mánadagur 29. november 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. november · Nr. 165
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Aberdeen
liggur
næstniðast
í
skotsku Premier League, og gongd
in seinast dystirnar hevur ikki verið
góð. Liðið var á vitjan á Rugby Park,
ið er heimavøllurin hjá Kilmarnock.
Støðan í hálvleikinum er 10 til
Kilmarnock og Hallur Hansson
og hinir útskiftarnir fara á vøllin
at hugna sær eina løtu, meðan
steðgurin er. Hetta er ikki ikki
fyrstu ferð, at Hallur er á bonkinum
hjá Aberdeen, so hann kennir
manna gongd ina. Men hesa ferð er
øðrvísi, tí bráddliga kemur hjálpar
venj arin rennandi móti Halli.
– Hjálparvenjarin kom yvir til
mín og segði at eg skuldi á vøllin.
Eg havi fyrr hugsað tankan um
hvussu eg skal takla hesa støðuna,
tí eg havi verið á bonkinum fyrr,
sigur Hallur.
Útskiftingin av Halli fór fram
í hálvleikinum, og tí var ikki líka
nógv fokus á , sum tað annars er, tá
spælari verður skiftur inn, ímeðan
spælið er í gongd.
– Eg var ikki nervøsur, men
heldur spentur. Tað kann gott vera,
at gjørdi tað heila eitt sindur lættari,
at eg kom inn í hálvleikinum, sigur
Hallur úr Aberdeen.
Hvat segði venjarin við Hall,
áðrenn hann á fyrsta sinni steig inn
á vøllin sum Aberdeen leikari?
– Hann fortaldi mær hvar eg
skuldi spæla og hvørjar upp gávur
eg skuldi røkja. Alt er lagt væl
til rættis her í Aber deen, og allir
kenna sínar upp gávur. Eg fekk
boð um hvønn eg skuldi dekka tá
Kilmarnock fekk hornaspark, og
hvar eg skuldi standa, tá vit høvdu
horna spark, sigur Hallur Hansson.
Hallur hevur spælt nakrar U21
landsdystir, men hevur framvegis
sín fyrsta Alandsdyst til góðar, og
hevur tí ikki roynt seg stórvegis í
vaksmanna fótbólti fyrr enn nú.
– Hetta er 100% strævnasti
hálvleikurin eg nakrantíð havi
spælt. Hetta kann ikki saman berast
við at spæla á U21 lands liðnum.
Ferðin er væl hægri, men fái eg fleiri
royndir, so klári eg at venja meg við
støðið og ferðina, sigur Hallur.
Hallur hevur verið knýttur at
Aberdeen í tvey ár, men tað er ikki
fyrr enn í seinastuni, at hann er
sloppin at royna seg millum teir
bestu.
– Besta liðið og U19 liðið venja
um somu tíð, so venjarin, Mark
McGhee plagar at velja nakrar
frá U19 liðnum at venja við besta
liðnum. Seinastu tveir mánaðirnir
havi eg vant við besta liðnum, og
tað hevur gingið betri og betri fyri
hvørja ferð, sigur Hallur.
Nú er eitt mál rokkið, hvat er so
næsta málið hjá Halli?
– Sum fótbóltsspælari hev ur tú
altíð nøkur mál, men tað er ikki
nakað eg hugsi so nógv um í løtuni.
Eg royni bara at stríðast og gera
mítt besta. Eg kundi sjálvandi hugsa
mær at fingið fleiri minuttir á besta
lið num, og so er Alandsliðið sjálv
andi eisini eitt mál, sigur Hallur.
Aberdeen
tapti
dystin
20
eftir at hava verið aftanfyri 10 í
hálvleikinum. Komandi viku skiftið
fær Aberdeen vitjan av Celtic og so
er spurningurin um Hallur Hansson
aftur verður at síggja á vøllinum.
– Tað er upp til venjarin at
avgerða. Eg kann bara gera mítt
besta, og vóna at venjarin velur
meg eina aðru ferð, sigur Hallur
Hansson at enda.
trondur@soialurin.fo
Tróndur Arge – Liverpool
Manchester United er aftur
oddalið í Premier League og
Dimitar Berbatov stjól yvir
skriftirnar fyri fyrstu ferð
síðani
minniliga
hattrickið
móti Liverpool tann 19. sep
tembur á Old Trafford. Eftir
tann dystin var Dimitar Berba
tov toppskorari í Permier
League og hann var lýstur sum
tann nýggi Eric Cantona. Síðani
hevur hann brent hvønn tann
einasta málmøguleika hann
hevur fingið og lýsingarorðini
vóru ikki longur so vøkur –
Berbaflop.
Leygardagin hevði Berbatov
fingið nokk og skoraði ikki
færri enn fimm mál í knúsandi
71 sigrinum á Blackburn. Mun
urin var bara tann, at Berbatov
fyri fyrstu ferð síðani Liverpool
dystin, hevði Wayne Rooney
við sína lið í álopinum. Sir Alex
Ferguson sigur, at Rooney er
tann perfekti framherjin at
spæla saman við Berbatov. Tað
mugu Paul Robinson og Black
burn bara ásanna.
