Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. november 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. november 2010 · Nr. 165 2 Sosialurin Jólaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Jólablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin, sum tú nú situr og lesur, er tað fyrsta blaðið í eini røð við áhugaverdum bløðum fram til jóla. Í hesum bløðunum er ætlanin at hava lætt jólatilfar, góð hugskot til jólagávur, tips til prýði, eins og fólk fara at siga frá ymiskum í sambandi við stóru hátíðina, ið stendur fyri framman. Bara fyri at nevna nakað. Tey komandi 11 bløðini fara vit eisini at lýsa ein hóp av føroyskum handlum og fyritøkum, og annað í tí sambandinum. Men fyrst og fremst er jólablaðið ein partur av stóru jólakappingini hjá Sosialinum “Ársins jólahandil”. Her fært tú, sum lesari møgu­ leika at velja henda handilin, sam stundis sum tú ert við í lutakastinum um ein sera góðan vinning ­ eina familjuferð fyri tvey vaksin og tvey børn við bili til Danlands. Nærri verður greitt frá hesi kappingini í stórari lýsing aðrastaðni í blaðnum. Við hesum 11 bløðunum vóna vit, at tú sum lesari kanst stytta tær stundir við Sosialinum. Ella sum vit plaga at siga tað: Halt jól við Sosialinum. 11 Jóla-Sosialar Smyrjibreyðsbúðin Bøgøta 14 · 100 Tórshavn · tel 32 16 18 Maturin til jólaveitsluna ...frá smyrjibreyðsbúðini sjálvandi Opið er soleiðis: Mánadag – fríggjadag: 8:00 – 17:30 1 Ársins jólahandil Jana Heinesen: Nú ringja kirkjuklokkur so hátt Tá eg varð spurd, hvønn jólasálm mær dámdi best, kom eg beinanvegin at hugsa um sálmin: "Nú ringja kirkjuklokkur so hátt". Ikki tí at hann altíð hevur verið mín yndis­ sálmur, men tí at hann um jólini 1999 gjørdist mær heilt serligur. Hetta vóru eini øðrvísi jól, tí eg hevði mist ein av mínum allarkærastu. Tá fekk eg ­ umvegis ein teldupost ­ eina heilsan frá einari sera góðari vinkonu við einum versi úr júst hesum sálmi, nevniliga vers 6, sum sigur: Um sorgin veg til hjarta títt fann, vár Jesus teg aldri gloymir, og jólaboðið grøða kann ta sótt, tú í barmi goymir. – Hetta var ein góð heilsan at fáa, og tað fløvaði, at onkur ­ mitt í "jólaresinum" ­ gav sær stundir at hugsa um onnur. Júst tað, sum Hann, ið føddur varð á jólum, ynskir at vit gera, sigur Jana Heinesen. Nú ringja kirkjuklokkur so hátt við himmalskum gleðiljóði: Tað stundar móti jólanátt, tá Jesus varð føddur hin góði. 2. Nú boðast friður víða um lond, nú verður hin sjúki grøddur, nú losna hørðu syndabond, tí Jesus í nátt varð føddur. 3. Tó myrkur fyllir dalar og skørð, og stormurin ýlir í gjáum, so fjakkar Jesus enn á jørð við sínum jólagávum. 4. Ei brim við strond, ei ísur í skor kann Jesusi forða vegin; hann stígur inn for fátæks mans borð, har lítil er jólagleðin. 5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn, blíð orð hann við gomul talar, hann klappar bleiku barnakinn, av himni tá gleðin dalar. 6. Um sorgin veg til hjarta títt fann, vár Jesus teg aldri gloymir, og jólaboðið grøða kann ta sótt, tú í barmi goymir. 7. Vit ung og gomul halda nú jól, vár Jesus vil øllum hýsa, hann er hin bjarta lívsins sól, um allar ævir skal lýsa. 8. Í Betlehem tann sólin upp rann, um heimin hon út mundi leita, at Føroya smáttum veg hon fann, tí tøkk vit tær, Jesus, veita. 9. Øll ung og gomul, samlist nú brátt og lýðið á gleðiljóðið: Tað var um halgu jólanátt, at Jesus varð føddur hin góði. (Símun av Skarði) – Tað fløvaði, at onkur – mitt í »jólaresinum« – gav sær stundir at hugsa um okkum, sigur Jana Heinsen Hetta er mín jólasangur Nú ringja kirkjuklokkur so hátt GÓÐ HEILSAN Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo