fríggjadagur 3. desember 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 167 · 3. desember 2010
6
VIKUSKIFTI
Hann heldur tað vera púra óhoyrt,
at heilsusystirin ikki kannaði, hvat lá
aftan fyri, at hon hevði tað so ringt. Og
at tey ikki vendu sær til foreldrini.
Tey fingu avrit av frágreiðingini,
har var einki sagt um nakran kynsligan
ágang. Har varð nevnt, at heilsusystirin
hevði verið bangin um gentuna leingi,
men heilsusystirin tosaði tó ongantíð
við foreldrini um hetta.
– Haraftrat varð gentan avhoyrd av
politinum uttan nakran hjásitara, og
hon slapp ongantíð at lesa frágreiðing
sína. Tá var hon einans 15 ár. Hvar
er rættartrygdin? spyr Hans Eiler
Hammer.
Gentan knúst
Gentan var í pulvuri av øllum hesum
og helt tað vera hennara skyld, at pápin
varð skuldsettur, og systkini tikin úr
heiminum í næstan tveir mánaðir.
– Vit kunnu bara ímynda okkum,
hvussu hon hevði tað hesa tíðina. Men
lat meg undirstrika, at vit á ongum
sinni vóru óð inn á dóttur okkara. Hon
er eftir okkara tykki blivin misskilt og
missbrúkt av rættartrygdini í sam
felagnum. Tað er heilsusystrin fyrst og
fremst, sum hevur svikið sína uppgávu
og síðani fleiri við henni.
Aftaná fekk gentan hjálp og fekk tað
betri. Ta hjálpina útvegaði barnaverndin
ikki, men foreldrini sjálv.
Í summar valdi familjan hjá Hans
Eileri Hammer at flyta aftur til Føroya.
Tey eiga hús á Nesi. Hans Eiler Hammer
flutti ikki heim í fyrsta umfari, og elsti
sonurin er í útbúgving í Noregi.
Seinast í august bleiv dótturin
brádliga sjúk og varð beinanvegin send
úr Føroyum á Ríkissjúkrahúsið.
– Gentan varð beinanvegin løgd
undir skurð fyri høgt trýst í høvd
inum. Nú vísir tað seg, at hon hevur
borið uppá eina sjúku í fleiri ár sum
kallast IIH. Hetta er ein sjuka, sum
hevur sera mong sjúkueyðkenni, sum
vit kenna okkum sera væl aftur í.
Læknarnir siga, at sjukan hevur brotið
út av einum heilivági, hon hevur fingið
frá læknanum i Berlevaag fyri húð
trupulleikar. Hon hevði eitt trýst uppá
43, aftaná at hon var skurðviðgjørd
fyrstu ferð, tað skal liggja á umleid 15.
Hon hevur tað gott í dag, sjálvt um hon
hevur fingið ein varandi eygnaskaða,
sum hon má liva við og ein ventil í
høvdið, sum skal halda trýstinum niðri.
Men vit eru takksom fyri, at hon hevur
fingið ta hjálp, sum henni tørvaði, og at
hon nú er í góðum og tryggum lækna
hondum. Sjálvt um sjúkan hevur givið
okkum mong svar uppá mangar spurn
ingar, so er tað eisini svárt at vita, at
hon mátti ígjøgnum hetta vegna skeiva
læknaviðgerð. Men hesum taka sakfør
arar okkara sær av í løtuni.
Ein ræðulig tíð
Hans Eiler Hammer sigur, at tað var ein
ræðulig tíð, tá ið børnini vóru frátikin
teimum. Tey kundu fara til bygdina, har
børnini vóru og vera saman við teimum
ein dag av og á.
– Vit livdu tá næstan sum flóttafólk,
feraðust aftur og fram og hildu nógv
til í eini smáttu, sum vit eiga uppi í
fjøllunum.
Rættarskipanin í Noregi er ikki tann
sama sum okkara.
Málið kom fyrst fyri í eini fylkis
nevnd, sum í fyrsta umfari gav barna
verndini viðhald. Nevndin segði, at for
eldrini vóru so illa fyri, at tey ikki vóru
før fyri at taka sær av børnunum.
Aðru ferð kom fylkisnevndin til heilt
aðra niðurstøðu. Barnaverndin fekk av
at vita, tí hon hevði ikki heimild til at
taka børnini, segði fylkisnevndin.
Annars setti barnaverndin ein ser
kønan sálarfrøðing at tosa við familj
una, og hesin sálarfrøðingur helt ikki
grundarlag vera fyri at taka børnini frá
foreldrunum.
