mánadagur 29. november 2010síða 1
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur
29. november 2010
Jólablaðið
Jólini kosta 4400 krónur
Hvør donsk familja má av við omanfyri
4000 krónur í jólamánaðinum
Troyttist ongatíð av
Elisabeth Schwartkopf
»Stille Nacht, heilige Nacht«
er jólasálmur Sonna Smith
Vilmund Jacobsen
Jólabygdin Æðuvík er tendrað.
Hetta hendi við eina hugnaliga løtu
klokk an 19 í gjárkvøldið. Serstaka
jólabygdin fram um aðrar lýsti og
øll, sum komin vóru til Æðuvíkar,
fegn aðust – børnini ikki minst.
Tó at tað var kavi, kalt og hált
at koyra til og úr Æðuvík, var væl
av fólki komið til løtuna. Onkur
helt, at heldur færri vóru í ár enn
í fjør, og hetta hevur helst eis ini
sína orsøk. Tað er trongligt í Æðu
vík, og tá kavi og hálka eru, er eis
ini avmarkað, hvussu nógvir bilar
sleppast kann av við í bygdini nær
indis haldinum.
Í Æðuvík siga tey, at vanliga leita
nógv fólk til bygdar longu sama
kvøld, tá haldið er liðugt, og bygdin
er tendrað.
Eftir at fólk vóru boðin væl
komin, helt Annlis Bjarkhamar eina
røðu, og her nýtti hon eisini høvi at
lýsa átakið »Í menniskjum góður
tokki«, ið hjálpir børnum í familjum
við truplum fíggarligum korum, so
tey kunnu halda eini virðilig jól.
Nes sóknar Hornorkestur setti
sín hugnaliga dám á løtuna í Æðu
vík, eins og orkestrið hevur gjørt,
nú jólatrø eru tendrað kring um í
kommununi og í grannabygdum.
Við løtuna í Æðuvík vóru eisini
jólamenn, sum gleddu børnini við
pakkum. Eftir haldið, sum var við
Missións húsið, bjóðaði bygdin til
gløgg og holukøkur.
Í Æðuvík siga tey, at nú jólabygdin
er tendrað, fer bygdarfólkið í viku
skiftinum fram til jólar at hava sølu
av kaffi, vaflum og rísalamande í
kjall aranum í Missiónshúsinum.
Ætl anin er at selja kaffi og vaflur
fríggjakvøld og leygarkvøld – og
kaffi og rísalamande sunnukvøld.
Nú útibarnagarður ikki longur
er í Missiónshúsinum, ber væl til at
hava sølu í kjallaranum.
Jólabygdin dregur rættiliga nógv
avbygdafólk til sín, og ferðslan til
og úr Æðuvík meiri enn tvífaldast
hesar dagarnar, bygdin er upplýst
við alskyns jólaperum og pynti –
hugsandi eins væl og óhugsandi hjá
tí, sum ikki hevur vitjað í bygdini
eitt slíkt kvøld til jólar áður.
Landsverk hevur áður upplýst,
at miðalferðslan um døgnið til og
úr Æðuvík liggur um 350 akfør,
men í tíðini, tá bygdin er tendrað,
ferðast kanska einir 800900 bilar
um samdøgnið til og úr bygdini.
vilmund@sosialurin.fo
Jólabygdin
er tendrað
Í Æðuvík siga tey, at nú jólabygdin er tendrað, fer bygdarfólkið í vikuskiftinum fram til jólar
at hava sølu av kaffi, vaflum og rísalamande í kjallaranum í Missiónshúsinum
Æðuvík er eitt týðandi ferðamál
í Eysturoy, tá bygdin er upplýst
við alskyns jólaperum og
pynti í jólamánaðinum
Mynd: Hjalmar Juul