Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167 12 Sosialurin Leo Poulsen Eins og so nógva aðrastaðni hevur jólasøla vunnið sæti í Nólsoy. Tað er vorðin ein traditión, og hevur verið væl umtókt millum fólk Hesaferð eru tað 16 limir í Nólsoyar Heimavirki, sum hava gjørt ymsar heimagjørdar lutir til jólasøluna, sum hevur nógv ymiskt at bjóða. Jólasølan í ár verður í skúlanum í Nólsoy, og høvið verður sjálvandi at keypa kaffi og rís alamande. Jólasølan verður opin frá klokkan 16 til klokkan 20 leygardagin, og til ber hjá avbygdafólki at koma til Nólsoyar til høvið. Ternan siglir klokkan 13, 16.20 og aftur klokkan 19. Leo Poulsen Tað hevði sum vera man nak­ að av rubli og ófriði við sær, tá Poul Michelsen eitt sind ur óvæntað tók seg aftur sum limur í Fólkaflokkinum og gjørd ist leysgangari á Løg­ tingi. Fleiri røddir vóru tá frami í flokkinum sum funnust at ymiskum viðurskiftum í flokkinum. Rodmundur Niel­ sen, Heðin Zachariasen og Anni ka Olsen vóru tey mest fram trað kandi, sum tóku til orð anna tá. Í dag er sjógvurin eitt sind ur slætnaður í so máta, men Rodmundur Nielsen sig­ ur, at tað ikki eina og aleina var politiska støðan tá, ið fekk hann at orða seg, sum hann gjørdi. ­ Tað vóru privat viður­ skif ti, sum ávirkaðu meg rætti liga nógv tá, og høvdu utta n um viðurskiftini verið øðr vísi, er tað ikki vist, at orð ini høvdu fallið sum tey gjørdu, sigur Rodmundur Niel sen. Hann sigur, at hann ongan tíð hevur ivast í støðu síni, men at tað sjálvandi ikki ber til at spáa um framtíðina. ­ Tað lá ikki ligið fyri at taka sæti á Tingi tá Óli Breck­ mann fór í farloyvi, men nú eri eg tøkur aftur, og siti tí fyribils fyri Breckmann, sig­ u r Rodmundur Nielsen. Egið virki Sum kunnugt er Rodmundur Niel sen stjóri fyri egnum virki, og tí liggur ikki altíð fyri hjá honum at møta á Tingi, sjálvt um hann er fyrsti eykalimur hjá Fólka­ flokki num. Eftir at rumblið hevði verið í kjalarvørrinum at útmeldanini hjá Poul Michel­ sen var í fleiri miðlum róð upp undir, at Rodmundur Niel sen umhugsaði støðu sína í Fólkaflokkinum, og at tað ikki var vist, at hann fór at taka sæti á Tingi aftur sum eykalimur fyri flokkin. ­ Eg førdi fram onkrar at­ finn ingar tá, og tær standi eg framvegis við. At eg um hugs­ aðu støðu mína í flokkinum hev ur kanska verið eitt sind­ ur yvirtulkað, tí eg kenni fram vegis, at eg eri har, sum eg eigi at vera politiskt, sigur Rod mundur Nielsen. Hann sigur, at hann ikki er greiður yvir, hvussu leingi Óli Breckmann hevur hugs­ að sær at havt farloyvi frá løg tings arbeiðinum, men at hann nú situr á Tingi fyri hann. ­ Eg eri jú heldur ikki so blá oygd ur at eg vænti, at eg sum varalimur á tingi kann seta dagsskránna hjá øllum flokki num, sigur Rod mund­ ur Nielsen. Í løtuni sita bæði Rod­ mund ur Nielsen og Kitty­ may Ellefsen á Tingi fyri Fólka flokkin, fyrrnevndi fyri Óla Breckmann, sum er í farloyvi, og Kittymay fyri Bjarna Durholm, sum fyri tíð ina er sjúkrameldaður. EG ERI HAR EG EIGI AT VERA Tað er rætt, at eg harmaðist um, at Poul Michelsen fór úr Fólkaflokkinum, og tað geri eg framvegis. Men eg eri hinvegin ikki so bláoygdur at vænta, at eg sum eykalimur á Tingi skal seta dagskránna hjá einum heilum flokki, sigur Rodmundur Nielsen Rodmundur Nielsen sigurm, at hann kennir seg væl í Fólkaflokkinum, og at hann er har, sum hann eigur at vera Jólasøla í Nólsoy Leygardagin skipa limir í Heimavirkinum í Nólsoy fyri jólasølu í skúlanum frá klokkan 16 til 20 Tað eru limir í Nólsoyar Heimavirki, ið hava hondgjørdar lutir til jólasøluna, sum í ár verður leygardagin í skúlanum