Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 29. november · Nr. 165 Sosialurin Ítróttarblaðið Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Stjørnan 8 240 193 47 14 2 Tjaldur 8 220 183 37 11 3 Neistin 8 222 202 20 11 4 Kyndil 9 226 202 24 10 5 VB 9 224 240 -16 7 6 VÍF 8 192 228 -36 4 7 StÍF 8 160 236 -76 1 Uni Holm Johannesen Tað stóð nógv á Kyndli í hálv leik­ inum. StÍF hevur bara fingið eitt stig í hesum kappingarárinum. Tað var púra óvæntað, tá kvinnurnar av Skálafjørðinum spældu javnt móti Tjaldrinum á útivølli. Í flestu dystunum hevur StÍF tapt sannførandi. Botnliðið var á odda 10­9 í hálv­ leikinum, tá Kyndil vitjaði í Ítróttar­ høllini á Skála leygardagin. Grøn­ littu kvinnurnar úr høvuðsstaðnum hava vunnið seg nærri oddinum sein astu vikurnar, og tað var eitt krav, at tær fingu fult móti botn­ liðnum, um tær ikki skuldu missa fótafestið. Løgdu bragdliga fyri Heimaliðið byrjaði væl. Rebekka Justinussen gekk aftur fremst hjá StÍF, og hon var ein støðug hóttan í álopsspælinum. Eing in ansaði Justinussen, og hon hevði ofta gott pláss, tá hon sendi fram við málverjanum hjá Kyndli. Hon fekk 10 mál í alt. Tað var lítið veiggj í álops spæl­ inum hjá gestunum. Tað var lítið ferð á spælinum, og tá tær langt um leingi sluppu til upplagdar mál­ møguleikar, so misnýttu tær. Riggaði betur Kyndil trýsti beinanvegin í seinna hálvleiki, og spælið var nógv meira skipað. Í smáum fóru gestirnir und­ an, og tá hálvleikurin var hálv runn­ in var avgjørt. Kyndil var á odda 19­ 15, og StÍF hótti ongantíð aftur. Endaliga úrslitið var 28­21. uni@sosialurin.fo VÍF – Stjørnan 25-32 (10-19) Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Magnus í Króki 10 min.: 7-5 20 min.: 7-13 40 min.: 15-23 50 min.: 21-25 VÍF: Liljan Djurhuus 7, Torgunn Johansen 5, Elisa Leo 4, Agnas Olsen 3, Rakul Joensen 3, Halla Durhuus 2, Tóra Seloy. stjørnan: Valentina Suciu 8, Nicoletta R. Hansen 7, Durita Christophersen 4, Judit Hansen 3, Edith Hansen 3, Ella Petersen 2, Durita Ljósstein 2, Una Olsen 2, Anna Kristina Samson 1. Útvísingar: VÍF 1 – Stjørnan 3 VB – Tjaldur 21-25 (10-12) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen 10 min.: 3-4 20 min.: 6-7 40 min.: 14-15 50 min.: 15-23 VB: Bára K. Mortensen 4, Gintare Lydekaite 3, Gurið K. Mortensen 3, Svava Vestergaard 3, Rannvá Johannesen 2, Helga Kjærbo 2, Justina Balzarviciute 2, Una Egilsdóttir 1, Andrea Nielsen 1. tjaldur: Cormelia Rimbu 8, Simona Petersen 7, Adina Petrea 6, Annika Thomsen 3, Jóhanna í Króki 1. Útvísingar: VB 3 – Tjaldur 3 StÍF – Kyndil 21-28 (10-9) Kyndil: Heidi Maria Akselsen 7, Jórun Ludvig 7, Anja 5, Randi Wardum 3, Súsanna 3, Rannvá 2 og Guðrið 1 Tað stóð nógv á Hondbóltur Kyndil greiddi sína skyldu og fekk fult móti botn liðnum á útivølli. StÍF var hinvegin á odda í hálvleikinum. Uppflytararnir úr Kyndli hava nú fingið samband við ovastu liðini Uni Holm Johannesen