Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167 Sosialurin Jan Müller Nuuk: Hetta er ein spennandi tíð við stórum avbjóðingum fyri Grønland. Altjóða íleggj­ arar og vinnufyritøkur standa í bíðirøð fyri at sleppa at kanna, hvat goymir seg í grønlendsku fjøllunum og nú eisini í undirgrundini til havs í Vesturgrønlandi. Hetta er tað ein kann kalla byrjanin til eitt vinnuævintýr av teimum heilt stóru. Politikararnir tosa um tað, vinnulívsfólk tosa um tað. Tað fer ikki dag­ ur, at miðlarnir ikki skriva og siga frá stóra áhuganum hjá útlendskum fyritøkum at koma til Grønlands at virka. Og eisini fólkið á gøtuni hev­ ur hetta á munni. Hóast høvuðsvinnan her í Grønlandi leingi hevur verið tað havið gevur, so bendir nógv á, at tað verður náms­ og kolvetnisvinnan, sum fer at gerast høvuðsinntøkukeldan hjá grønlendingum í fram tíð­ ini, tó at blokkurin úr Dan­ mark framvegis telur nógv í samlaða búskapinum. Ríkt Grønland er ómetaliga ríkt uppá alskyns mineralir, og tað eru hesi, sum útlendsku fyritøkurnar ein fyri og onnur eftir, úr Kanada, USA, Svøríki, Australia og Bretlandi vilja finna og framleiða. Her er m.a. talan um jarn, gull og enn tá diamantar. Her finnast mineralir, sum hátøkniligi heim urin hungrar eftir at brúka í framleiðsluni av nýggjari tøkni. Tosað verð­ ur eisini um at byggja eitt stórt aluminiumsverk, sum tó skal viðgera innflutt rá­ evni, fyri bara at taka nakað úr rúgvuni. Ongantíð áður eru latin so nógv loyvi til útlendskar fyritøkur, sum vilja brúka orku til at finna ráevnini og útvinna tey. Enn er alt hetta í síni byrj­ an. Kanningar verða gjørdar og útrokningar verða gjørd­ ar. Íløgur skulu gerast í milli arda klassanum. Onkrar verk ætlanir hava verið í gongd í nøkur ár og skulu nú endur skoðast. Í flogfarinum til Nuuk kanst tú lesa í grøn­ l endska blaðnum AG Grøn­ lands posten, at tørvur er at at fáa útlendska arbeiðsmegi til Grønlands, um ein nýggj og umfatandi námsvinna skal gerast veruleiki. Ein av yvirskriftunum er, at 5000 kinesiskir arbeiðsmenn skulu koma til Grønlands at arbeiða. Enn stendur einki um føroyska arbeiðsorku, men hvør veit, føroysk ar­ beiðs megi er kend fyri at vera so mobil og fleksibul, at tað upprennur helst tann dagur eisini, tá før oysk ir arbeiðsmenn og hand verk­ arar gerast part ur av grøn­ lendsku náms vinnu menn­ ingini. Tað vil tíðin so vísa. Kolvetni Tað mest ítøkiliga í løtuni í sambandi við at gera stór ar íløgur í ráevni í Grøn landi er leitingin eftir kol vetn­ um, olju og gassi í grøn­ lendsku undirgrundini. Tað var miðskeiðis í 70­un um, at fleiri øki vórðu til lut að oljufeløgum út fyri Disko­ víkina og boraðir vórðu fimm brunnar. Allir vórðu teir turrir. Tað skuldu ganga nógv ár til Statoil í ár 2000 boraði enn ein brunn í Vest­ ur grønlandi. Held ur ikki hann gav nakað úr slit. Nú skjótt 10 ár seinni hev­ ur skotska felagið Cairn Energy átikið sær at bora ein røð av brunnum. Tríggir eru boraðir í ár og hava teir av dúkað, at tað finst ein virk in kol vetnisskipan í undir grund ini. Nú er so bert eftir at gera rakstrarverdug fund. Cairn fer at bora fleiri brunnar aftrat komandi árini, møguliga einar sjey til tíggju brunnar. Men ikki nokk við tí. Hós ­ dagin lat grønlendska rá­ evni fyrisitingin sjey altjóða olju feløgum, teirra millum fleiri av heimsins størstu olju feløgum, nýggj loyvi at leita eftir olju og gassi í Vestur grønlandi. Ein kann tí væl siga, at hesin dagurin, 2. desember