Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167 10 Sosialurin Ársinsjólahandil Tróndargøta 23 | Tel. 311705 | fotbuni@fotbuni.fo | www.fotbuni.fo Sosialurin 341800 25 575,- Tamaris 475,- Tamaris 185,- Levante Starvsfólkini hjá Hoyrnini f.v.: Jutta Helgadóttir, stjóri, Sigmund Signarsson, søla- og bókhald, og Heidi Simonsen skrivari Mynd: Jens Kristian Vang Hoyrnin, sum er Føroya fyrsta einskilda hoyri­klinikk, ynskir at bjóða føroyingum ein val­møguleika til ta almennu hoyri­kli­nikk­ina. Hoyrnin leggur dent á at fyri­byrgja hoyri­ skað­um og at veita fólki við niðursettari hoyrn hjálp við t.d. per­sónligari ráðgeving og góðari tænastu. Tað er Jutta Helgadóttir, sum eigur og rekur klinikkina. Hon er útbúgvin hoyrnaatstøðingur frá Hoyriklinikkini á Vejle Sjúkrahúsið í 2003. Jutta sigur, at tað er sera umráðandi, at brúkarin kemøur væl frá byrjan við at læra at brúka hoyritólið til fulnar. Hoyrnin samstarvar við leiðandi fyri­tøkur í heiminum og verður javnan dagførd um nýggj­ astu tøknina. Umframt at selja hoyritól selur Hoyrn­in eisini formstoypta oyrnavernd til fólk, sum t.d. starvast við tónleiki, maskin­arbeiði ella á dagstovni. Oyrna­vernd er til øll, sum eru í umhvørvi við larmi. Til ber at bíleggja sær tíð hjá Hoyrn­ini til eina ókeypis hoyriroynd. Eisini kann ráðgevi frá Hoyrnini koma á arbeiðsplássið at greiða frá um larm og óljóð, og teir skaðar tað elvir til. Tað nýggjasta frá Hoyrnini eru tey spildur­ nýggju hoyritólini við BestSound Technology frá Siemens, sum øll eru vælkomin at royna ókeypis, sigur Jutta Helgadóttir frá Hoyrnini. Hoyrnin í Niels Finsensgøtu selur og veitir ráðgeving til alt sum hevur við hoyritól og oyrnaverd at gera. Hoyrnin – hoyritól og oyrnaverd