Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 167 · 3. desember 2010 18 VIKUSKIFTI til arbeiðis Í 14 ár hevur Maria Vilhelmsen havt vælverutænastuna Cosméto, men tað eru 20 ár, síðan hon byrjaði at arbeiða við húða­røkt. Tá familjan flutti niður til Dan­markar fyrst í nítiárunum, tók hon sína útbúgving sum kosmetologur. – Eftir at eg var liðug við realskúlan í Vági, flutti eg sum ung til Havnar. Eg gjørdist trúlovað, gift, og vit fingu børn á lutfalsliga ungum árum. Tá vit so fluttu niður í 1991, var møguleikin at læra til kosmetolog til steðar, og eg fór í gongd beinanvegin. Maria tók sína útbúgving sum kos­ meto­logur í Keypmannahavn. – Útbúgvingin tók umleið eitt ár, og síðan arbeiddi eg í fýra ár í Danmark, partvís sum undirvísari á kosmetologskúlanum, har eg sjálv hevði lisið. Í 1996 fluttu vit heimaftur, og tá byrjaði eg sjálv mína egnu fyritøku. Í byrjanini leigaði eg meg inn til ein frisør í býnum, og vit arbeiddu undir sama taki í eina tíð. Hon leggur aftrat, at tað at arbeiða sum frisørur og kosmetologur eru tvey púrasta ymisk ting og tvær heilt ymiskar viðgerðir. – Frisørurin arbeiðir við hári, og vit arbeiða við húðini. Hjá einum frisøri koyrir alt við fullari ferð, men ert tú hjá kosmetologi, er alt ógvuliga dempað, og talan er um fullkomiligt »relax«, sum Maria Vilhelmsen tekur til. Allar viðgerðir Cosméto húsast undir góðum um­ støð­um í Niels Finsensgøtu 38 í Havn, har Tórs Cafteria var áður. – Her hava vit allar viðgerðir, sum hava við vanliga húða-og kropsrøkt at gera og soleiðis eisini negla-og fótarøkt. Vit hava ymiska vælverumýking, vøddamýking og aðrar serviðgerðir, eitt nú botox og restylane, har fylt verður undir húðina fyri at slætta møguligar rukkur og soleiðis gera húðina yngri. Vit hava viðgerðir við dampi, har andlitið verður reinsað og deyðar kyknur verða beindar burtur, og vit hava lasara, har til ber at fjala æðrar, sum kanska síggjast ov væl. At enda hava vit eisini tól, sum kann hita húðina upp í 70 stig og soleiðis drepur óynsktar hárrøtur, sigur Maria. Í hesi greinini ber ikki til at fara út í smálutir við øllum teimum møgu­ leikum, sum eru í Cosméto. Tá tú kemur innar, er stemningurin avslappaður, og hølini eru væl angandi. – Vit hava dygdargóðar vørur frá kendum veitarum innan húðarøkt, og vit veita vælverutilboð til ein og hvønn tørv. Okkara tænasta snýr seg um væl­ veru og vakurleikarøkt, og her verður kelað fyri sinni og skinni. Tú kennir teg frískan, tá tú fert avstað aftur. Vælvera og týdningur Maria Vilhelmsen sigur, at viðskiftafólkini hjá Cosméto eru í øllum aldri, men størstur er bólkurin millum 35 og 65 ár. – Vit hava eisini nógv ung fólk, sum koma á gátt og hava soleiðis eitt tilboð, sum vit rópa Ung Húð. Bæði gentur og dreingir í aldrinum 13-18 ár koma til okkara. Tey ungu vilja læra at fara væl um húðina. Hon sigur, at í summum førum eru tað mammurnar, sum vilja hava gentur og dreingir til húðarøkt. Talan kann vera um hormonell viðurskifti, sum Maria róptar tað, men mong ung koma eisini, tí tey eru bevíst um, hvønn týdning vælvera hevur. – Tey flestu, sum hava verið eina ferð, koma aftur, og soleiðis eigur tað