fríggjadagur 3. desember 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167
Sosialurin
Týsdagin 7. desember fyllir
Hilmar Heinesen á Láargarði
í Havn 100 ár.
Hilmar er ættaður úr Mið
vági, sonur Rasmus Heinesen,
skómakara á Ryggi (1871
1950) og Sofíu, f. Petersen av
Steig í Sandavági (18771965).
Tey búði á Ryggi.
Tað gjørdist foreldrum
hansara skjótt greitt, at Hilm
ar var deyvur, og neyðugt
var at fara til Danmarkar
um hann kundu sleppa at
ganga í skúla, tí tað vildu for
eldruni! Funnið varð fram
til Deyvaskúlan í Fredericia.
Pápin fór tí við Hilmari í
1917 við DFDS skipinum
“Botniu” til Danmarkar. Dag
in eftir, at Hilmar var kom
in á deyvaskúlan, fór pápi
hansara heim aftur, og her
var Hilmar í 8 ár, áðrenn
hann sá familju sínu aftur.
Skúlin tilnevndi honum fost
urforeldur sum hann var hjá
í skúlafrítíðini.
Hann var bert einaferð
heima hesi árini, tað var í
1924, tá ið hann var heima
í feriu í 6 vikur, síðani fór
hann aftur á Deyvaskúlan
í Fredericia. Á ferðini niður
fylgdist Hilmar við Dagmar
Joensen Næs, sum var systk
inabarn hansara. Tey lógu
ein dag í Leith í Skotlandi,
og tá fóru tey ein túr til
Edinburgh. Hilmar minnist
væl, at tey vitjaðu Edinburgh
Castle. Í 1925 kemur systur
hansara Herdis til Fredericia,
har hon fekk húspláss. Á
deyvaskúlanum lærdi Herdis
teknmál, soleiðis at hon og
Hilmar kundu samskifta.
Hilmar verður fermdur í
Frede ricia, saman við øðrum
deyv um úr Danamark, tað
var í 1926. Tveir dagar seinni
fara hann og Herdis aftur
til Føroyar, hesaferð við
nýggja føroyska skipinum
“Tjaldur”.
Hilmar er nú heima hjá
foreldrunum og ger fyri
fallandi arbeiði, men í 1929
fer hann í snikkar læru í
Mið vági. Tíverri fyri Hilmar,
gjørdist tíðirnar so ringar,
at hann kundi ikki halda
fram sum lærlingur har og
mátti fara. Hetta var stórt
spell, tí honum dámdi sera
væl snikkaraarbeiði og var
framúr hegningur í hond
unum. Í 1929 keyptu tveir
brøð ur hansara bát, eitt
8manna far við motori, og
róði Hilmar út við teimum í
nøkur ár.
Men Hilmar vildi sleppa
skips. Mammubeiggi hans
ara, Sofus Petersen,á Steig
í Sandavági, eisini nevndur
Sofus á Steig, var skipari
í “Ondine”, sum hann átti
saman við Baslev & Goos í
Havn, og Hilmar bað Sofus
um at lova sær við. “Ondine”
var trýmastrað skonnart, so
kallað “fransaskonnart”. Um
várið vóru teir á Suður land
in um og koma fullfermdir
heimaftur. Síðani varð fari
til Grønlands og koma teir
fullfermdir heimaftur um
heysti. “Ondine” verður løgd
fyri teym á Vestaruvág, men
fór í einum ódnarverði á land
á Tinganesi og søkkur við
fiskinum í lastini. Hilmar
var til skips á hvørjum árið
til 1936 tá ið hann ikki fekk
nakran kans. Tíðirnar í tríati
árunum vóru ringar og tá
var tað ikki lætt hjá einum
deyvum manni at fáa hýru.
Á heysti í 1936 fer Hilmar til
Danmarkar, har hann fær
arbeiði sum “landbrugs lær
ling” á einum bóndagarði
tætt við Haderslev. Har er
hann í 3 ár.
Í 1940 verður hann for
paktari á “Hjemmet for Døve
Mænd“ í Nyborg. Til hetta
heimið hoyrdi stórur urta
og grønmetis garður og eisini
høsnagarður,
sum
deyvu
menninir á heimi num skuldu
passa, tí her fingu teir ein
part av kosti teirra. Hilmar í
5 ár í Nyborg og har mundi
hann blivi skotin. Hetta var
undir seinna heimbardaga
og Danmark er hersett av
týskarunum. Hilmar og ein
annar deyvur maður vóru
farnir ein túr á tandem
súkklu. Teir eru helst komnir
ov tætt har ið týskurin helt
til, og teir hoyra ikki, at tað
verður rópt eftir teimum
um at steðga, men súkkla
bara
víðari.
Týskararnir
gjørdi klárt at skjóta, men
onkur fær tó steðga teimum
og greitt frá at menninir
vóru deyvir. Hesum hevur
Hilmar ofta flent eftir seinni
í lívinum!
Í 1945 fer hann at arbeiða
á
einum
bóndagarði
á
Stendishede tætt við Sunds
í Miðjútlandi. Bæði bóndin
og konan eru deyv, tey eiga
5 børn, sum øll hoyra. Henda
familja hevði keypt jørð
úti á heiðini sum nú skuldi
veltast. Hilmar sigur, at
hetta var sera hart arbeiði.
