mánadagur 29. november 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 29. november · Nr. 165
Sosialurin
Kjak
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Tórshavnar Býráð hevur á
býráðsfundi 25. november
2010 við 2. viðgerð einmælt
samtykt fíggjarætlanina fyri
Tórshavnar kommunu 2011.
Arbeiðið við fíggjarætlan
ini er væl frágingið. Flestu
politikarar í býráðnum hava
arbeitt væl saman um at skipa
fíggjarligu karmarnar eftir
teimum búskaparliga avbjóð
andi tíðum, Føroyar eru í.
Kortini er Jan Christian
sen, býráðslimur úr Fólka
flokkinum, úti í bløðunum
við einum boðskapi um, at
”fíggjarliga gongdin í Tórs
havn er skeiv”.
Boðskapurin hjá Jan Christi
ansen er tíverri skeivur.
Virksemisskapandi
fíggjarætlan
Fíggjarætlanin
fyri
2011
hevur sum høvuðssikti, at
borgarar og handilslívi og
vinna sum heild í býnum
skulu merkja sum minst til
tær sparingar í rakstrinum, ið
neyðturviliga skulu fremjast.
Raksturin verður nevniliga
tálmaður og kostar minni
enn í ár.
Harumframt eru týðandi
íløgur raðfestar høgt, eitt nú
innan skúla og eldraøkið.
Hetta eru virksemis og
arbeiðsskapandi íløgur, ið
tryggja handils og vinnu
lívinum
í
kommununi
arbeiðsuppgávur, og sum
samstundis eru neyðugar fyri
at borgarar kunnu trívast
sum best í kommununi.
Kommunan satsar uppá
tey sonevndu bleytu virðini,
har trivnaður er millum
familjurnar við børnum og
ungum, og hjá teimum eldru.
Yvirskipaða málið er, at Tórs
havn skal vera ein býur, har
fólk trívast og vilja búgva.
Hetta er sanni boðskapurin
um fíggjarætlanina 2011.
Men Jan Christiansen
roynir at sáa iva um fíggjar
ligu kósina hjá Tórshavnar
Kommunu og gevur eina
skeiklaða mynd av fíggjar
støðuni hjá kommununi.
Einki hald í
atfinningunum
Jan Christiansen førir m.a.
fram, at býurin og húskini
eru skuldarbundin, at komm
unan rindar bert rentur og
ikki avdráttir, og at skuldin
um trý ár er 250 mió. kr.
Niðurstøða
hansara
er, at fíggjarliga gongdin
er framvegis skeiva veg í
Tórshavn.
Hansara lýsing av støðuni
hevur
tíverri
lítið
við
faktuellu støðuna at gera.
Sum
nevnt
omanfyri
verður kommunan bíligari
at reka næsta ár. Tórshavnar
kommuna hevur heldur ikki
eina skuld, sum á nakran hátt
er hóttandi, tvørturímóti.
Higartil hevur kommunan
tikið 173 mió. kr. í láni.
Lánibyrðan er ikki økt meira
enn tað liggur í kortunum
fyri 2010, og soleiðis verður
samlaða skuldin í mesta lagi
uml. 225 mió. kr. við árslok í
ár. Skuldin verður neyvt tann
sama við árslok í 2011.
Í fíggjarætlanini fyri 2011
verða 11,3 mió. kr. goldnar í
rentum. Avdráttir á 17,8 mió.
kr. verða umfíggjaðir, men tað
ávirkar ikki skuldina. Skuldin
økist ikki meira, enn lagt er
upp til í fíggjarætlanini fyri
2010.
Veruleikin er, at samlaða
skuldin
hjá
Tórshavnar
kommunu svarar bert til eina
kvarta álíkning. Lítla skuldin
ger, at kommunan er sera
væl fyri at taka ímóti teirri
konjunkturniðurgongd, sum
vit uppliva í hesum tíðum.
Hetta er eisini greitt í
samsvari við fíggjarpolitisku
ynskini hjá býráðnum. Jan
Christiansen skjýtur tí langt
við síðuna av.
Eitt skattaprosent
til Boðanesheimið
Eitt hevur Jan Christiansen
tó rætt í. Tað er, at skatta
prosentið er hækkað eitt
prosent í 2010. Tað finst
hann eisini at, men eg vil
persónliga standa við hesa
avgerð, tí hon er avgjørt
røtt.
