fríggjadagur 3. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167
10
Sosialurin
Randi Jacobsen
Mánadagin fekk Fríða Eyst
berg Johannesen innskrivað
bræv við postinum. Brævið
var frá Skopunar kommunu,
og tað var eitt ætlanarskriv
um, at hon verður uppsøgd
úr starvinum sum leiðari í
barnagarðinum í Skopun.
Í brævinum stóð, at við
tað at hon hevði verið so
nógv burturi, var tað ikki
haldbart fyri kommununa
og barnagarðin, at hon helt
fram.
Fríða Eystberg Johanne
sen var málleys.
Fekk stóra
skurðviðgerð
Rætt er tað, at hon hevur
verið nógv burturi frá arbeiði.
Fyrr í ár var hon sjúkrameld
að, men fór til arbeiðis aftur
aftaná summarferiuna.
Í september varð hon løgd
inn á sjúkrahúsið og fekk stóra
skurðviðgerð og varð sjúkra
meldað í tríggjar mánaðir.
– Eg var klár at byrja aftur
1. januar, sigur Fríða Eystberg
Johannesen, sum tó ikki er
sligin út av uppsøgnini. Skurð
viðgerðin og avleiðingarnar
av henni fylla framvegis so
nógv í huganum.
– Alla hesa tíðina hevur
kommunan ongantíð sett seg
í samband við meg, eg havi
onga ávaring fingið og eri
ikki kallað inn til samtalu ella
nakað, sigur Fríða Eystberg
Johannesen.
Kommunan ætlaði at siga
hana upp frá 1. desember,
men tað gekk ikki, tí hon var
í sjúkrafarloyvi.
Hon er ikki greið yvir, um
aðrar orsøkir kunnu vera til,
at hon varð søgd úr starvi.
Bein í nøsini
Eingin samanbrestur hevur
verið, men Fríða Eystberg
Johannesen dylir ikki, at
hon og Gerhard Lognberg
ikki altíð hava verið samd,
og at hon er ein kvinna, sum
krevur, at reglurnar skulu
haldast, eitt nú tá ið starvs
fólk verða sett í starv ella
søgd eru starvi. Slíkt er ikki
altíð líka væl dámt.
– Tað kann eisini vera, at
tey halda meg kosta ov nógv,
tí eg havi høgan starvsaldur,
men tað hevði eg eisini, tá ið
eg byrjaði.
Enn
hevur
hon
ikki
sett seg niður at hugsa um
framtíðina.
Tá ið barnagarðurin læt
upp fyri fýra árum síðan,
søkti hon leiðarastarvið og
fekk tað. Hon flutti tá úr Dan
mark saman við familjuni
heim til Skopunar, har tey
bygdu sær hús.
– Nú veit eg einki. Vit
verða helst noydd at flyta
aftur, tí her tími eg ikki at
vera við ongum arbeiði, sigur
Fríða Eystberg Johannesen,
sum upplivir uppsagnina
sum,
at
kommunan
við
uppsøgnini hevur traðkað á
eitt liggjandi fólk.
Umframt leiðaran eru
tvey onnur starvsfólk í barna
garðinum søgd úr starvi.
Tær vóru báðar dagrøktar
mammur,
áðrenn
barna
garðurin læt upp fyri fýra
árum síðan og hava starvast
hjá kommununi í yvir 20 ár.
Fekk uppsøgnina
við postinum
Fríða Eystberg Johannsen varð mánadagin søgd úr starvinum sum leiðari fyri
barnagarðin í Skopun. Hon flutti heim úr Danmark til hetta starvið, tey bygdu í
heimbygd hennara, men nú verður hon helst noydd at flyta burtur aftur
Randi Jacobsen
Higartil hevur samkoman
Lívdin í Hoyvík hildið til í
leigaðum hølum, men herfyri
segði útleigarin leigumálið
upp,
og
Lívdin
gjørdist
heimleys.
Lívdin hevur í fleiri ár
átt eitt grundøki við Vegin
Langa. Økið er planerað, og
har er ætlanin at byggja stórt
felagshús.
