fríggjadagur 3. desember 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167
6
Sosialurin
Jólablaðið
Kristina Eyðbjørnsdóttir:
Føgur er foldin
- Jólini eru fyri mær, og nokk fyri tey flestu, ein heilt serlig
tíð. Eg elski jólini, og eg blívi í so “ekstra” góðum lag, tí eg haldi
at hetta er ein so friðsæl tíð, sigur Kristina, ið er ættað úr
Leirvík.
Eg elski tann “stemning” sum eg komi í, og allan henda
hugnan. Men tað er eisini nakað heilt serligt sum hendi á
jólum, fyri meg og fyri øll menniskju.
Tað at Jesus bleiv føddur í eini krubbu í einum fjósi, haldi eg
eisini hevur nakað serliga friðsælt yvir sær. Hann er Konganna
Kongur, men hann gjørdi einki serligt hóvasták burturúr. Men
eingin er sum hann, og fyri mær í dag er hann mín frelsari og
mín klettur.
Eg havi ofta ímyndað mær hesa náttina, tá hann bleiv
føddur; hvussu veðrið var; hvussu stemningurin var millum
tey fáu sum vóru har, tá ið hann bleiv føddur. Eisini tað hevur
nakað heilt friðsælt yvir sær, tí eg ímyndi mær at veðrið var av
tí allar besta. Eingin vindur, stjørnurnar og mánin lýstu yvir
alla markina, og gjørdi tað uppá tann mátan ljóst men eisini
hugnaligt. Eisini her var alt so friðsælt.
Tað er Føgur er Foldin sum eg altíð hugsi um, tá ið jólini
nærkast. Síðsta versið í hesum sangi er so deiligt, haldi eg.
Hetta, at tað kom ein friður á jørð, og vit skulu frøast, tí tað er
ein frelsari sum er føddur. Og tað er júst hetta sum jólini hava
at siga fyri mær.
- Mín Frelsari bleiv føddur tá. Og hvat kann vera meiri
friðsælt enn tað?, sigur Kristina Eyðbjørnsdóttir.
Føgur er foldin,
dýrdarríkur himin,
sæl er sálanna jorðsalferð.
Um allan heimin,
um allar ævir
tað syngjandi at himni ber.
Øldirnar fara,
øldir munnu koma,
ætt eftir ætt søkkir undir mold.
Ongantíð tagnar
ljóðið av himni,
sum gleðir sálir her á fold.
Einglar tað kvóðu
jólanátt for hirðum,
mann eftir mann hoyrdist sama lag:
Friður á foldum,
menniskja frø teg,
tær føddur frelsari er í dag.
(Ingemann 1850/J. Dahl 1912)
– Vit skulu frøast, tí ein frelsari er føddur. Og tað
er júst hetta sum jólini hava at siga fyri meg, sigur
Kristina Eyðbjørnsdóttir, ið er ættað úr Leirvík
Hetta er mín jólasangur
Frøi
Føgur er foldin
Jólagávur frá
Jógvani Weihe
Ein av litríku handlunum í høv
uðsstaðnum er P/f Jógvan Weihe
í Stiðjagøtu í Havn, sum selur
alt frá smáum pilkum til stórar
bátar.
Handilin varð stovnaður av
Jógvani Weihe, sum sjálvur ar
beiddi sum ferðandi sølumað
ur, áðrenn hann stovnaði sína
egnu fyritøku í 1991. Síðan 2004
hevur fyritøkan hildið til í stóra
virkisbygninginum við Stiðjagøtu
í Havn.
Handilsbygningurin
rúmar
einum hópi av ymiskum vørum
og hevur umboð upp á alt millum
himmal og jørð - alt frá hosum til
plattar av hoyggi og stórar Vik
sund bátar.
Í handlinum er eisini ein rúgva
av bæði arbeiðs- og frítíðarklæð
um at finna av kendum merkjum
sum Bergans, Helly Hansen og
Fjällräven. Eisini umboðar fyri
tøkan svensku arbeiðsklæðini
Tranemo.
Fyritøkan er kend fyri sítt
stóra úrval av arbeiðsklæðum og
fiskireiðskapi, bæði til vinnuna
og til frítíðarfiskaran, kamping
útgerð, eins og setepli og útgerð
til urtagarðsrøkt. Fyri at taka
burtur úr rúgvuni kunnu vit
nevna at fyritøkan eisini selur
t.d. ruskíløt, fløgg, skógvar og
stivlar, vakummaskinur, grillir
og terassuhitarar.
Í sambandi við jólini hevur
P/F Jógvan Weihe eina rúgvu
av góðum tilboðum og jólagávu
hugskotum.