fríggjadagur 3. desember 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 167 · 3. desember 2010
12
VIKUSKIFTI
Tú ert eftirspurd til kjaksendingar.
Hevur tú serliga sterkar meiningar?
Veit ikki, um mínar meiningar eru serligari
ella sterkari enn aðrar. Eri uppvaksin
í einum demokratiskum samrøðu-
umhvørvi, har tað kravdist, at eg gjørdi
mær mínar egnu meiningar um tingini.
Og Jante varð tíbetur ongantíð boðin við
til borðs. So hatta við at »tale er sølv,
tavshed er guld« er nakað forferdiligt
tvætl, sum skal halda fólkinum niðri.
Tú ert útbúgvin lærari. Hví
vendi tú tí yrkinum bakið?
Eg undirvísti í sjey góð ár. Tá eg kendi, at
rutinan tók yvir, vildi eg royna nakað annað.
Næmingar hava krav upp á lærarar, sum brenna
fyri gerninginum! Men tað kann saktans vera,
at eg fari í skúlan aftur, tí eg elski at undirvísa.
Tú hevur fingið viðurkennandi orð
fyri at vera tann journalisturin,
sum fyrst varpaði ljós á CTD.
Hvat merkir tað fyri teg?
Tað prógvar bara enn einaferð, hvussu
umráðandi tað er, at vit eiga miðlar, sum
kunnu fara afturum viðhvørt. Hetta var eitt
ómetaliga fløkt mál, sum snúði seg um nógv
meira enn bara CTD; líka frá granskara- og
læknafáfongd til milliardainntøkur, atgongdina
til føroysku ílegurnar og imperialistiskan
hugburð til ríkisfelagsskapin. Og so er
tað sjálvandi ein lætti, at omanfyri 100
føroyingar hava fingið eitt nýtt lív:)
Hvat er besta ferðamál, tú hevur vitjað?
At ferðast aftur í tíðina til Egyptalands
saman við manni og børnum, sum tá vóru
9 og 11 ár, var ómetaliga spennandi.
Kunnu vit vænta at síggja teg í
landspolitikki í framtíðini?
Eg verið ofta biðin um at stilla upp, og
tað er eisini freistandi viðhvørt. Men tað,
at politikkur ofta kann vera so ljótur og
skitin, ræðir meg. So eg ivist enn.
Hvørji fimm ting fært tú illa livað
uttan í gerandisdegnum?
Fartelduna, fartelefonina,
mineralputur, mascara og tónleik.
Hvørjar fimm matvørur skulu
altíð vera í køkinum?
Kaffi, ostur, breyð, hvítleykur, súrsøt chilisós.
Hevur tú nakran óvana?
Eri meira enn smáneurotisk um breyðmolar.
Skeri helst breyð yvir vaskinum!!!
Hvat er tað besta við at
vera blaðkvinna?
Kenslan, tá eg haldi meg hava gjørt eitt
gott arbeiði. At uppliva so nógv ymiskt
og at hitta nógv spennandi fólk.
Hvat er tað keðiligasta við tí starvinum?
At man ofta ikki fær tíð at gera sítt besta
– og tí má senda tað næstbesta avstað.
Hvat hevur mest at siga, tá
tú fert í eitt nýtt starv?
At tað er meiningsfult fyri meg sjálva
og hevur góða ávirkan á samfelagið.
Hvat er tað
besta og versta
við Havnini?
Tað besta er
svimjihøllin. Tað
versta er, at
Konditaríið ikki
er til meira.
Hvat kann fáa øði í teg?
Irritatiónsmoment nummar eitt er, hvussu
ómentaður okkara fremsti mentanarberandi
miðil til tíðir er. Eg hati eisini, tá børn mugu
taka til takkar við tí næstbesta, so sum
útbrendar lærarar, skoddmat á matstovum
osv.. Og so leiki eg í, tá religiørlingar vilja seta
standardin fyri, hvat er sømiligt og ósømiligt
í mínum lívi (rúsdrekka, halgidagar, sex osv..)
Hvat er gott í Kringvarpinum
(burtursæð frá »Dilemma«)?
Har er sera nógv gott: Eygsjón, Skannarin,
Við havnarlagið, Refleksjón, In Mente,
tá Suni Merkisstein spílar seg út og
góðu dokumentarsendingarnar.
Hvussu nógv fyllir mentan í lívinum?
Øll frítíðin er fylt við mentan: Tónleikur
í útvarpinum og á iPoddinum, filmur
í sjónvarpinum, konsert, sjónleik ella
framsýning í vikuskiftinum, matmentan til
máltíðirnar, bøkur á songjarborðinum og
ferðir í feriunum. Størsta andsøgnin er, at
hóast flest øll brúka næstan allan tøka
peningin til mentanartilboð, verður mentanin
raðfest so aftarlaga politiskt og í miðlunum,
og kreativitetur so lágt í skúlunum!
Rigmor Dam
Jante ongantíð boðin við til borðs
lagt til rættis: Leo Poulsen
mynd: Jens Jákup Hansen
Hon er nógv eftirspurd sum ummælari, viðmerkjari og sum kjakluttakari.
Hon er útbúgvin lærari, men vildi royna nakað annað, tá rutinan tók yvir.
Sum blaðkvinna í Miðlahúsinum er hon millum annað vorðin kend millum
manna fyri at vera fyrsti journalisturin, sum varpaði ljós á CTD
Rigmor Dam, kunningarráðgevi og frílans blaðkvinna, luttakari í sendingini »Dilemma« hjá Kringvarpinum