mánadagur 29. november 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. november 2010 · Nr. 165
18
Sosialurin
Jólablaðið
Børnini gleða seg ....
Mín Jólabók 2010
Ein øðrvísi jólakalendari
Fleiri foreldur hava droppað vanliga pakkakalendaran og hava
ístaðin ognað sær jólabókina. Hóast børnini ikki fáa pakkar, fáa
tey nakað, sum er nógvar ferðir virðismiklari – serliga í desembur
- eina hugnaliga, friðarliga løtu hvønn dag saman við mammu ella
babba, ommu ella abba.
Mín jólabók kom út í nýggjum hami í 2003. Størsta broytingin
var, at bókin varð skipað sum ein jólakalendari. Tvs. at ein nýggj
søga ella ítrivsuppgáva er til hvønn dagin. Harumframt varð
stórur dentur lagdur á eitt nýtt flott layout umframt vakrar
myndir, sum ung evnarík listafólk hava gjørt.
Umframt ymiskar søgur og ítriv eru tekningarnar hjá Janusi á
Húsagarði, har børnini kunnu leita eftir persónum og lutum, ein
afturvendandi táttur í Míni jólabók.
Turið Kjølbro og Beinta Johannesen hava ritstjórnað.
Undir einum lítlum træi,
liggur... ein bókapakki!
Allarbesta jólagávan er hørð og fýrakantað og keypt í bókabúðini. Sosialurin
viðmælir nýggjar føroyskar bókaútgávur í hvørjum blað í jólamánaðinum.
Eftir Rigmor Dam
Lætt & Leskiligt, 3’arin
Bjóða til borðs við góðari samvitsku
Jóhanna á Tjaldrafløtti og
Elisabeth Akursmørk eru
aftur í ár úti við einari lekr-
ari kókibók til teirra, sum
vilja liva eitt sindur sunnari.
Tær siga, at tær verða ong-
antíð troyttar av at tosa um
mat, uppskriftir og at gera
spenn andi nýggjar rættir.
– Hesa ferð hava vit latið
hugin reika eitt sindur longri
bæði til meir eksotiskar upp-
skrift ir og øðrvísi mátar at bjóða
til borðs.
Hví ikki bjóða í føðingardag
við einum brunch ella eini buffet,
har gestirnir kunnu velja millum
alskyns smærri rættir so sum,
brunchpannukøkur við nøtum í
siropi, sushi, grønmetismuffins,
laksamousse, høsnasalat við jarð-
berum og eina spennandi nøtusteik
við rabarbuchuteny?
Ein heitan summardag er sjálv-
andi upplagt at bjóða vinfólkunum
við út í havan, har tit njóta sól-
ina og smakkin av ymsum tapas
sum dadlum í baconsveipi, hvít-
leyks stoktum
tikararækj um,
grissini
við pesto og saltað um mandlum við
einum glasi av svalligum hvítvíni
afturvið.
Tá so tjúkku kavaflykrurnar
balla kvøldini inn, letur tú hugnan
og hitan breiða seg í køkinum við
eini heitari fiskasúpan ella kanska
eini øðrvísi kjøtsúpan við góðum
focacciabreyði afturvið.
Sum nakað nýtt hava vit nú
eisini ymisk hugskot til morgun-
mat og millummáltíðir. Royn
til dømis okkara havragreyt
við peru og súrepli, músli,
smoothies,
heimagjørda
súltu toy, lekru bollar og góðu
breyð av ymsum slagi.=20
Breyðini og bollarnir rigga
eisini væl, um tú vilt gera
matpakkan sunnari og
meir spennandi.
Eins og í hinum bókun-
um fylgja uppskriftirnar
kosttilráðingunum, og
tær hóska eisini væl
til tey, sum hava diabetes,
hjartasjúkur,
æðrakálking
ella
skulu ansa eftir vektini.
– Tí fyrst og fremst ynskja vit
aftur hesa ferð at geva tær spenn-
andi og lættar uppskriftir til rættir,
tú kanst eta við góðari samvitsku
og borðreiða við einum smíli.
Aftur í ár liggur nýggj
bóka út gáva eftir Birgar Jo-
hannessen undir jóla trø-
unum.
Bókin er um havnar-
fólkini, sum vórðu fødd
árini 1901 til og við 1905.
Bókin er 240 síður við
hópin av myndum og
ym iskum
yvirlitum.
Í
hes um
tíðarskeiði
var
mill um annað fyrsta fim-
leikafelagi í landinum
stovnað, fyrsta horn or-
kestur, umframt Havnar
Bóltfelag, Losjan og fyrsti
føroyski politistur verður settur í
starv.
Í bókini stendur millum ann-
að, hvat kommunan kostaði at
reka í 1902-1903, eins og dagførdur
skipalisti er í bókini. Perman á
bókini er prýdd við einum málningi,
sum Kristin í Geil málaði umleið
1910.
– Bókin er bygd upp sum eitt
uppslagsverk, ið hevur stóran
týdning fyri Havnina, sum helst
er einasti býur í heiminum, sum
kann vísa á lívsskeiðið hjá hvørjum
einstakum borgara, sigur Birgar
Johannesen.
Tórshavn - býur og býarbørn
Trúfasti Birgar við havnarbók