið so, at oljufeløg
hava skula gjørt kanningar
á tí øki tey fara inn á, tvs.
hvørjar avleiðingar teirra
virksemi hevur á fisk,
umhvørvi osfr. Og so hevur
man sæð tey gera kanning-
ar av avleiðingum í lítlum
samfeløgum, t.d. hvørjar
bygdir verða fyri ávirkan.
Føroyska samfelagið er
ikki ein lítil útjaðari í olju-
høpi. Vit tosa um alt tað
føroyska samfelagið í síni
heild. Vit tosa um politisku
gongdina og framtíðina hjá
øllum Føroyum, tá tað ræð-
ur um gransking av árinum
frá eini oljuvinnu.
Jógvan Mørkøre heldur
tað tí hevur sera stóran
týdning, at vit brynja okk-
um út til hesar avbjóðingar,
og hetta gera vit m.a. við at
skipa fyri ráðstevnum, har
málbólkurin
er
allur
almenningurin, og har tað
koma fólk aðrastaðni frá at
greiða frá sínum royndum.
Tað er eisini umráðandi at
fáa fólk higani út í onnur
lond, tað veri seg granskar-
ar, politikarar, vinnulívs-
fólk o.o.
– Síðani mugu vit til at
gera støðiskanningar og
menna førleikan. Tað krev-
ur ein útbúgvingar- og
granskingarpolitikk,
so-
leiðis at tú fær sett hesi
fólkini við, sum skulu
menna førleikan, ið skal til.
Til tess krevst ein rúgva av
PHD verkætlanum, har tað
eisini verður hugsað um at
fáa størv til fólkini eftir
lokna útbúgving.
Síggja møguleikar
Jógvan Mørkøre heldur
ikki, at vit skulu bera so
stóran ótta fyri vandanum
við eini oljuvinnu. Vit
mugu heldur royna at
síggja møguleikarnar. – Tað
ringasta, ið kann henda, er,
at vit fáa tvær tjóðir. Tvs. at
tað verður bara eitt vakstr-
arøki, ið kemur at liggja í
miðøkinum, og so vera øki,
sum Suðuroy, Sandoy ol.,
ið vera snørd av. Onnur øki
uttan fyri høvuðsstaðin,
Eysturoynna og flogvøllin
kunnu tá fáa tað trupult av
oljuni, og tað er nakað man
má fyrihalda seg til. Olju-
vinnan kann í ringasta føri
koma at vera nøkrum til
stóran fyrimun og kanska
gera lívið truplari hjá øðr-
um. Vit tosa um fullveldi og
um at verða ein tjóð. Við
slíkari gongd kunnu vit gott
enda sum tvær tjóðir. Stóra
avbjóðingin er at fáa eina
menning, sum kann koma
øllum til góðar.
Hava ikki góða tíð
– Tað eru tey, sum siga, at
vit hava góða tíð at fyri-
reika okkum, tí enn eru løn-
andi oljufund ikki staðfest?
– Tað hava vit sagt alt ov
leingi. Nú mistu vit tíð
orsakað av Menasfrágreið-
ingini. Vit áttu at lagt tað
aftur um okkum sum skjót-
ast og sett ferð á stórfingn-
ar og miðvísar ætlanir,
hvussu vit sjálvir loysa
hetta og møguliga við tí
stuðuli, sum krevst, frá eitt
nú oljufeløgunum.
Jógvan Mørkøre tekur at
enda í aftur Menasfrágreið-
ingina, sum hevur verið or-
søkin til samrøðuna. – Eg
veit ikki um vísindaliga
ambitiónin var so øgiliga
stór. Hetta var fyrst og
fremst
ein
innleiðandi
kanning av tí, sum er og
ikki er, síðani eitt orðaskifti
um tað og hvørjir problem-
stillingarnir eru. Sum út-
gangsstøði er hetta í lagi.
Út frá tí eigur man so at
fara í gongd við verkætlan-
ir. Nakað kundi verið gjørt
sum PHD verkætlanir og
nakað, sum vit ikki hava
førleika at gera, kundi so
verið gjørt aðrastaðni. Nú
er at koma víðari.