Við at skora fimm mál í sama
dysti sleppur Dimitar Berba
tova í serstakan felagskap.
Ein felagskapur, sum nú telur
fýra
mans;
Alan
Shearer,
Andy Cole, Jermain Defoe og
Dimitar Berbatov. Teir hava
all ir megnað at skorað fimm
mál í einum og sama Premier
League dysti. Jóan Símun
Edmundsson kundi passandi
fari í felagskapin, tá hann eina
ferð sleppur framat í Newcastle
og so kunnu teir fáa heiti; Teir
fantastisku fimm!
Chelsea í upploysn
Okkurt er ikki sum tað skal
vera í Chelsea. Liðið vann í fjør
greip una og byrjaði árið í ár
við at vinna fimm teir fyrstu
dystirnar og skora eina rúgvu
av málum. Á City of Manchester
Stadium kom fyrsta tapið
og síðni hevur gingið strilti.
Væl dámdi
hjálparvenjarin,
Ray Wilkins, var brádduliga
koyrdur frá og dystin eftir tapti
Chelsea heili 30 á heimavølli
fyri Sunderland. Undan dyst
inum móti Newcastle hetta
vikuskiftið boðaði ítróttar
stjórin, danin Frank Arnesen,
frá at hann eisini gevst í felag
num. Chelsea er uttan skøddu
undangongumenninar, John
Terry og Frank Lampard, sum
hava stóra ávirkan á lið ið. Í
kuldanum í Newcastle megn
aði Chelsea at fyribyrgja triðja
tapinum á rað við einum 11
javnleiki. Tapti Chelsea var
tað fyrstu ferð síðani 1997, at
liðið tapti tríggjar dystir á rað.
Chelsea ikki oddalið longur og
tað verða teir ikki aftur, um
avrikini og neyvleikin framm
an fyri málinum ikki verður
betri í framtíðini.
Tottenham bjóðar
av í oddinum
Tá liðini hittust í fjør, var tað í
fyrsta umfarinum av Premier
League. Liverpool var millum
favorittarnir at vinna Premier
League,
meðan
Tottenham
var eitt miðal Premier League
lið. Í dag stríðist Tottenham
millum oddaliðini og spælir
í Champions League, meðan
Liverpool umvegis niður flyt
ingarstrikuna liggur í miðjuni
í Premier League, umframt at
spæla í Europa League.
Tí vildi Harry Redknapp
prógva fyri umheiminum, at
tað er ein greið orsøk til at
støðan nú vendir á høvdinum.
Dysturin gjørdist ein tann besti
higartil í kappingini og bjóðaði
upp á trý mál, tríggjar skaðar,
eitt hav av málmøguleikum,
eitt brent brotsspark og eitt
av gerandi mál í evstu løtu.
Bæði liðini kundu havt vunnið
dystin, men sigandi fyri gongd
ina seinasta árið, so var tað
Tottenham, ið kom aftur í aftur
og vann, meðan Liverpool misti
á stokkinum.
West Ham livir í vónini
West Ham nyttaði snøkt sagt
einki á Anfield fyri eini viku
síðan. Teir kundu fyri tað sama
bara pakka niður og flutt úr
Permier League. Men tað var
West Ham uttan Scott Parker,
tí tað er eitt heilt annað lið.
Teir eita tað sama, hava somu
troyggjur
og
spæla
sínar
heimadystir á Upton Park,
men tað er ikki sama liðið. Við
Scott Parker sum drívmegi
og liðskipara á miðvøllinum
gevur hann restini av West
Ham ein íblástur, sum kann
bjarga London felagnum frá
niðurflytingini. Scott Parker
átti stóran leiklut í 31 sigrinum
á Wigan í vikuskiftinum.
trondur@sosialurin.fo
Hallur Hansson
Føddur: 8. juli 1992
Foreldur: Hans Nielsen
og Hanna Mikkelsen
Feløg: Hevur umboðað
AB, VB og HB
Sáttmáli: Hevur sáttmála við
Aberdeen til summarið 2011
Pláss: Miðvallari hvørs upp
gávur eru bæði verjukendar
og álopskendar
– Strævnasti
hálv leikurin eg
nakran tíð havi spælt
Fótbóltur Hallur Hansson fekk í gjár debut í skotsku
Premier League, tá hann í hálvleikinum var skiftur inn
á miðvøllin hjá Aberdeen. Eitt mál er rokkið og Hallur
fer at stríðast fyri at fáa fleiri minuttir á vøllinum hjá
Aberdeen, og einum plássi á føroyska landsliðið
Hendingaríkt
Premier League
vikuskiftið
Fótbóltur Manchester United
er aftur oddalið og Chelsea
líkist einum liðið í upploys
Hallur Hansson í dysti fyri føroyska U21-landsliðið
Mynd: Álvur Haraldsen