– Hon skrivaði eisini, at hon sjáldan
hevði sæð so stóran kærleika millum
børn og foreldur, og at elsta gentan als
ikki mátti fara burtur frá foreldrunum,
sigur Hans Eiler Hammer.
Hevnd
Hans Eiler Hammer hevur alla hesa
tíðina hugsað aftur og fram um, hvat
alt hetta skuldi til. Tað verður tó bara til
gitingar, ið ikki kunnu prógvast.
Hann heldur tað vera mest sannlíkt,
at málið snýr seg um hevnd ella takkar
løn.
Tað kann vera trupult at vera prestur
í eini lítlari bygd.
Sum hjásiti hjá eini kvinnu í einum
rættarmáli kom hann upp á tvørs av
einum manni, hvørs pápi var besti
vinur við formannin í barnaverndini.
Kvinnan fekk viðhald, og hinir báðir
høvdu rópt eftir Hans Eiler Hammer, at
hetta fóru teir ikki at gloyma honum.
Vinmaður formannin í barnaverndini
hevði eisini sagt, at hann visti alt um
Hans Eiler Hammer, og at seinasta orð
ið ikki varð sagt enn. Hesin sami maður
eigur eisini tær myndirnar, sum vóru
at síggja á øllum vikubløðum, tá hetta
málið kom alment út.
Framtíðin óviss
Meðan tey øll vóru saman heima í
summar, høvdu tey stundir at hugsa
um, hvat framtíðin hevur at bjóða.
– Tað styrkti meg nógv, at kirkjuráðið
í Berlevaag einmælt samtykti at stuðla
meg fult og heilt, og tað sama hava
bæði bispur og próstur sagt alment.
Hevði tað ikki verið, hevði tað verið
trupult at hildið fram í Berlevaag, sigur
Hans Eiler Hammer.
Familjan hevur trivist ógvuliga væl
í Berlevaag, har náttúran er so stórbar.
Summi av børnunum toldu tó illa full
komna myrkrið um veturin, men tað
var til at liva við.
– Børn, sum uppliva slíkt, sum okk
ara børn hava upplivað, verða merkt
fyri lívið. Tey høvdu tað gott í Noregi,
men nú tey hava verið heima, høvdu
tey yngstu lítlan hug at fara avstað aft
ur. Minnini eru so ring.
– Tað er meira enn margháttligt, at
eg sum stovnari av Kris, skuldi verða
lagdur undir at fremja kynsligan ágang
móti børnum. Og vit, sum hava lagt so
nógva orku í at læra børn okkara at seta
mørk, sigur Hans Eiler Hammer.
Kirkjuráðið í Berlevaag hevur sam
an við tí kirkjuligu leiðsluni biðið hann
um at halda fram sum prestur í Nord
Hålogaland bispadømi, men nú hevur
hann tikið endaliga støðu um at flyta
heim og hevur tí sagt seg úr starvi og
hevur enntá fingið besta skoðsmál frá
sínum núverandi arbeiðsgevara. Fam
iljan vil helst vera í Føroyum.
Hans Eiler Hammer hevur ikki hug
í løtuni at søkja nakað prestaembæti
aftur í Føroyum.
– Nú eg komi heim aftur, fari eg
fyrst og fremst at hava ein langa feriu
og halda jól saman við familjuni fyri
fyrstu ferð í 13 ár uttan at skula til ar
beiðis. Annars fari eg væntandi at gera
okkurt heilt annað, sigur hann. Eg vóni
í øllum førum ikki, at hetta málið skal
forða mær í at fáa eitt starv í Føroy
um, nú eg komi heim aftur, tí bæði út
búgving, royndir og skoðsmál eru góð
sigur Hans Eiler Hammer.
Á bønarinnar veingjum.
Til jólar 2008 gav Hans Eiler Hammer út
bókina »Á bønarinnar veingjum« hvørs
heiti skuldi vísa seg at geva nýggja
meining fyri Hans Eiler og familjuna.
Hann sigur, at tað hevur verið sera
styrkjandi at uppliva, hvussu mong
hava borið tey á bønarinnar veingjum
hesa tíðina. Kirkjulið og samkomur og
einstaklingar bæði í Føroyum, Noregi,
Onglandi og aðra staðir hava luttikið
í eini umfatandi forbønartænastu. Tað
eru vit sera takksom fyri, sigur Hans
Eiler Hammer.
mynd: Jens Kristian Vang
Vit livdu næstan sum flóttafólk, feraðust
aftur og fram og hildu nógv til í eini
smáttu, sum vit eiga uppi í fjøllunum