–
Men
sum
tíðirnar
eru, hava vit útsett byggi
ætlanirnar,
sigur
Jógvan
Zachariassen, ein av leiðar
unum í Lívdini.
Í staðin fyri at finna nýggj
høli at leiga, helt samkoman
tað vera betri at keypa eini
hús til virksemi sítt. Húsini
eru ein stór sethús tætt við,
har samkoman skal byggja.
Skeytið er ikki undirskrivað
enn.
Jógvan Zachariassen vil
ikki upplýsa, hvat húsini
kosta.
Fíggjað við gávum
Húsakeypið verður fíggjað
við
peningagávum,
sum
Lívdin eins og aðrar sam
komur fær frá fólki.
Samkoman brúkar ikki,
at fólkini í samkomuni lata
tíggjund,
og
samkoman
hevur ikki skrásettar limir.
Í Lívdini eru alskyns
tiltøk,
og
til
samkoman
flytir inn í hús síni, verða
tiltøkini heima hjá fólki í
samkomuni.
randi@sosialurin.fo
Lívdin keypir hús
Samkoman Lívdin í Hoyvík fer fyrsta dagin at yvirtaka eini hús í Hoyvík til síni tiltøk
Randi Jacobsen
Tað dugir ikki bara at
samtykkja
lógarbroyt
ingar, um ikki ber til at liva
upp til hesar broytingar.
Í
januar
samtykti
løgtingið nakrar broyt
ingar í revsilógini.
Ein grein sigur, at
fólk undir 18 ár, sum
hava framt álvarsligan
kriminalitet,
kunnu
dømast til at fáa ein tvey
ára viðgerðardóm, um
hetta kann metast at
fyribyrgja fleiri nýggjum
lógabrotum.
– Eg varð ein dag
spurdur í rættinum, um
ein persónur í einum
ávísum
máli
kundi
dømast eftir hesi lógar
grein, men tað ber ikki til,
tá ið apparatið ikki er til,
sigur Finn Ougaard.
Tað er í Føroyum ikki
so nógv ung fólk, sum eru
langt, langt úti í kirminali
teti, og bara ein viðgerðar
dómur
kann
hjálpa
teimum aftur á beint.
Men onkur dømi eru tó.
Lógargreinin er ætlað
unglingum millum 15 og
18 ár. Tað eru tey, sum hava
sera ilt við at laga seg eftir
lógum og reglum og hava
framt grovan kriminalitet
sum til dømis rán, harð
skap ella neyðtøku. Høvdu
tey ikki fingið viðgerðar
dóm høvdu tey verið
dømd treytaleysa fongsuls
revsing millum 30 dagar
og hálvtt annað ár.
Fyrsta stigið er at tey
eru tveir til seks mánaðir,
oftast tveir mánaðir á eini
meira ella minni aftur
latnari deild.
Næsta stigið er upp
hald á einum stovni í 12
mánaðir.
Har verður arbeitt við
at rætta upp á sosialu at
ferðina hjá tí unga, at læra
tey okkurt fakligt og læra
tey alt tað gerandisliga.
Tað ræður um at menna
persónin, geva honum
skúlagongd, seta hann í
útbúgving ella arbeiði,
finna eitt stað at búgva og
fáa sær frítíðarítriv.
Kann
tann
ungi
ella tann unga ikki liva
eftir
reglunum,
kann
viðkomandi sendast aftur
til stongda stovnin.
Rætturin
ger
av,
um ein unglingi skal
dømast til slíka viðgerð,
sosialu myndugleikarnir
tilmæla.
Eingi
tilboð
Í revsilógini
er ein regla
um at geva
truplum ung
lingum við
gerðardóm,
men landið
hevur onga
tilbúgving
Alt var sára gott, tá ið Fríða Eystberg Johannesen fyri
fýra árum varð sett í starv sum leiðari í barngarðinum, og
Gerhard Lognberg, borgarstjóri ynskti henni væl komnari
Tiltøkini hjá Lívdini hava verið ymsa staðni. Sunnudagsskúlin
hevur verið í skúlanum í Hoyvík