at vera. Tá vinfólk frætta um, hvussu uplivilsið hevur verið, breiða ringarnir seg í vatninum, sum hon tekur til. Kosmetologurin sigur, at viðgerðirnar kosta ymiskt – alt eftir, hvussu umfatandi tær eru og alt eftir, hvørjar vørur verða brúktar. – Summar vørur eru jú serstakar og dýrari enn aðrar, men tær bíligaru viðgerðirnar eru eisini góðar, tí vit brúka bara góðar vørur. Maria Vilhelmsen sigur, at Cosméto hevur eitt tilboð tað, ið eftir er av hesum árinum, har fólk nú kunnu fáa eina andlitsviðgerð, sum vanliga kostar 299 krónur, fyri 199 krónur. Ein slík viðgerð tekur umleið ein hálvan tíma. – Viðskiftafólk kunnu soleiðis fáa andlits­ viðgerðir, sum kosta alt úr 199 krónum upp í einar 2000 krónur, sigur hon. Heil og leys Cosméto hevur tveir kosmetologar á fullari tíð og trý fólk, sum arbeiða partvísa tíð. – Eg havi sjálv nakrar serviðgerðir við burturbeining av hárvøkstri við hita og við lasara til viðgerð av æðrum. Síðan havi eg dugnalig fólk, sum koma í húsið at taka sær av eitt nú vøddamýking. Eisini havi eg ein dana, sum kemur til Føroya einar tríggjar ferðir um árið til botox-og restylane-viðgerðir. Maria Vilhelmsen ásannar, at tá tú hevur sjálvstøðugt vinnuvirki, er arbeiðsvikan mangan long, og leygardag er hon eisini til arbeiðis. – Men hetta er eitt áhugavert arbeiðs­øki, har tú kanst vera við til at hjálpa fólk til størri lívsgóðsku. Hon vísir á, at tá tú kelar fyri sinni og skinni, sum hon tekur til og undir avslappaðum um­støðum, kemur tú tætt inn at fólki. – Tú situr jú við andlitinum hjá viðskiftafólkinum í hondini, og sjálvandi leggur tú oyrað til. Ofta verður tosað um lívsstíl, rørslu, kost og svøvn, sum alt hevur stóran týdning fyri vælveruna. Royking eldur eisini húðina, og um fólk so eisini sova lítið og røra seg lítið, er eyðvitað, at hetta sæst aftur. Dáma motión Maria er gift Roberti Vilhelmsen, og teimum báðum dámar sera væl at vera úti og røra seg, bæði her heima og eisini tá tey eru uttanlands. Soleiðis vóru bæði í Athen fyrr í heyst og runnu maraton. – Okkum dámar rennitúrar, og okkum dámar stórbýarferðir, sum hon tekur til. Maria og Robert eiga trý vaksin børn og trý ommu-og abbabørn. – Eg byrji altíð dagin við gleði. Ein góður dagur er, tá eg fari til hús aftur við teirri kenslu, at tað, sum gjørt er, ger mun, sigur Maria Vilhelmsen, sum eigur og rekur Cosméto. lagt til rættis: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Kela fyri sinni og skinni – Tá tú situr við andlitinum hjá viðskiftafólkinum í hondini, verður ofta tosað um lívsstíl, rørslu, kost og svøvn, sum alt hevur stóran týdning fyri vælveruna. Royking eldur eisini húðina, og um fólk so eisini sova lítið og røra seg lítið, er eyðvitað, at hetta sæst aftur, sigur Maria Vilhelmsen, kosmetologur, sum eigur og rekur Cosméto Fakta Navn: Maria Vilhelmsen Starv: Kosmetologur Besta við starvinum: At eg havi gjørt mun Ringasta við starvinum: Tá fløkja er í kalendaranum Starvstíð: 1996 (Cosméto) Starvsfólk: 2 kosmetologar/ 3 fólk parttíð Staður: Niels Finsensgøta 38 Stjóri: Maria Vilhelmsen mynd: Vilmund Jacobsen Maria Vilhelmsen, kosmetolog, eigur og rekur vælverutænastuna Cosmeto