Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 167 · 3. desember 2010 15 VIKUSKIFTI Uttanfyri og uttanum Tú sært við tað sama, tá ið tú kemur til ognina, at her er talan um eina heilt serstaka ogn. Arkitekturur og brúksvirði, handverk og snið ganga upp í eina hægri eind. Húsini eru sett í landslagið við skynsemi og vend móti ljósinum og útsýninum. Garaga, bilskjól og hús eru bygd sum ein heild, og nógv er gjørt burturúr, at húsini hava gott samband millum inni og úti. Hurðar, vindeygu og trappa eru til túnið, urtagarðin og útigólvini, og fleiri smá rúm eru uttanfyri til amboð og havamøblar. Sera snøggi og væl bygdi urtagarðurin er lættur at halda og undirstrikar heildararkitekturin á allari ognini. Húsini standa sera væl fyri í friðarligum, vøkrum og veðurgóðum umhvørvi í miðbýnum, har stutt er til alllar hugsandi stovnar, handlar og tænastur annars. Ljós og luft – stílur og snið Stóru panoramavindeyguni geva tær eitt einastandandi útsýni yvir nærumhvørvi og ein part av Havnini, og tú kennir teg sum eitt við umhvørvið, tí tú kanst altíð fara út á útigólvini, ið eru út frá alrúminum og stovuni. Rúmini hanga væl saman og felagsrúmini venda móti útsýninum. Trivnaðurin er settur í hásætið, og húsini eru sera livilig. Alt er nýtt, ljóst og lekkurt og gjørt úr besta tilfari og við besta handverki. Her er einki at koma eftir. Tað er sjáldsamt, at alt er so fullfíggjað. Veggirnir eru hvítir og gólvini úr ahorn og lútaðari furu eins og loftini eru tað. Húsini eru viðlíkahildin og dagførd, so tey at kalla eru sum nýggj. Bilhús og skjól Eingin trupulleiki er at seta bilin, tí nóg mikið er av plássi. Tú fært straks eina fatan av, at her er alt væl hugsað ígjøgnum til eina frálíka heild. Sjálvvirkandi garaguhurðin fer upp, og tú koyrir inn í ljósu garaguna. Bilhúsið er sera snøgt, og har er eisini pláss til at arbeiða og fjasast við mangt og hvat til ítriv o.a. Innrætting Í ovaru hædd er inngongd, opin durur / trappugongd / hall, gongd, grovkøkur / vaskirúm við útgongd til snøggan hjall, køkur / alrúm / borðsstova við útgongd til stórt útigólv, stór stova við útgongd til útigólv / altan, baðirúm við brúsu og gosbaði og hjúnarrúm / arbeiðsrúm / sjónvarpsstova. Í niðaru hædd er stórt partvíst innilokað útigólv, inngongd, durur, gongd, fýrrúm, baðirúm, hjúnarrúm við stórum klædnarúmi, stova / kamar, 2 kømur og trappugongd. Fakta Addressa: ...........Traðavegur 19, Tórshavn Byggiár: .............1997 Hæddir: ..............2 Gólvvídd: ............uml. 250 m2 Grundøki: ...........643 m2 Hjallur: ...............a Bilhús: ................23 m2 + stórt bilskjól Ein heilt sjáldsom “liebhavaraogn” mitt í Havn Sí fleiri hús á inni.fo PF INNI Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Húsini eru heilt einastandandi til “beligginheit”, arkitektur, tilfar og handverk. Her gongur alt upp í eina hægri eind.