Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 29. november · Nr. 165 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam Avgerðina tók Egil á Bø í summ ar. Brian Kerr fekk boð­ ini, tá hann ynskti at hava sterka verjuleikaran við til Skot lands at spæla venj ingar­ dyst fyri smáum tveimum vik­ um síðani. – Eg eri givin á landsliðnum. Hetta árið fótbóltsárið er av, eg eri ikki ungur longur, havi familju og arbeiði og landsliðið fer við nógvari tíð. Landsliðsvenjarin skilir mína avgerð, um at steðga nú, greiðir 36 ára gamli Egil á Bø frá. Altíð droymt um landsliðið Egil á Bø spældi sín fyrsta lands dyst tann 20. August 2008. Talan var um venjingardyst í móti Portugal. Seinasta lands­ dystin spældi hann í Ljubljana í Slovenia 8. oktober 2010. – Eg eri sera glaður fyri, at eg eri sloppin at royna hetta. Tíðin á landsliðnum hevur verið ein stór upp living. Sum smádrongur droymdi eg altíð at spæla á lands liðnum, men tann dreymin slepti eg eini tíggju ár áðrenn eg spældi mín fyrsta landsdyst, flennir Egil á Bø. 14 landsdystir, tveir lands­ liðs venjarar og eitt mál gjørdist tað til hjá Egili á Bø á føroyska fót bóltslandsliðnum. Hetta merkir, at hvalvík ing­ urin hevur upplivað eitt sindur av hvørjum millum landsins bestu fót bóltsleikarar. Og tá Egil á Bø verður spurdur til minni ligastu upp livingarnar, er tað javnleikurin í móti Eyst­ ur ríki, hann nevnir fyrst. Ein dystur, Egil á Bø spældi frá byrjan til enda. Nú Egil á Bø sigur landslið­ num farvæl, er tað kortini ikki einstakir dystir ella málið í móti Rumenia fyri einum góð­ um ári síðani, sum renna hon­ um fyrst í huga. – Hvørja einastu ferð, eg havi verið við til at sungið tjóð­ sangin saman við landsliðnum, hev ur tað verið ein stór og eis­ ini serlig kensla. Og eg eri eisini ógvuliga glaður fyri hvønn einasta minutt í lands liðs bún­ an um. Tað hevur verið bæði gev andi og stuttligt at verið partur av, sigur Egil á Bø, sum nú heldur, at tíðin er búgvin til at steðga. rolant@sosialurin.fo Rólant Waag Dam Hóast bæði kulda, kava og hálku, eydnaðist tað Egili á Bø at savna 12 lið og omanfyri 100 áskoðarar í ítróttarhøllini á Eiði í gjár. – Tað riggaði bara væl haldi eg. Feløgini tóku sera væl undir við tiltakinum, og hóast veðrið ikki var tað besta, so kom fitt av fólki kortini, sigur Egil á Bø. Hann fegnast um góðu upp møt­ ingina og stuðulin, feløgini hava veitt. – Fótbóltssambandið hevur eisini stuðlað tiltakinum og B71, sum ikki fekk komið, tí teir høvdu annað tiltak á skránni, rindaðu kortini luttøkugjald, fegnast Egil á Bø. Tá tað vísti seg, at B71 ikki fekk komið, boðsendi Egil á Bø FC Hoy­ vík. Og tá HB í evstu løtu eisini gav avboð, savnaði Egil á Bø nakrar leikarar, soleiðis at EB/Streymur hevði tvey lið í kappingini, sum harvið kundi avgreiðast uttan stór­ vegis hóvasták. Ein gáva frá fótbóltinum Tað var liðið, B36 hevði meldað til, sum vann kappingina. Leikararnir á liðnum vóru brøðurnir Kristian og Kristin Restorff Mouritsen, Sigurð Carlsen og Pól Jóhannus Justinussen. Teir vunnu finaluna 4­2 í móti NSÍ. Tá vit tosaðu við Egil á Bø var tað ikki endaliga gjørt upp, hvussu nógvan pening fótbóltskappingin kastaði av sær. Men leystliga mett roknaði hann við, at talan var um góðar 20.000 krónur, sum fara óskerdar til átakið »Í menniskjum góður tokki«, sum hevur til endamál at hjálpa fíggjarliga trongdum barnafamiljum. – Ein gáva frá fótbóltinum, sum Egil á Bø tekur til. rolant@sosialurin.fo Fótbólturin savnaði góð­ ar 20.000 krónur fótbóltur 12 lið og eini 100 áskoðarar syrgdu fyri, at fótbólts­ kappingin á Eiði, sum Egil á Bø hevði tikið stig til, kastaði eini 20.000 krónur av sær til átakið »Í menniskjum góður tokki« Fremst er vinnandi liðið B36, so er nummar tvey NSÍ og aftast er nummar trý FC Hoyvík saman við Egili á Bø, sum samskipaði kappingina Mynd: Magnus Magnussen Egil takkar fyri seg fótbóltur Egil á Bø hevur spælt sín seinasta landsdyst. – Lands­ liðs dreymin hevði eg slept tíggju ár áðrenn eg spældi mín fyrsta landsdyst, sigur Egil á Bø, sum spældi sín fyrsta landsdyst sum 34 ára gamal Hvør einasti minuttir á landsliðnum hevur verið gevandi og stuttligur, sigur Egil á Bø