kann gerast ein merkisdagur, eitt vegamót í grønlendskari vinnusøgu. Tí hvør veit ­ við hesum loyvum, sum helst fara at hava við sær nógvar nýggjar brunnar ­ kann skjøtil setast á eina spildurnýggja vinnu í Grønlandi. Men helst liggur tað nógv ár frammi í tíðini. Sjey feløg Feløgini, sum hósdagin fingu handað loyvini á ein­ um hátíðarhaldi á Hans Egede hotelli í Nuuk, eru Cairn, Shell, Statoil, Dong, ConocoPhillips, Maersk, Gas De France og so grønlendska almenna oljufelagið Nunaoil, sum er borið felag í øllum loyvum. Hetta merkir, at felagið eigur í mesta lagi 12,5% lut í øllum loyvum, men skal ikki gjalda nakað til leiting og kanningar, áðrenn kolvetni verða funnin. Men tann dag eitt oljufelt skal útbyggjast, tá luttekur Nunaoil á jøvnum føti í útreiðslunum saman við hinum feløgunum í loyv­ in um. Vert er at bíta merki í, at her hava vit føroyingar valt eina aðra leið – í hvussu er fyribils. Vit hava valt tað al­ menna oljufelagið frá. Helst verður hetta eitt av kjak­ evnunum í Føroyum í fram­ tíðini. Spurningurin er, um vit her hava nakað at læra av grønlendingum. Ov stutt Áhugavert er eisini at síggja, at fleiri av feløgunum, sum eru við í leitingini í Føroyum eisini hava fingið loyvi í Grønlandi, her m.a. Statoil og Dong. Tað kundi verið enn eitt felag, men tað var ov stutt í royndunum at fáa loyvi í Grønlandi. Talan er um føroyska felagið Faroe Petroleum, sum hevði lagt stóra orku í at fáa eitt av loyv unum í Grønlandi. Men sum skilst var kappingin millum feløgini at fáa ávísar teigar so stórt, at nøkur vórðu við sviðiðsoð, teirra mill um føroyska felagið. Eisini vórðu krøvini sera stór bæði fíggjarliga, tøkniliga og um hvørvisliga. Tað vóru tó eisini før oysk andlit til steðar við hand­ an ina av loyvunum. Tað var stjórin í Statoil Faroes, Rúni M. Hansen, sum eisini stendur á odda fyri leiting hjá Statoil í norðurhøvum og í Norðurafrika. Hann er júst komin til Nuuk úr Egyptalandi og var við til at taka ímóti loyvi saman við umboðum fyri Shell og Gas De France. Enn ein føroyingur, sum tó ikki var til steðar í Nuuk, nevniliga landsstýrismaðurin í oljumálum, Johan Dahl heldur nýggju útbjóðingina vera so mikið áhugaverda, at hann hevur sent grønlendska starvsbróðurinum eina heils ­ an við ynski um góða eydnu. Johan Dahl hevur í sama viðfangi rætt hondina út til grønlendingar um at fáa samstarv í lag millum Før­ oyar og Grønland, tá tað um olju leiting og veiting av tæn astum og vørum til hesa vinnu ræður. Stjórin í grønlendsku rá­ evnisfyrisitingini, Jørn Skov Nielsen sigur við Sosial in, at Grønland hevur stórar vónir til eina framtíðar kol vetnis­ vinnu. Hann heldur eisini, at føroyingar og grøn lendingar eiga at víðka um samstarvið á hesum økinum. (Samrøða við hann og aðrar grønlendingar koma í Sosial in í desember og januar mán að) jan@sosialurin.fo Grønland leggur av álvara til brots við oljuleiting Oljuleiting Sjey altjóða oljufeløg fingu hósdagin handað nýggj leitiloyvi í Vesturgrønlandi. Hesi loyvini skulu vera grundarlagið undir at gera Grønland til eina oljutjóð um ikki so mong ár. Ein errin og fegin Jørn Skov Nielsen, stjóri í grønlendsku ráevnisfyrisitingini, nú sjey stór altjóða oljufeløg eru farin inn í leitingina eftir kolvetnum í Baffinvíkini Mynd Jan Müller 2. desember 2010 kann gerast ein merkis­ dagur, eitt vegamót í grøn lendskari vinnu­ søgu, sum dagurin tá grund ar lagið varð lagt til at gera Grøn land til eina olju tjóð