fríggjadagur 3. desember 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167
22
Sosialurin
Nú tá ið sáttmálasamráðingar
eru millum tey 5 fakfeløg
ini í almenna fakfelagssam
starvinum, Føroya Lærara
felag, Føroya Pedagogfelag,
Felagið Føroyskir Sjúkrarøkt
arfrøðingar, Havnar Arbeiðs
kvinnufelag og Starvsmanna
felagið.
Eg takið fult undir við
at okkara pedagogiska øki
og
fakfelagsrørslan,
fær
lønarhækking.
Eg haldið at tað er púra
burturvið,
at
landið
t.e
Fíggjarmálaráðið og Komm
unala Arbeiðsgevarafelagið,
ikki kunnu ganga við uppá
eina lønarhækking til fak
felagsrørsluna. At bjóða eina
nullloysn til fakfelagsrøðsl
una er fullkomiliga langt úti
og tænir ikki til nakað íkast
til okkara samfelag.
Føroyskir námsfrøðingar
fáa sum nú er ikki góða løn
og at fara at bjóða teimun
eina nullloysn, kann eg undir
ongum umstøðum góðtaka.
Skerjingarnar í komandi
fíggjarætaln hjá landinum,
er bert at gera støðuna verri
hjá tí vanliga fólkinum, tí allir
hesir skattir, sum vera sum
lagt oman á fólkið er drep
andi. Vit skulu heldur geva
nakað eftir og stegað sparingi
num og harvið fáa vit gongd á
fíggjarhjólini aftur.
Síðani kunnu vit hyggja
frameftir, tað er skilagóður
fíggjarpolitikkur. Eitt er vist
um tað sum nú fer fram í
okkara samfelag, kemur av
hava hópflyting av landinum
við sær og tað er tann ræðu
myndin sum eg stúri fyri.
Tí um verkfall verður fer
tað ikki at tæna nøkrum av
pørtunum. Vit vit øll hvussu
illa stødd fólkið verður, bæði
við atliti til sjúkrahúsverkini,
barangarðar og okkara skúla
øki, tað eru børnini og tey
veiku sum eitt verkfall fer at
raka mest.
Samstundis haldi eg at
báðir partar skulu taka atlit
til útjaðaran, havi sjálvur búð
í Vági í 27 ár og minnist væl,
hvussu avskorið tað var, tá
ið verkføll vóru í fleiri vikur
uttan nakað ferðasamband
við meginøki.
Hetta fer serliga í hesum
tíðum at gera stóran skaða
í Suðuroy og í Sandoy. Tí eri
eg ímóti at td. Smyril verður
lagdur. Men, hinvegin má eitt
møguligt verkfall geva úrslit
sum flyta mørk. So, nemt er
tað ikki.
Vit hava øll merkt sviðan
av heum sparingum og tað
hevur gingið út yvir okkara
veiku, t.e er eldri og okkara
børn.
Fari tí at heita á fíggjar
málaráðið og kommunala
arbeiðsgevarafelagið, um at
ganga við til ein skilaloysn og
at geva eina lønarhækking til
fakfelagsrørsluna.
Ræðumyndin er fólkaminking!
Levi Mørk
námsfrøðingur og javnaðarmaður
Kjak
Suðuroyarportalurin ringdi
og spurdi: Tekur tú undir
við eini lóg í eini verkfals
/verkbansstøðu, har økini í
landinum verða javnsett? Tá
svaraði eg, og helst fleiri við
mær: Taki undir við at økini
mugu javnsetast, men tað
skal ikki gerast við lóg í eini
arbeiðsósemju.
Tjóðveldi hevur fingið
formliga áheitan frá Suður
oyar Tjóðveldisfelag, eins
og Sandoyar Tjóðveldisfelag
alment hevur gjørt var við
seg, um tað ólukkuligu støðu,
at eitt møguligt verkfall
ella verkbann, rakar økini
í landinum so ójavnt. Sam
ferðslan til bæði Suðuroyar,
í Sandoynna og til Nólsoyar
verður avskorin, og harvið
verða hesi øki í minsta lagi
tvífalt rakt av avleiðingunum
av arbeiðssteðgi á almenna
arbeiðsmarknaðinum.
Havi eisini tosað við og sam
skift umvegis teldu við stórt
tal av suðuroyingum, sand
oyggjafólki og nólsoyingum.
Og tað er sjálvandi sera
væl skiljandi, at fólk gera vart
við seg og grundgeva greitt
og klárt fyri hesum ójavna –
og vísa á avleiðingarnar fyri
vinnulív, fólk og familjur.
Tað er eisini upplagt, at
Suðuroyarportalurin tekur
málið upp og setur nøvn á teir
politikarar, ið vilja lóggeva í
eini verkfalsstøðu, soleiðis at
skipini kunnu sigla.
Miðstaðarpolitikarar
móti útjaðara?
