Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. november · Nr. 165 28 Sosialurin Kjak Niels Olaf Eyvindsson Hvalba Alment útboð – hvat er tað? Mongdin talað verður um er: Landið keypir fyri kr. 1,2 mia. (kr. 1.200.000.000,00) og kommunurnar keypa fyri kr. 450 mill. (450.000.000,00) í vørum og tænastum árliga. Hetta er ein so stóru partur, at hetta kann verðað við til at betra um kappingarførið í vinnulívinum, soleiðis at vit kunnu gera okkum kappingarfør, bæði innan­ landa og uttanlanda. Kanninar vísa at, við at bjóða almennar tænastur út, kann roknast við einari sparingin,ið liggur millum 12 – 39% ­ í ávísum førum er talan um størri sparingar. Tænastustøði hækkar eisini í einari útbjóðing. Her vísa kanningar at í tveimun av trimum (2/3) av førunum, ið útboðið verður – hækkar dygdin á tænastuni eisini. Sostatt lækkar kostnaður samstundis við at tænastu­ støðið hækkar. Hetta er eina av grundsteinumun í samband við eina útboðs­ skipan. Hetta kann tykjast eitt sindur øvugt fyri nøkur, men soleiðis er veruleikin. Vinnuhúsið hevur í fleiri umførðum víst á eina gongda leið viðvíkjandi almennum útboðið. Tað sæst í árligu frágreiðinginunum, ið er lagdar framm og eru kendar og til taks. Eg má siga at, vinnuhúsi er ein sera aktivur og posi­ tivur partur í føroyska sam­ felagskjakinum. Og við einum dugnaligum stjóra, Marita Rasmussen; ið hevur bein í nøsuni – og tað í stóran stíl. Hevði eg verði hattamaður, so tók eg hattin av fyri henni. Vinnuhúsið skipar fyri tiltakinum: ”Alment og kommunalt innkeyp, herundir útveiting” 25. novembur 2010 kl. 08.30. Eitt tiltak, ið verður við til, at set gongd á eina endaliga skipan av reglugerð av almennum útboði í Føroyum Hetta er eitt amboð, ið allir føroyskir politikkarir hava eftirlýst í áravís og høvdu allir føroyskir politikkarir, bæði kommunalir og lands­ politikkarir verðið glaðir fyri eitt, so hent amboð. Eitt amboð, ið hevði lætt um raksturin hjá øllum almenna geiranum. Best var um hetta am­ boðið kom í gjár, heldur enn í dag ella morgin. Endamálið við einum slíkari útboðsreglugerð, er at fáa kapping í bæði privata og tann almenna partin av virkseminum. Hetta er við til tryggja besta prísin fyri vøru og tænastu. Stutt sagt, at fáa eina meira effiktiva og fleksibla tænastu til borgaran, ið borgar glaður telur sínar skattakrónir til. Hvat verður boðið út? Ymiskt er hvat uppgávur verða bjóðaðar út. Almennar tænastur er í stóra mun býttar upp í uppgávur, ið kunnu bjóðast út og aðrar kunnu ikki bjóðast út. Tað seinasta er mynduleikauppgávur í ein ávísan mun. Men eitt er vist, tað eru nakrar uppgávur, ið tann privata vinnan ikki kann ella vil røra við. Hvussu kann tað gerast? Uttan iva verður tað torført at bjóða uppgávur út, ið tað almenna hevur røkt í áravís. Her undir ávirkanina á starvsfólkahópin. Meiningin við útboðið er at tryggja at almennir og kommunalir pengar og resursir verða umsitnir á besta hátt. Fleiri møguleikar og minni forðingar! Við einum skipaðum út­ boðsskipan eru tað fleiri møguleikar enn forðingar. Avbjóðingar og møguleikar ligga væl í at fyritøkur kunnu brynja seg og starvsfólk til at átaka sær uppgávur frá tí almenna. Har við menna tænastustøðið og kappingar­ førið. Hetta verður so eisini við at noyða kappingarneytar at mennast fyri at kunna fylgja við. Økt tænastustøðið, kappingarførið og