fríggjadagur 3. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 167 · 3. desember 2010
10
VIKUSKIFTI
Interview
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Starvsfólkini í sølubúðunum kring
landið fara so smátt at seta dagbløðini
á hillarnar hendan vetrarkalda
seinnapartin í oktober. Sum vanligt
hava blaðfólkini á Sosialinum og
Dimmalætting sitið og buldrað niður
á knappaborðið seinastu tímarnar, so
blaðið kann fara til prentingar til
tíðina.
Árið er 2005.
Høvuðssøgan er, at Torbjørn
Jacobsen, tingmaður, hevur verið
ávirkaður, meðan hann koyrdi bil.
Sosialurin skrivar, at ungdómar
vilja útseta fyrsta snapsin, tí tey ungu
fáa fyrsta snapsin ov tíðliga.
Dimmalætting boðar í sínari út
gávu frá, at Birgir Enghamar, sum
er formaður í fótbóltsfelagnum HB,
er dømdur 20 dagar í hefti fyri at
undirskriva arbeiðsgevaraváttanir
við skeivum upplýsingum.
Í meldrinum av gerandsligu og
politisku tíðindunum, sum dagbløðini
borðreiða fyri lesarunum, hevur
Dimmalætting prátað við ein vágbing,
sum tvær vikur framman undan tók
við starvinum sum landsliðsvenjari í
svimjing.
Nýggjur landsliðsvenjari setur
nýggja kós, stendur við stórum og
svørtum bókstavum á ítróttarsíðuni,
sum er aftarliga í blaðnum.
– Eg havi stórt sjálvsálit, og eg
veit, at eg eri væl egnaður sum lands
liðsvenjari, verður bersøgni venjarin
endurgivin fyri at siga.
Hansara dreymur er at venja ein
føroyskan olympiskan svimjara. Við
ongum kappingarhyli, og vánaligum
umstøðum annars, er hann farin undir
at røkka sínum máli.
Tað eru fá, sum vísa landsliðsvenj
aranum og samrøðuni stórvegis ans
hendan dagin. Vónleyst og arrogant
tvætl, halda fleiri.
Fimm ár seinni situr sami maður
fattur og róligur við køksborðið í
sínari lítlu íbúð í Vági og fyrireikar
enn eina venjing hjá nøkrum ungum
svimjarum í Suðuroy.
Hann hevur takkað fyri seg sum
landsliðsvenjari, og virkar nú sum
yrkisvenjari í Suðuroyar Svimjifelag.
Hann hevur vunnið sær serstøðu
millum máttmestu ítróttarvenjararnar
í landinum. Føroysk svimjing hevur
flutt seg fleiri míl nærri hansara
dreymi, síðan hann flutti aftur
til Føroya í 2005. Við glitrandi
heiðursmerkjunum, sum føroyingar
hava vunnið í altjóða kappingum,
hevur hann átt stóran leiklut í, at
føroyski hugburðurin til svimjing er
kollveltur.
Við slóðbrótandi venjaranum og
superbrandinum Páli Joensen á odda
kann føroyska tjóðin ikki annað enn
taka hansara ambitiónir í álvara.
– Sjálvandi visti eg, at tað ber
til, sigur Jón Bjarnason, nú fimm
ár eru liðin, síðan blaðgreinin varð
prentað.
Tí ber tað til
– Føroyingar hava søguliga livað
undir truplum korum, har tað ikki
hevur verið ríkligt av tilfeingi at taka
av. Fyrr var neyðugt at rógva út ella
fara í bjørgini fyri at fáa mat til dagin.
Føroysku landbúnaðarmenninir tóku
sum givið, at teir vóru noyddir at kíta
seg heilt út á markið fyri at yvirliva.
Eg havi altíð hildið, at føroyingar
eru eitt slag av supermenniskjum.
Serstaki eginleikin at stríðast fyri at
hóra undan mótburðinum er onkurs
vegna vorðin ein integreraður partur
av okkara fólkaslagi. Slíkan stríðs
hugburð síggi eg ikki í dønum og
øðrum. Eg visti, at føroyskir svimjarar
við hasum hugburðinum kunnu
svimja olympiskt gull til Føroya,
greiðir Jón Bjarnason frá.
Við einum vilja av stál, jarnharðari
disiplin og professinalismu fyri hvønn
millimetur, hevur hann smíðað svimj
arunum í Suðuroynni ein tryggan pall
at standa á.
Hvønn dag stendur hann á kant
inum við lítla svimjihylin í Vági við
stoppuri í hondini og leggur svimj
arunum lag á. Úrslitið er ein rúgva av
ungum og evnaríkum svimjarum.
Rókur í Jákupsstovu er næst
formaður í Svimjisambandinum.
Hann staðfestir fegin týdningin,
sum Bjarnason hevur fyri føroyska
svimjing.
– Teppið verður skrætt undan
svimjingini, um hann rýmir úr Før
oyum. Grundarlagið, sum hann hevur
bygt, fer í knús, tí eingin er førur fyri
at taka við stóru ábyrgdini, sum støð
an er. Vit skulu virðismeta, at hann
tímir at arbeiða í Føroyum undir
hesum umstøðunum, sigur Rókur í
Jákupsstovu.
Fór venjaravegin
Jón Bjarnason var millum fremstu
svimjararnar í sínum árgangi, tá
hann brádliga gavst at svimja sum 17
ára gamal. Orsøkin var einføld. Vágs
Svimjifelag, sum seinni legði saman
við Tvøroyrar Svimjifelag og fekk
navnið Suðuroyar Svimjifelag, kundi
ikki útvega honum ein venjara. Hann
hevði lítlan áhuga í at halda fram sum
venjari hjá sær sjálvum.
Tað stóð honum skjótt í boði at
gerast partur av venjaratoyminum
hjá Tvøroyar Svimjifelag. Miðskeiðis í
nítiárunum var hann ráðgevi hjá mill
um øðrum Shailu millum Garðarnar
– Eg hevði helst grátið, um tað varð gjørt upp, hvussu nógv eg
fái í tímaløn, sigur Jón Bjarnason, sum hevur offrað sítt lív
upp á svimjingina í Suðuroynni. Hann skal hava sín olympiska
gullvinnara, ger hann greitt. Vágbingurin er ein venjari í
heimsklassa, heldur næstformaðurin í Svimjisambandinum
BJARNASON
SKAL HAVA SÍN
OLYMPISKA
GULLVINNARA