Tað eina skattaprosentið
er nevniliga beinleiðis oyra
merkt til Boðanesheimið,
ið er eitt røktarheim til 64
fólk yviri við Strond. Stórt
forstáilsi er sum heild fyri
hesum
millum
okkara
borgarar.
Vit fíggja sostatt hesa
bráðneyðugu íløguna uttan
at taka lán, og tað er eisini
ein røtt avgerð.
Eg ivist ikki í, at allir
býráslimir – eisini Jan Christi
ansen og Anfinn Brekkstein
– vilja kommununi tað besta.
Men tað sær út til, at vit vilja
tað á hvør sín hátt. Meðan
Jan Christiansen og Anfinn
Brekkstein mæla til at ”leggja
stilt undir landið at krokað”
til fíggjarliga ódnin er stilnað
av, so hevur býráðsmeirilutin
valt at ”surra fast har tað
er neyðugt, men at hava
skrúvuna í vatninum”, við
eini virksemisskapandi íløgu
ætlan og tálmandi rakstrar
ætlan fyri 2011, til frama
fyri borgarar og vinnulív í
kommununi.
Í grundini trúgvi eg, at
hetta er ein fíggjarætlan, ið
Jan Christiansen hevði verið
glaður fyri, um hann sjálvur
hevði havt skrúvað hana
saman.
Ætlanin tekur jú bæði
hædd
fyri
vinnuni
og
borgarum
í
Tórshavn.
Raksturin er trimmaður og
íløgurnar eru á einum skila
góðum og virksemisskapandi
støði. Og Jan, hetta alt uttan
at skuldin veksur.
Virksemisskapandi fíggjarætlan
Andstøðan í Tórshavnar Býráð finst í bløðunum at fíggjarætlanini fyri 2011, sjálvt um hon er ein kompetent
avvigan millum virksemisskapandi íløgur og tálmandi rakstur í búskaparliga avbjóðandi tíðum
At skilamaðurin Jósef á sinni
fylti løgurnar í góðum árum
við at taka nógv frá teimum,
sum høvdu yvirflóð, fyri
síðani at brúka úr løgunum
í minni góðum árum, man
vera einfaldasta og eina
skilabesta
búskaparteori,
sum finst. Tá búskapurin er
ovurhitaður, skal tálmast og
tá búskapurin kølnar, skal
stimbrast. Hesir skilagóðu
tankar hava tíverri ikki verið
nógv brúkt her á landi.
Í verandi løtu er bú
skapurin
kaldur,
og
í
fleiri londum er støðan so
hættislig, at tey fáa ikki
stimbrað búskapin vegna
ov stóra skuld. Í Føroyum
stendur væl til í so máta.
Vit hava eina skuld, sum
tolir at vaksa fyri síðani at
lækka, orsakað av einum
rakstraryvirskoti,
sum
vanliga er í kjalarvørrinum av
einari búskaparframgongd.
Vit hava í Føroyum í dag eina
væleydnaða støðu at brúka
Jósef sum fyrimynd.
Fíggjarlógin 2011 leggur
nógv trýst á lønmótakaran.
Lønmótakarin kemur sam
bært fíggjarlógini at uppliva
eitt reallønarfall av teimum
stóru, og kann hetta gera,
at fólk ikki velja at brúka
pengarnar, men í staðin
óttafull spara upp.
Verður eingin lønarvøkst
ur innan almennu lønirnar,
er
uppsparingarhugsunar
hátturin nærliggjandi
og
vælskiljandi.
Um
hetta
verður gongdin, er stórur
vandi fyri at framgongdin,
sum bæði Búskaparráðið
og Landsbankin meta kann
koma, gleppur Føroyalandi av
hondum. Tað fær eingin gleði
av. Heldur eigur landskassin
at hugsa um lønmótakaran
og tryggja honum góðar
umstøður, so lønmóttakarin
kennir seg tryggan við at
brúka peningin hann fær,
okkum øllum at frama. At
krevja reallønarfall er at køla
kaldan búskap. Tá er eingin
vinnari.
Fakfeløgini krevja í dag
eina rímiliga lønarhækkan.
Ein rímulig lønarhækkan
skapar tað rógv, ið skal til fyri
at búskapurin hitnar líðandi.
Ein rímulig lønarhækkan ger
at vit øll vinna.
Jónleif Johannesen
Samstarv.org
Køl ikki kaldan búskap