mánadagur 29. november 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 29. november · Nr. 165
Sosialurin
Kjak
Hann er 40 ára gamal, giftur, stjóri og
harðliga ímóti fríari fosturtøku í Føroyum.
Fyri 16 árum síðan var hann saman við eini
tá 17 ára gamlari gentu. Hítan skrædnaði
og tvær strikur komu á graviditetstestina.
Tað, sum hann ikki visti, var, at gentan var
dóttir ein arbeiðsleysan einkjumann, sum var
farin undir miðnámsútbúgving, fyri betur at
kunna uppihalda sær og dóttrini í framtíðini.
Pápi gentuna fekk tí bert kr. 5237,00 um
mánaðin, sum var akkurát nokk til lán, mat
og rokningar.
Nú vóru góð ráð dýr. Hon ynskti sær
fosturtøku, men landið loyvdi tí ikki, og til
ferðaseðil til Danmarkar var ikki peningur.
Og Jógvan kom óynsktur í heimin. Einki
pinkubarnaheim er í landinum, og tí skifti
smádrongurin millum onkrar egnaðar og
onkrar óegnaðar fosturfamiljur kring landið.
Skifti ofta skúla, bleiv happaður o.s.fr.
Jógvan er hart merktur av hørðu
barnaárunum, og hevur nógvar løtur, har
hann ikki hevur hug at liva. Men tað vóru
fólkini í Føroyum, sum vildu hava hann at
liva. Men hvar vóru tey, sum hildu seg bjarga
hansara lívi í móðurlívi, tá hann hevði brúk
fyri hjálp?...
SU er fyri einum samfelag, har vit ikki hava
tørv á fríari fosturtøku. Einum samfelag, har
ØLL hava atgongd til vælferðina. Raðfestið
stuðul til lesandi, útbúgving til stakar uppi
haldarar, barnaheimið, fólkaskúlan og økið
krøvini til pápar, ið ikki eru um barnið!
Áðrenn vit gera hetta kunnu vit ikki nokta
fríari fosturtøku.
Sosialistisk Ung Føroyar
Kunnu vit
siga nei?
Kitty May Ellefsen
Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin
Vit eru á veg móti einum meira
fjøltáttaðum búskapi soleiðis,
at fleiri bein verða hjá sam
felagnum at standa á. Tað at
byggja alt samfelagið á eina
vinnugrein, sum gjørt hevur
verið við fiskivinnuna seinastu
øldina, gevur eitt ótrygt grund
arlag, tí samfelagsbúskapurin
alla tíðina fylgir fiskaprísun
um. Hetta merkir sjálvsagt
ikki, at vit ikki skulu menna
fiskivinnuna,
tvørturímóti,
skulu vit allatíðina menna fiski
vinnuna soleiðis, at lønsemi í
vinnuni allatíðina økist.
Alivinnan gjørdi tað
Alivinnan er eitt dømi um,
hvussu gagnligt tað er at
spjaða álitið á búskapinum
út á fleiri vinnur.
Meðan tað hevur gingið
illa hjá meginpartinum av
fiskivinnuni, byggivinnuni og
handilsvinnuni seinastu árini
so hevur alivinnan blóma.
Tað er alivinnan ið hevur
bjargað útflutningsvirðinum
frá at minka enn og meira.
Framleiðslan í alivinnuni
er
meira
enn
trífaldað
frá 20062009. Sama tíðar
skeið er útflutningurin av
alilaksi farin úr 12% upp í
31% av samlaða útflutnings
virðinum frá 2007 til 2009.
At alivinnan hevur klára
seg so væl skyldast sjálvsagt,
at vinnan hevur klára, at
draga bestu fólkini til sín
og at vinnan hevur klára
at bjóða góð og mennandi
arbeiðskor. Tó hevur tað
almenna Føroyar eisini spælt
sín leiklut. Tað almenna
hevur
tryggja
vinnuni
støðugar karmar soleiðis, at
vinnan eisini hevur klára seg
stak væl í altjóða kapping.
Vit eigar ikki at leggja
eyka byrður á vinnur bara
tí hesar klára seg væl
Tað er kanska freistandi hjá
politikkarum, sum arbeiða
við, at fáa fíggjarlógina at
hanga saman, at leggja eykað
gjøld á vinnur, sum klára seg
væl. Men hetta er ikki rætt
– og hangur ikki saman við
høvuðsregluni í vinnulæruni,
sum sigur, at vinnan skal
hava tryggar og stabilar
karmar at virka undir.
Í staðin fyri at leggja al
skyns gjøld á hesar vinnur
eiga vit heldur at hugsa um
hvussu vit kunnu økja um
hesar vinnur. Tá talan er um ali
vinnuna arbeiður Fiskaaling
við eini verkætlan um aling
á havinum. Verður verkætlan
in til veruleika kann aling á
havinum vaksa enn meira um
føroysku alivinnuna.
Spýrar til aðrar vinnur
Tað eru fleiri spýrar til
aðrar vinnur í føroyska sam
felagnum í dag.
Vit eiga tildømis at fáa
meira burturúr shipping vinn
uni. Vit hava heimsins bestu
sjófólk og eisini góðar skúlar
á økinum, sum vit kunnu
bjóða fram uttanlanda.
Ferðavinnan er eisini ein
vinna, sum vit eiga at satsa
uppá. Tá flogvøllurin verður
longdur og flúgvast kann
beinleiðis til fjarðskotin lond
verða møguleikar eisini latnir
upp fyri at fleiri ferðafólk
koma at vitja oyggjarnar.
Fleiri føroyskir íverkset
arar arbeiða eisini við spenn
andi verkætlanum innan orku
økið. Tað hevur stóran týdn
ing at hesir fáa bestu sømdir
og kor at arbeiða undir.
Sjálvt um tíðirnar seinastu
tvey árini hava verið merktar
av búskaparkreppu so eiga
vit at arbeiða fram ímóti
einum sjálvberandi búskapi,
ið byggir á fleiri ymsikar
vinnur, sum skapa avkast,
framburð og vælferð. Hetta
eigur at verða gjørt nógv
meira tilvitað enn higartil.
Á veg móti einum sjálvberandi búskapi
Vit í Fólkaflokkinum arbeiða miðvíst móti at Føroyar skulu fáa ein sjálvberandi búskap. Tann sjálvberandi
búskapurin skal byggja á fleiri ymiskar vinnur, sum skapa avkast og framburð í samfelagnum. Í stuttum
snýr tann sjálvberandi búskapurin seg ikki um annað enn, at vit í Føroyum skulu klára at húsast
F øroyskt
R íkidømi
Í triv
S angir
K ul
A lvinur
R øtur
K veikjandi
U ngdómur
L ivandi
A bbaligt
R okkur
R øddir
Ø ðrvísi
T ónleikur
U ppaling
R ytmur