Hann var her í fyrsta umfari
í 4 ár; men hann hevur øll
árini síðan havt samband við
hesa familjuna, hevur ofta
verið á vitjan har, og fleiri
døtur hava verið í Føroyum
og vitja hann.
Í 1949 fer hann heim aftur
til Føroyar í gullbrúdleyp
hjá foreldrunum í november
mánað, og árið eftir fer hann
við “Grønlandsfarinum” úr
Sørvági við Alexander Ortind
sum skipara, til Grønlands at
rógva út við bátum. Hann er
síðani aftur eitt ár í Danmark
á garðinum á Stendishede, í
1952 er hann tveir salt fiska
túrar eystanfyri við miðvágs
trolaranum “Varðberg”, síð
ani er hann á Stendishede til
flytir heim til Føroya í 1954
og verður verðandi heima
og býr í Mið vági hjá mammu
síni. Hann er nú fiskimaður
burtur av og er burtur á
hvørj um árið til 1970, tá ið
hann legðist uppi.
Í 1960 flytir hann til Klaks
víkar til systirsonin Dánjal
og Annu Nielsen at búgva,
og fer nú við “Tinganes”
til Grønlands við bátum,
skipari er Richard Jacobsen
í Klaksvík. Hann er við
Tinganes í 4 ár, men á heysti
í 1963 søkkur” Tinganes” á
Kappanum. Øll manningi
bjargast, og Hilmar fer um
borð á Vesturvón og verður
verðandi
við
har
túrin
út.Síðani er hann við línu
skipinum “Varðberg” úr Mið
vági til skipið verður selt í
1970.
Hilmar var raskur fiski
maður, og tá ið “Tinganes”
var sokkin spurdi skiparin
á “Vesturvón”, skiparan á
“Tinganesi” um hann kundi
vísa sær á einar tveir menn
sum kundi halda fram at
fiska við “Vesturvón”, tí teir
vóru nakað illa mannaðir,
og vísti hann honum tá
fyrst á Hilmar. Eisini hevði
hann góður gávur at skyna á
veðrið, og hetta hevði stóran
týdning, tá ið man róði út
við bátum í Grønlandi. Ein
dagin, tað fyrsta árið hann
var við “Tinganesi” bað hann
formannin um at draga inn,
tí veðrið fór at versna, men
eingin á bátinum lurtaði eftir
honum, løtu seinni brann
hann á við nógvum vindi og
tað ein stravin túrur at koma
aftur til skipið. Eftir henda
dag lurtaðu teir altíð eftir
Hilmari, tá ið hann segði frá
ringum veðrið.
Frá 1970 til 1979 býr Hilm
ar í Norðagøtu, har hann
hevur fyrifallandi ar beiði ,
mest at smíðja, men eis ini
sum landformaður á út
róðrar báti.
Í
1979
flytur
Hilmar
til Havnar at búgva hjá
Kristianu og Marius Rein.
Í Havn ger hann eisini
ymiskt fyrifallandi arbeiði.
Í 1996 sleppur hann inn á
dagstovnin á Lágargarði, og
har hevur honum dáma so
sera væl. Har hevur hann
gjørt nógv við at arbeiða úr
ull, loyst úr lagdi, spunnið og
veva, og mangur gólvløbari er
komin úr hansara hondum,
ja sjálvt rokkin hevði hann í
sínari tíð gjørt til systur sína,
Kristianu, í Sandavági . Í 2007
sleppur Hilmar endiliga inn
á Lágargarð at búgva, tað er
hann sera glaður fyri og har
hann trívist væl, og á Lágar
garði eru øll góð við hann.
Hilmar var sera vikin í
Deyvafelag Føroya, har hann
fyri nøkrum árum síðani var
gjørdur heiðurslimur. Í nógv
ár er Hilmar húsavørður í
Deyvahúsinum, sum tá varð
bygt. Tað var eisini hann, sum
saman við øðrum deyvum,
tók stig til at fáa regluligar
deyvaguðstænastur í Føroy
um, og við góðari hjálp frá
Eyvind Vilhelm, varabispi,
sála, varð skipað fyri, at
dansk ur deyvaprestur kom til
Føroyar tvær ferður um árið
at halda guðstænastu. Nú er
føroyskur deyvaprestur og
guðstænasturnar fleiri og tað
gleðast øll um, men tað var
við sorgblíðni at Hilmar segði
danska
deyvaprestinum
Berthel Bønnlykke farvæl tá
ið hesin var í Føroyum og helt
sína seinastu guðstænastu.
Hilmar hevur dáma sera
væl at ferðast, og í nógv ár
fór hann hvørt summar við
skipið hjá Skipafelagnum til
Danmarkar at vitja vinfólk.
Hann fór í land í Ålborg og
ferðast suður í gjøgnum
Jylland og fór so umborð
aftur í Frederica. Eisini hevur
hann ofta verið til Nordisk
Døve Pensionistræf í øllum
norðurlondum og í Íslandi
í 1985, har hann heilsaði
uppá Vígdis Finnbogadóttir,
forseta
Íslands.
Hilmar
hevur verið á fleiri alheims
deyvarástevnum, m.a. Sveits,
Wales, ogí Hollandi.
Sigast má um Hilmar at
hann hevur havt eitt ríkt lív,
hevur upplivað sjáldsama
nógv, sjálvt um hann var
deyv ur frá barni av.
Føðingardagurin verður
hildin á Lágargarði frá kl. 15
– 17.
Kristiana Rein
Hilmar Heinesen 100 ár