fríggjadagur 3. desember 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167
18
Sosialurin
Jólablaðið
Bulgaria verða Jólini nevnd “Koleda”,
ella meiri hátíðarliga “Rozhdestvo
Hristovo” – Jesu føðing, sum verður
hildin 25. desember.
Hetta er eitt rættuligt frávik
samanborið við hini ortodoksu
londini, sum halda jólini hin 6.
januar, á Trettanda degi.
Eftir bulgarskum siði er jólaaftan
hæddarpunktið í jólaføstuni, sum
er í døgunum áðrenn jól.
Jólaaftan eta bulgarar bara
nakrar lættar rættir. Men sjálvar
jóladagarnar eta bulgarar gjarna
nógv kjøt.
Ímillum jólasiðirnar í Bulgaria
er tað sonevnda “Koleduvane”, sum
fevnir um dreingjasangarar. Hesir
syngjandi dreingirnir byrja at vitja
húsini í grannalagnum um mid
náttarleitið jólaaftan. Við sær hava
teir syngjandi dreingirnir góðynski
um góða heilsu, ríkdóm og eydnu.
Ein serligur siður er, at tey kína
rygginum hjá fólki við ein serliga
prýddum jólastavi. Sum í so nógv
um øðrum londum, so verða húsini
nógv prýdd.
Tað ironiska var, at undir komm
unistisku tíðini var Frostabbin
rættuliga væl lýddur av kommun
istiska stýrinum. Tí hann kappaðist
við tey kristnu jólini!
Søren L. Bruhn:
Det kimer nu til julefest
– Í jólamánaðinum fyllir jólatónleikur altíð okkara heim.
Jólatónleikurin verður tikin fram, saman við jólaprýðinum.
Tónleikurin er besti mátin hjá mær at koma í jólahýri, sigur
Søren L. Bruhn, sum er búsitandi í Trongisvági.
Nógvir av jólasálmunum fanga, eftir míni meting
jólaboðskapin á ein einfaldan og effektivan máta, sum til dømis
reglan “Jólanátt, tá Guds orð fór í hold, varð ljósið úr erva birt
upp á fold” (Verð vælkomið Harrans ár). Boðskapurin um ljós,
gleði og vón, sum varð tendraður jólanátt.
Jólini hava altíð havt ein serstakan íblástur fyri rithøvundar
og tónasmiðir kring allan heimin til at skapa sonn meistaraverk.
Eitt satt meistaraverk er “O, Holy Night”, sum altíð rørir meg og
ger meg kenslubornan, tá hann verður sungin av dugnaligari
songkvinnu. ein vakur sangur og eitt vakurt lag.
Yndissálmur mín er eftir Grundtvig: “Det kimer nu til
julefest” (í føroyskari týðing: Nú ringja klokkur jólafest).
Lagið bergtekur meg hvørjaferð. Eg kann ikki lata vera við at
syngja ella bríksla tað. Eg verði altíð í góðum lag, tá eg hoyri
hann. Eg fái myndina av jólum í gomlum døgum við rossum
frammanfyri stórari sleðu í kavaklæddum landslagi. Ein
løtumynd, sum minnir meg um jól á Katholt við Emil, Idu,
Alfredi og Kommandusuni.
- Eg skal helst hoyra sálmin, áðrenn jólafriðurin fellur yvir
okkara heim, sigur Søren L. Bruhn.
1. Nú ringja klokkur jólafest,
tær ringja inn tann høga gest,
sum undir lágar lonir steig
við frið og fragd á nýársleið.
2. O, komið við til Dávids bý,
har einglar syngja undir ský.
Og gangið við á hagavøll,
har hirðar hoyra Guðs boð hvøll.
3. O, fara vit við stillum sinn'
sum hirðarnir til barnið inn,
við gleðitárum takki so
for miskunn Guðs og náðiboð.
4. O, Jesus, verøld víð og long
til vøggu royndist tær ov trong,
ov vesal, tó við gulli reidd
og perlustungin, silkibreidd.
5. Men sømdir, tign og gull á fold
er fyri tær bert støv og mold,
sum fjósføtt barn og reivað har
eitt himniskt lív tú keypti mær.
6. Heil so, mín sál, og ver nú glað
og halt nú jól í Dávids stað,
ja, prísa Guði hvørja stund
við dýrdarsong av hjartans grund.
7. Ja, syngið øll frá fjall' at strond:
Nú birtist ljós um skuggalond.
Og júst sum midnátthanin gól,
var Jákups stjørna vorðin sól.
8. Hann kom, ættfedra vón, á vál
við himnadóp og logamál;
og týðir barn um tún og ong
nú Dávids gátusjón og song.
9. Ver smáttugestur vár og skjól,
halt sjálvur í oss tíni jól,
tá skal við Dávids hørpuslátt
várt nýársljóð tær lova hátt.
(Ingemann 1850/J. Dahl 1912)
Hetta er mín jólasangur
jólafest
- Lagið til sangin “Det kimer nu til
julefest” bergtekur meg hvørjaferð. Eg
kann ikki lata vera við at syngja ella
bríksla tað. Eg verði altíð í góðum lag,
tá eg hoyri hann, sigur Søren L. Bruhn
Jólasiðir: Syngjandi
jól í Bulgaria
13