fríggjadagur 3. desember 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 167 · 3. desember 2010
13
VIKUSKIFTI
Nummarpláta fyri
seg – ella meg
Tað ber til at keypa sær sína egnu persónligu nummarplátu
á bilin. Tað eru fleiri, sum hava brúkt tann møguleikan, og
hava eitt persónsnavn ella firmanavn á nummarplátuni.
Her er ein bilur, ger tað stutt og greitt á nummarplátuni!
Latið okkum eina løtu her fyrst í
advent venda aftur til veruleikan,
til okkurt hugaligari enn politikk,
fakfeløg, fólkaræði, bankar og
danskarar.
Vit fara í vertshús. Ektað
vertshús við fólkum, sum drukku
seg full eina ferðina fyri nógvum
árum síðani. Høvdu eina stíva
kenning og javnaðu, tá tey rakn
aðu við aftur eftir døgurða dagin
eftir. Og javna enn í vertshúsum.
Nøkur eru flutt inn med alla.
Onnur í nakrar vikur ella
mánaðir.
Ársfjórðingsdrykkjumenn,
sum ikki høvdu stundir ella
motivasjón ella bara ikki tímdu at
fara úr skrivstovuuniforminum,
áðrenn teir løgdu í vaðið. Men
har, sum teir leitaðu sær vað, er
ov djúpt. Nú er ljósabláa skjúrtan
flekkut, gráu buksurnar fánaðar
nakað, og slipsaknúturin liggur
bundin í litfarna jakkalumm
anum.
Skemtarin og fyrrverandi MF,
Jacob Haugaard, sigur, at hann
fór í ball, tá hann var 17, og so
var hann heima aftur fyri at
skifta, tá hann var 28.
Í vertshúsum tosa fólk. Tey
tosa nógv, tey tosa hart, og tey
vita væl.
Í góðum vertshúsum er eisini
altíð onkur góð søga.
Minnist beint nú eina, sum
eg hoyrdi í einum vertshúsi í
Tromsø. Barrvørðurin, Motör
headfjeppari í svørtum klæðum
og Lemmyhári og motherfucker
skeggi, skilamaður. Hann visti
at siga um ein óvanliga kaldan
vetur norðast í Norra, norðan
fyri Tromsø. Hetta frættist so
suðureftir, heilt suður til Oslo.
Kuldin var øgiligur, segðist,
minus 42 stig.
Hetta hildu tey á einum
høvuðstaðareinglapressublaði
vera eina góða søgu, 42 stiga frost
í Norra. Beint á forsíðuna við
henni. Ein journalistur hugdi í
telefonbókina, tók eitt tilvildar
ligt nummar og ringdi til ein
mann har norðuri ígjøgnum í
myrkrinum.
Segði, hvør hann var, og
spurdi, hvussu kalt er í dag?
»Jú, bíða við, eg skal fara at
hyggja...«
»Minus 24 stig.«
»Bara 24 stig?« spurdi
vónbrotni verjin hjá fólkaræð
inum. »Her í Oslo hava vit hoyrt
um minus 42 stig.«
»Á, tú meinar, hvussu kalt, tað
er úti...?«
Tey eru mælsk á vertshúsum.
Ársfjórðingarnar tosa um politikk
og skaldsskap, duga heilar yrk
ingar uttanat. Biðja onnur halda
kjaft og ætla sær ikki til arbeiðis
aftur fyribils.
Tey eru allastaðni har úti í
framkomna heiminum, og her
hjá okkum eisini, vertshúsini hjá
teimum, sum tøma fløskurnar
og gløsini og stoyta ikki helvtina
í vaskið. Hjá teimum er glasið
ongantíð hálvtfult, men altíð
hálvtømt – í ein minutt Tey hava,
ólíkt so nógvum øðrum, eitt
endamál við lívinum, næsti javn
arin. Og tey halda á, so leingi lív
og heilsa eru og Gud vil.
At javna gevur bestu kenning
ina. Viðlíkahald og umvæling í
senn, uttan timburmenn.
Og allur annar rúsur er for
boðin og revsiverdur, uttan tann
gudiligi sjálvandi. Tað er ikki
revsivert at religiøsa seg upp um
gleðiboðskapin.
Einki er tó sum at vakna í
kirkjutíð hjá teimum kirkjum,
sum hava gudstænastu á mid
degi. Berja seg úr songini, finna
»Tarkus« og leggja orgulsjam
panjuna hjá Emerson, Lake og
Palmer á plátuspælaran, skrúva
upp. Og javna. Ikki við kirkjuvíni.
Seytjan ferðir til helvitis, sum
maðurin segði, áðrenn hann fekk
snarað proppin av vodkafløskuni
og drukkið dagsins fyrsta
javnara.
Bretar siga tað so væl: the hair
of the dog, that bit you.
The hair
of the dog
Umafturafturum
høgni djurhuus
Søguligur spaki!
Annika setir søguligan spaka í
Portal.fo
Rudda forsíðuna!
Mín jólabók er gul í ár
Dimma
Nýtt høvuðssæti?
Eik eigur nú Sjómansheimið í Runavík
Kringvarp.fo
Onnur flenna at Berlusconi
Berlusconi flennir í kíki at WikiLeaks
Dimma
Var hann burturblivin?
FC Suðuroy hevur funnið venjaran
Portal.fo
Bensin í hylinum?
Eldur í svimjihylinum í Kollafirði
Sosialurin
Tey standa saman í Miðeystri
Saudiarabia vildi hava
USA at leypa á Iran
Kringvarp.fo
Yes we can!
Barack Obama vil hava
lønarsteðg hjá tí almenna
Kringvarp.fo
Hvussu letur tað seg gera?
Runavíkar havn í Cannes
Portal.fo
Kundi ikki verið nógv verri
Norðurkorea hevur ein vin í verðini
Dimma
ranga
í
strúpan
Nú verður lag á manni
Arbeiðið at leingja flogvøllin er í gongd, og tað verða eftir øllum at døma stórar broytingar, tá
ið Vága floghavn hevur fingið nakrar hundrað metrar av flogbreyt afturat. Forkvinnan í Vága
Floghavn skrivar í øllum førum soleiðis í vikuni: »Ferðavinnan er eisini ein vinna, sum vit eiga
at satsa uppá. Tá flogvøllurin verður longdur og flúgvast kann beinleiðis til fjarskotin lond,
verða møguleikar eisini latnir upp fyri at fleiri ferðafólk koma at vitja oyggjarnar.« Og vit, sum
hildu, at tað bar til at flúgva út í heim, sum nú er, og at fáa fáa ferðafólk hendanvegin!
Gongur
harðliga
fyri seg
Suðuroyingar duga
at taka til – eisini um
tað onkuntíð skal
verða eitt sindur
ógvusligt. Okkara
góði kollegi í Sandvík
spardi seg ikki, tá ið
hann í vikuni skrivaði
um rottangar í Vági:
»Vágbingar fáa knívin
á barkan«, »annars
fellur hamarin«.
Ja, bæði knívar
og hamarar vóru
drignir upp í eitt mál
um rottangar...