menning av vinnuni er við til at gera vinnuna meira virkan og har við økja um vinningin. Benchmarking Eitt, ið ikki kom fram í tíð­ indasendingini, er, at tað eru møguleika at ”benchmarkað” tær fyritøkur, ið bjóða vørurn ella tænastur fram. Við einum vælskipaðum fíggjar­ skipan við reglum fyri útboð av vørum og tænastum, eru stórir møguleikar í at kanna, samanbera og greina um dygdina og kostnaðinum av stovnum og verkætlanum. Hvønn rakar hetta og hvør hevur ábyrgdina? Hetta rakar okkum øll á ein jaliga hátt. Vit fáa eitt bíligar samfelag at liva í. Eisini fáa vit eitt meira dynamiskt samfelag, ið øll kunna liva í. Landsins mynduleikar – bæði kommunalir og lands­ mynduleykar fáa eitt amboð, ið er við til at lækkað kostn­ aðin og hækkað dygdina fyri okkara besta. Ein kærkomin møguleiki hjá almennu Føroyum og kommunum at stýra og halda rakstrar­ og løgu­útreiðslunum á einum hóskandi støðið. Vónandi fáa luttakarirnir á tiltakinum ”Alment og kommunalt innkeyp, herund­ ir útveiting” nógv gevandi burturúr. Vónandi lesur onkur hetta, ið hevur eitt orð at siga. Hvør kann og torir at siga, eitt orð. Alment og kommunalt innkeyp, herundir útveiting Hoyrdi í útvarpinum 22.11.2010 at Vinnuhúsið eftirlýsir føstum reglum viðvíkjandi almennum innkeyp. Alment innkeyp verður her tulkað sum kommunalt- og lands- innkeyp av vørum og tænastum Føroyskir politikarar vístu í kreppuni í tíðarskeiðnum 1992­1995, at teir ikki megnaðu at leiða føroyska samfelagið úr kreppuni, sum tá var – hvørki land ella kommunur. Tí varð øll leiðsla, planlegging og stýring av búskapinum dikterað úr Danmark ­ við hjálp frá toppembætisfólkum úr donsku miðfyrisitingini og serfrøðingum frá IMF. Landsstýrið og løgtingið vóru meira at samanbera við eina avgreiðsluskrivstovu. Føroyskir politikarar eru síðan tá onki broyttir ­ um nakað, er politiska dagsskráin eitt kaos. Mál sum Rúsan, grindadráp og ein røð av øðrum málum, sum ongi mørk flyta, fylla politisku dagsskránna uppá 3. og 5. ár. Legg til merkis, at tað ikki eru okkara politikarar, sum seta hesa dagskrá, men málini poppa upp frá ónøgdum tilvildarligum borgarum, felagskapum o.a. Tað er onki framsókni í politiska arbeiðinum, men bíligt undirhald við persónjagstran og politiskum verjutalum. Tað var tí ein lætti at hoyra donsku professionellu umboðini frá Fíggjarligum støðufesti skera út í papp, tað, sum skal gerast og serliga tað við fastari tíðarfreist. Hetta var gjørt við stórum neyvleika og beinrakt. Hetta var ikki ein hóttan móti kundum og føroya fólki – men ein tryggleiki, at tað eru danir, sum seta út í kortið og ikki handlingslammaðir føroyskir politikarar, sum eru óálítandi og óútrokniligir. Skal álitið setast á føroysku politisku skipanina, so er stórur vandi á ferð í hesum bankamálinum. Tí er tað sera umráðandi, at Fíggjarligt støðufesti fylgir málinum upp og ikki gevst fyrr enn øll eru vaknað og hava gjørt tað, sum tey eru vald og sett til. Tað, sum føroyskir politik­ arar bera fram av kritikki ímóti dønum í hesum banka­ málinum hevur eittans endamál, og tað er at skapa sær sjálvum atkvøður sum livibreyðspolitikarar. Henda katastrofa í Eik átti at verða tikið í størri politiskum álvara, heldur enn at brúkast sum politisk kastibløka og skapa sær sjálvum persónligan politiskan vinning. Føroyskir politikarar og kreppuleiðsla Reidar Nónfjall