Í slíkari støðu mugu vit
eisini smyrja okkum við, at
vit sum siga greitt nei til við
lóg at fara inn í ein lógligan
arbeiðssteðg,
verða
løgd
undir at vera miðstaðarpoli
tikarar, sum ikki vilja hinum
økjunum í landinum væl.
Meðan aðrir politikarar
við
landsstýrismanninum
í arbeiðsmarknaðarmálum
á odda, nú knappliga skulu
vísa atgerðarmegi og siga
seg vilja leggja lógaruppskot
fram, tveir mánaðar eftir, at
sáttmálarnir fóru úr gildi. Og
tað er jú lætt at koma sum
ketta burturúr høvdatrogi,
fimm minuttir í tólv og
lova eitthvørt. Vit kundu
spurt, hvat forðar teimum
í at gera tað í samgonguni,
um tað er hetta sum lands
stýrismaðurin vil?
Tori at siga við vissu, at
landsstýrismaðurin og tey,
sum siga seg stuðla honum
í hesum, hava onki lógar
uppskot klárt, soleiðis sum
annars verður gyklað fólki
fyri. Og tey bíta negl, um
arbeiðssteðgur skuldi íkomið,
tí so verður avdúkað, at onki
lógaruppskot
kemur
um
hetta. Tí hví er uppskotið so
ikki lagt fram enn?
Ímeðan kunnu fólk so
spyrja andstøðuna á tingi og
onnur løgtingsfólk – heldur
enn at spyrja løgmann og
onnur í landsstýrinum, sum
hava møguleikan at gera
nakað veruligt við eitt slíkt
mál. Vit kundu sjálvandi valt
at svara uttanum, men svara,
tá vit høviskliga verða spurd
um eitt prinsippielt mál.
Skeiv adressa
Men adressan er altso skeiv.
Málið um samráðingarrætt
og verkfalsrætt á arbeiðs
marknaðinum, og hetta at
javnseta økini í landinum
viðvíkjandi samferðslu, skal
loysast við samráðingum
millum partarnar á arbeiðs
marknaðinum,
áðrenn
arbeiðssteðgur kemur í. Og
í hesum føri er landsstýrið
annar samráðingarparturin.
Núsitandi
landsstýris
maður í arbeiðsmarknaðar
málum, Jóhan Dahl, hevur
havt trý ár at loysa málið. Og
undan honum hevur hansara
samgonga við 21 tinglimum
havt onnur fýra ár at fáa eina
avtalu í lag – ella at lóggeva,
um orð teirra skulu takast
fyri fult,
Eftir seinastu arbeiðs
ósemju í 2003 –sum tá var á
privata arbeiðsmarknaðinum
– boðaðu allir flokkar frá, at
hetta mál mátti loysast við
samráðingum og málið var
fleiri ferðir umrøtt á tingi.
M.a. tók núverandi løgtings
formaður, Hergeir Nielsen,
málið staðiliga fram.
Tá á fyrsta sinni ein 4
ára sáttmáli varð gjørdur á
almenna arbeiðsmarknaði
num í 2006, vóru allir møgu
leikar til stundir at samráðast
um ein so grundleggjandi
spurning.
Tí sjálvsagt er tað so – eins
og gjørt hevur verið á øðrum
arbeiðsmarknaðarøkjum
– at um fakfeløg ella fak
bólkar skulu siga frá sær
verkfalsrætt á einum øki,
so krevur tað afturbering á
annan hátt.
Men onki hevur verið
gjørt í 8 ár. Her hevur á ongan
hátt verið víst rættstundis
umhugsni.
Skal loysast
av pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum
Og tí liggur málið millum
partarnar á arbeiðsmarkn
aðinum nú og frameftir:
Landsstýrið øðrumegin, ið
hevur 20 tinglimir aftanfyri
seg.
Og
feløgini,
sum
samráðast hinumegin.
Vit hava ta greiðu støðu,
at fer annar samráðingar
parturin, ið hevur tann valds
møguleikan, inn við lóg í eina
arbeiðsósemju, so er arbeiðs
marknaðurin og frælsi sam
ráðingarrætturin syndraður.
Tá verða avleiðingarnar djúp
tøknar og møguleikarnir fyri
eini siviliseraðari loysn á so
grundleggjandi spurningum,
skotnir langt út í framtíðina.
Tí kunnu vit í Tjóðveldi
sum andstøðuflokkur bert
gera hetta:
Heita á partarnar um at
finna
samráðingarloysn,
og heita á partarnar um at
taka neyðugu atlitini til at
javnseta økini í landinum í
einum møguligum verkfalli/
verkbanni. Partarnir hava øll
amboð til tess.
Leggja
uppskot
til
samtyktar fyri tingið um,
at landsstýrið í “friðartíð”
skal taka upp samráðingar
við avvarðandi fakfeløg á
bæði almenna og privata
arbeiðsmarknaðinum um at
javnseta økini í landinum tá
um samferðslu ræður, og fáa
hetta málið loyst. Og tað vilja
vit gera.
Høgni Hoydal
form. í Tjóðveldi
Um at javnseta økini í landinum
og rættstundis umhugsni