fríggjadagur 3. desember 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167
18
Sosialurin
betri
stýring
= størri
vinning
Í fleiri enn 30 ár hava vit støðugt ment loysnir til bókhald, roknskap og lønar
avgreiðslu. Vit hava saman við føroyska vinnulívinum vaksið okkum størri og
sterkari. Tørvurin á fíggjarstýring er støðugt vaksandi, og tí fara vit nú eisini at
bjóða kundum okkara MS Dynamics NAVskipanina (Navision). Saman við egnu
forritunum, Lundin Financials og Lundin Løn, hava vit nú røttu loysnina til
ein og hvønn tørv.
Nema vil vera varandi samstarvsfelagin, tá ið kundin leitar sær ráð um røttu
fíggjarstýringsloysnina, tá ið hann fær sær nýggjar figgjarstýringskipanir, ella
tá ið hann mennir og dagførir verandi loysnir. Við støði í tørvinum hjá einstøku
fyritøkuni bjóða vit eina viðkomandi og virðiskapandi tænastu.
Í Nema halda vit, at røtt ráðgeving og besta skipanin skapa frægasta úrslitið.
Tí fara vit nú at bjóða bæði Lundin Financials og MS Dynamics NAV. Við hesum
tryggjar Nema besta grundarlagið undir tí at finna røttu loysnina; bæði til
einmans fyritøkuna og til størri fíggjarstýringsloysnir.
Um størvini
Í sambandi við víðkaða virksemið sóknast vit eftir tveimum dugnaligum starvs
fólkum, ið skulu vera partur av deildini við fíggjarstýringsloysnum. Á deildini
starvast sølufólk, ráðgevar, supportarar og mennarar.
Hjá Nema fert tú at arbeiða við stórum kundaskara, ið m.a. fevnir um fram
leiðslufyritøkur, kommunur, tænastufyritøkur og bókhaldsvirki.
Hevur tú áhuga í fíggjarstýring? Hugsar tú í loysnum, og sært tú fyrimunir í
at gera arbeiðsgongdir smidligari og meira effektivar? So er tað kanska tær,
vit leita eftir.
Umsóknir við møguligum prógvum skulu áðrenn 12. desembur sendast til:
Nema, HRdeildin, Postsmoga 109, FO110 Tórshavn.
ella umvegis heimasíðu okkara á www.nema.fo/starvsmøguleikar
Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði. Vilt tú hoyra meiri um
størvini, kanst tú seta teg í samband við Árna Ellefsen, stjóra, á telefon 347 110
ella arel@nema.fo.
Navisionráðgevi og supportari
til ERPdeildina hjá Nema
Sølufólk/ráðgevi
Sum sølufólk/ráðgevi stendur tú fyri ráð
geving, kravfesting og at samskipa fíggjar
stýringsloysnir til kundar okkara. Tú hevur
áhuga í fíggjarstýring, tú hugsar í loysnum,
og tú sært fyrimunir í at gera arbeiðsgongdir
smidligari og effektivari. Tær dámar at hava
samband við kundar og hjálpa teimum at
finna bestu loysnina til júst teirra tørv.
Tú hevur royndir í fíggjarstýring/bókhaldi og/
ella grannskoðan. Tú hevur fyrimun, um tú
hevur viðkomandi royndir í Navision og/ella
Lundin Financials.
Supportari til Dynamics NAV (Navision)
Sum partur av supporttoyminum á deildini
við fíggjarstýringsloysnum samstarvar tú
við ráðgevarnar og kundarnar, tá ið nýggjar
skipanir verða settar í verk, verandi skipanir
verða viðlíkahildnar, og tá ið verandi loysnir
og mannagongdir verða mentar.
Í dagliga starvinum kanst tú vænta at hava
nógv samband við kundar og arbeiða tætt
saman við forritarum og ráðgevum.
Royndir við MS Dynamics Nav ella Navision
er krav til hetta starv.
Starvslýsing