Stjørnan er framvegis fremst í bestu kvinnudeildini. Tað høvdu kvinnurnar úr Klaks­ vík eisini verið, um tær snávaðu í Vestmanna um vikuskiftið. Stjørnan fekk tvey stig í skjátt­ una afturat í gjár. Valentina Suciu gekk á odda, tá føroyameistaranir vunnu lætt og einfalt. Gestirnir spældu við fullari megi seinastu løtuna í seinna hálv­ leiki, og frá 7­10 og upp á 10­19. VÍF í trongum skóm VÍF hevur ikki lagt serliga væl frá landi í hesum kappingarárinum. Liðið hevur bara fingið fýra stig í fyrstu átta landskappingar­ dystunum, og øll stigini eru vunnin móti StÍF, sum er botnlið. Miðalaldurin er framvegis lágur í Vestmanna, og Liljan Djurhuus tykist vera eins væl fyri í ár, sum í fjør. VÍF fær vitjan av Neistanum mikudagin. Stjørnan og Kyndil Kyndil og Stjørnan spæla í høllini á Hálsi mikudagin. Kyndil hevur vunnið fleiri dystir upp í slag, og liðið hevur vunnið seg nærri oddinum. Høvuðsstaðarliðið fær seg veru­ ligt roynt, men ungu kvinn ur nar við stórum sjálváliti verður ikki ein løtt uppgáva hjá Stjørnuni. uni@sosialurin.fo Lætt og einfalt Hondbóltur Stjørnan gjørdi bart seinasta løtuna í fyrra hálvleiki, og kvinnurnar úr Vestmanna hóttu ongantíð aftur Uni Holm Johannesen Tað, sum eina ferð sá strævið út, er aftur hugaligt. Tjaldur var lítið sann førandi fyrstu landskappingar dyst ir­ nar. Tapini fyri Neistanum og Stjørn uni, og javnleikurin móti botnliðnum StÍF, var nóg mikið hjá nevndini. Bogdan Burcea, sum hevur átt týdningarmiklan leiklut í stóru framgondini, sum hondbóltsfelagið hevur havt seinastu árini, varð send­ ur til hús. Trygvi Mortensen loysti hann av. Venjaraskiftið riggaði væl. Tjaldur er aftur har, tað er stuttligt. VB manglar tað síðsta VB hevur verið við í odda stríð­ num seinastu árini. Tað verður ikki teirra leik­ lut ur í hesum kappingar ár­ inum. Kvinnurnar úr Vági missa ov nógv stig, og tað hevur serliga ikki gingið væl í dystunum móti ovastu liðunum. Tað fingu tær staðfest aftur leygardagin. Runnu undan Tað var í seinna hálvleiki, at gestirnir úr Runavík runnu undan í gjár. Liðini fylgdust meira ella minni undan hvíldini, men Tjaldur setti ferðina upp aftaná steðgin. Tað var merkisvert, at tað vóru bara fimm ymiskir mál skjúttar hjá gestunum. Cormelia Rimbu, Simona Peter sen, Adina Petrea, Annika Thomsen og Jóhanna í Króki vóru tær einastu, sum skutu málini hjá Tjaldur. Tjaldur vann sær trygga leiðslu, og hóast heimaliðið vann nøkur mál aftur seinastu løtuna, so hótti VB ongantíð leiðsluna. Tjaldur er nú nummar tvey og á finalukós. Kvinnurnar úr Runavík hava sama stigatal sum Neistin, ið er nummar trý. uni@sosialurin.fo Tjaldur aftur á beint Kyndlakvinnur vunnu á StÍF, og hava nú fingið samband við ovastu liðini Mynd: Álvur Haraldsen Hondbóltur Tað sá einki út. Úrtøkan var trý stig av átta møguligum, tá nevndin valdi at senda Bogdan Burcea til hús. Nú hevur Tjaldur vunnið tvær ferðir upp í slag