Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Aftur í ár skipar Føroya Sym­ foni orkest ur fyri jóla kon­ sert um. Konsertin er fyri alla familju na og skráin er fjøl­ broytt við jólaløgum, films­ tón leiki og felagssangi. Hesar konsertirnar eru blivin ein fastur tátt ur í virkseminum hjá sym foni­ orkestr inum og tær eru altíð fyrsta vikuskiftið í desember. Í ár verða tvær konsertir og tær verða í morgin, leyg ar­ dagin, í KÍ Høllini í Klaksvík og sunnudagin í Høllini á Hálsi. Báðar konsertirnar verða klokk an 16. Solistar á konsertini eru evnaríkir unglingar úr Musikk skúlanum. Marta Johannesen, spæl­ ir kenda lagið hjá Gluck, Danced of the Blessed Spirits og Billa Sandoy spælir vakra millum satsin úr konsert eftir Baer mann. Somuleiðis fara Kristina á Váli og Anna á Váli Smith at fram føra ein krevjandi sats úr dupultkonsert fyri tvær cell o ir eftir Vivaldi. Seinast, men ikki minst, spæla tey trý, Rúni Hentze, Ernst Remmel, Laila Poulsen kendu trioina Bugler’s Holli­ day. Á skránni til konsertina er umframt hettar, ymiskt jól a­ ligt og felagssangur. Harafturat fer orkestrið at spæla tónleikin til filmarnar “Pirat es of the Caribbean” og “Mission Impossible” og ann­ an kendan filmstónleik At enda fer stórt barnkór, við børnum úr Klaksvík, av Glyvr um, úr Vestmanna og úr Havn at syngja sangirnar “Um tú hittir jólamannin” og nýgg ja sangin hjá Steintóri Ras mus sen, “Kavaparadís” um framt aðrar sangir. Tað er Annfinnur Heine­ sen sum er frásøgumaður og Bern harð ur Wilkinson, sum stjórn ar. Atgongumerki eru at fáa á nlh.fo og í Kunningarstovuni. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Sunnudagin verður klárt at flyta inn í fyrstu lyklakláru hús ini, sum verða bygd í Suð­ ur oy. Tað er Sven Roest, sum fyrr í ár fór undir at bygg ja lyklaklárar íbúðir á Heiða­ trøð ini í Suðuroy. Fyrsta byggistig um fat ar fimm íbúðir og tann fyrs­ ta av teimum er nú liðug og eigarin, Bjarki Berg úr Hvalba, flytir inn sunnu­ dagin ella mánadagin. Eftir ætlan verður onnur íbúð in í hesum fyrsta byggi­ stigi eisini liðug heilt skjót og gongst sum ætlað, verða hinar tríggjar lidnar í summ­ ar. Seinni verður farið undir ann að byggistig, men enn er ikki greitt, hvusu nógvar íbúð ir, tað fevnir um ella, hvus su tað verður skipað. Eitt, sum verður um hugs­ að, er at lata eitt sambýli verða ein partur av øðrum byggistigi. Íbúðirnar eru púra klárar at flyta inn í, tí alt er liðugt, bæði innan og uttan og alt fylg ir við, bæði køkur, allar hvít vørur og enntá eisini post kassin. Íbúðirnar eru 98 fer metr­ ar til støddar og hava køk og stovu í einum, trý kømur, gang ur og baðiverilsi, alt hampu liga stórt og rúmligt. Annars er ein lítil hemsur, við teknik­ og goymslurúmi. Íbúðirnar kosta 1,290.000 krón ur at keypa og Sven Roest sigur, at nógvir fyri­ spurn ing ar hava verið. Í sambandi við bygg ing­ ina er stórur dentur lagd ur á at tær skulu vera so orku­ spar andi, sum gjørligt. Av tí sama hava tær flagtak, hita­ pumpu og gólvhita. Seinnapartin í morgin, leygar dagin, frá klokkan 13­ 17, ber til at síggja íbúðirnar. aki@sosialurin.fo Klárt at flyta inn í fyrsta lyklakláru íbúðina í Suðuroy ÍBÚÐARBYGGING Nú er klárt at flyta inn í fyrstu lyklakláru íbúðina í Suðuroy, men í næstum verða farið undir at byggja fleiri Nú um vikuskiftið verður sleppur fyrsti eigarin at flyta inn í ta fyrstu av fimm lyklaklárum íbúðum, sum verða bygdar á Tvøroyri ÍBÚÐIR Arbeiðstakarar Teir arbeiðstakarar, ið hava verið uppi í byggingini fyri Sven Roest, eru: Arkitektur: Albert Isfeld EL: Sp/f SIMO Málari: Martin í Nesi HVS: Demich P/F Útgrevstur: Páll Nilsen, GM-Flutningur og Sigurd Gudmundsson Jólakonsertir fyri alla familjuna FAMILJUTILTAK Hetta vikuskiftið heldur Føroya Symfoniorkestur tvær konsertir, sum eru fyri alla familjuna FAMILJUVINARLIGT Hetta vikuskiftið fer Føroya Symfoniorkestur at halda familjuvinarligar jólakonsertir í klaksvík og í Havn við jólaløgum, kendum filmstónleiki, barnakóri og øðrum tónleiki