Føroyar mugu raðfesta gransking hægri
Jógvan Mørkøre,
samfelagsfrøðingur: – Vit
skulu ikki bera so stóran ótta
fyri vandanum við eini
oljuvinnu. Vit mugu heldur
royna at síggja
møguleikarnar sigur Jógvan
Mørkøre, ið heldur
granskingina hava stóran
týdning í hesum høpi
Mynd Jens K Vang
Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum heldur til í hesum hølunum í J. C. Svabosgøtu
í Havn
Hóskvøldið var ein
fundur um virksemið
hjá Kvinnuhúsinum
hildin í hølunum hjá
Húsmøðrafelagnum í
Norðoyggjum. Elin
Reinert Plank,
leiðarin, greiddi fyrst
frá arbeiðinum í
Kvinnuhúsinum. Og
so var møguligt hjá
áhoyrarunum at seta
spurningar
KVINNUHÚS
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Nógvir spurn-
ingar komu upp at venda,
og millum annað varð
spurt, um tað er størri tørv-
ur á einum kvinnuhúsi í
miðstaðarøkinum, ella tað
eisini átti at verið eitt líkn-
andi hús í útjaðarnum.
– Onki talar fyri at harð-
skapur og tílíkt kemur
meira fyri í miðstaðarøkin-
um enn í úti á bygd. Men
tað er verri fyri kvinnur á
bygd at koma til Havnar, tí
tað er ikki vist, at tað letur
seg gera, júst, tá tær hava
tørv fyri tí. Men tað ber
altíð til ringja til okkum.
Annars hava vit eisini
spurt kvinnur, sum eru
komnar av bygd til okkara,
um tær høvdu heldur viljað,
at tað var eitt kvinnuhús í
teirra nærumhvørvi, men tá
hava tær sagt, at tað eru ov
smá forhold til nakað tílíkt í
heimbygdini, greiddi Elin
frá.
Kvinnurnar, sum hava
búð í kvinnuhúsinum hava
verið í aldrinum 18 til
knapt 70 ár. Tað eru tó mest
kvinnur í 30-unum og 40-
unum, sum koma har. Tað
er ofta, at tær bíða við at
koma, til børnini eru vaks-
in, tí tær hildu, at tað var
best at bíða. Tá tær so
koma, halda tær tað vera ov
seint.
Rúsur ikki altíð
orsøkin
– Tað er ikki altíð at rúsur
upp í, tá ið kvinnur verða
útsettar fyri likamligum
harðskapi. Onkuntíð eru
kvinnur, sum koma, sjálvar
rúsaðar, men tá biðja vit tær
at avrúsa seg áðrenn tær
koma aftur. Vit vísa hesum
kvinnum á støð, har tær
kunnu fáa hjálp til avrús-
ing.
Fleiri og fleiri
útlendskar kvinnur
Tosað var eisini um, at nú
Føroyar hava yvirtikið útl-
endingalógina, so átti tað
verið gjørt meira við at
fyrireika útlendsku kvinn-
urnar uppá at búgva her og
lært tær málið. Tí tað er
eyðsæð, at tær hava torført
við at finna seg til sættis
her, tá tær hvørki skilja ella
tosa málið. Elin segði, at
tær kvinnurnar, sum hava
verið har siga, at tær eru í
eini sera ringari tvístøðu, tí
tær ikki trívast her, men
hava onki at fara heimaftur
til.
Børnini við
mammunum
Tá ið kvinnur koma til
Kvinnuhúsið við børnum,
skulu børnini eisini hava
hjálp til at koma víðari og
yvir tað, sum tey hava verið
vitni til ella út fyri. Tað
verður gjørt á tann hátt, at
børnini skulu sleppa at tosa
um bæði mammuna og
pápan. Og tað verður roynt
at læra tey, at vaksin eru til
at líta á. Oftani eru hesi
børn fleiri ferðir svikin av
øðrum vaksnum eisini,
umframt foreldrunum tí at
tey hava roynt at sagt onkr-
um frá tí, ið tey koma út
fyri, men tann vaksni roynir
bert at tiga tað burtur, líka
sum foreldrini gera. Børn-
ini vita, at tað, at mamma
verður bukað, er ikki nak-
að, sum man tosar hart um,
men onkuntíð hava tey
samlað sær mót til at siga
onkrum tað, og so fáa tey
onga hjálp. Tað er hart,
segði Elin Reinert Plank.
Vegleiða og hjálpa
Kvinnurnar, sum eru her,
mugu sjálvar taka avgerð-
ina, um tær fara heimaftur
ella finna sær ein bústað
aðrastaðni. Vit vegleiða
teimum og hjálpa teimum
til at tosa um trupulleikarn-
ar. Vit biðja tær ikki fara frá
manninum, tað er ein av-
gerð, sum tær koma til
sjálvar. Vit eru ikki sem-
ingsfólk. Tá pør hava spurt
um parterapi, vísa vit teim-
um til prest, prædikumann
ella sálarfrøðing. Men í
summum førum er tað ein
trupulleiki, at tað kostar at
fara til sálarfrøðing. Men
sum ein av áhoyrarunum
segði:
– Vit brúka nógvar peng-
ar upp á rammuna, men alt
ov lítið til myndina.
Heldur kvinnuhúsið
enn familju
Nógvar kvinnur siga, at tær
halda tað vera betri at koma
til Kvinnuhúsið og tosa um
trupulleikarnar, tí at vit eru
uttanfyristandandi, kenna
ikki umstøðurnar, meðan
familjan, sum tær kanska
eru rýmdar til meira enn
eina ferð, troyttast og held-
ur yvirhøvur ikki, at nakað
gott er í manninum. Men
tað er ein sannroynd, at
kvinnunum tørvar eisini at
tosa um tær góðu síðurnar
hjá manninum og at um-
skylda, at støðan er sum
hon er.
Endamálið var
upplýsing
Berhardina Klein úr áhuga-
bólkinum hjá Húsmøðra-
felagnum sigur, at enda-
málið við hesum fundinum
var, at upplýsa um evnið.
Tað kann til tíðir vera trup-
ult at fáa fólk at tosa um eitt
slíkt evni, men um man
gevur sær góða tíð og letur
fólkið sita og práta eina
løtu, so koma spurningarnir
av sær sjálvum. Uppmøt-
ingin var so sum so, men
hetta er jú eitt eymt evni,
sum fólk kanska aftra seg
við at tosa um. Hon leggur
afturat, at áhugabólkurin
var vælnøgdur við fundin
hóskvøldið.
Kvinnuhúsfundur í Klaksvík
Mikudagin fáa øll
børnini í Klaksvík
møguleika at heilsa
uppá heimskenda
klovnin Pjerrot
UNDIRHALD
Ragnhild Ellingsgaard
Mikudagin
tann
20.
februar verða øll børnini
í Klaksvík boðin til eina
stuttliga og spennandi
framførslu við klovnum,
búktalara, sangi og tón-
leiki.
Tað er Silvi, sum
stendur aftan fyri hesa
innbjóðing, og á skránni
verður eisini heimskendi
klovnurin Pjerrot, sum
nógv munnu kenna frá
donsku stuttleikaparkini
»Bakken«.
Umframt
Pjerrot
verða føroysku klovn-
arnir Fjotti & BoBo,
búktalarin Absalon Àar-
garð og Silvi sjálvur við
í tiltakinum.
Silvatiltakið verður á
skránni tríggjar ferðir
mikudagin:
Frá kl. 10.00 til 11.00:
Børn undir skúlaaldur
Frá kl. 13.00 til 14.00:
Børn millum 7 og 9 ár
Frá kl. 16.00 til 17.00:
Børn millum 10 og 12 ár
Pjerrot vitjar í Klaksvík
Nógv umtalað
standmyndin av
Kjølbro verður
væntandi avdúkað á
Norðoyastevnu
MENTAN
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
À fundi hjá
Mentunarnevndini miku-
dagin varð samtykt, at nógv
umtalaða standmyndin av
Kjølbro skal standa á
Biskupsstøð.
– Tað er púra satt, at mál-
ið hevur ligið stilt alt ov
leingi, sigur Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri.
– Men málið er nú sam-
tykt av Mentunarnevndini,
og næsta týsdag kemur tað
so fyri býráðnum, har tað
uttan iva eisini verður sam-
tykt, greiðir Steinbjørn frá.
Økið á Biskupsstøð skal
fríðkast, alt sum tað er, og
verður hetta vónandi liðugt
áðrenn Norðoyastevnuna.
Ætlanin er so, at stand-
myndin skal avdúkast á
sjálvari stevnuni.
Tað var Norðoya Spari-
kassi, sum í 1999 lat Klaks-
víkar Býráði standmyndina
av hesum megnar vinnu-
lívsmanni.
Beinanvegin varð farið
undir at gera eina sera
kostnaðarmikla ætlan, við-
víkjandi hvar standmyndin
skuldi setast. Men ætlanin
gjørdist ov kostnaðarmikil,
og málið datt niðurfyri.
Býráðið hevur síðan tá
roynt at funnið eina aðra
loysn, og nú sýnist endiliga
at vera komið á mál.
Tað er Hans Pauli Olsen,
listarmaður búsitandi í
Danmark, sum hevur til-
evnað standmyndina av
manninum, ið allir klaks-
víkingar eru so stoltir av.
Kjølbro skal standa á Biskupsstøð
Elin Reinert
Plank, leiðari í
Kvinnuhúsinum
Uppmøtingin var so sum so…
C
M
Y
K
9
8