fríggjadagur 3. desember 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167
22
Sosialurin
Jólablaðið
Í Waffen SS
– søgan um Sverra Djurhuus
Ein av mongum føroyskum nazistum
Ein av mongum føroyskum nazistum
Óli Olsen skrivaði bókina Í Waffen SS - søgan um Sverra
Djurhuus.
Sverri Djurhuus (1920-2003) var ættaður úr Kollafirði, men
búði í Havn.
Stríðsárini var hann, har
harðast leikaði á – í Waffen
SS – og mangan toygdi
deyðin seg eftir honum.
Á
vígvøllinum
vóru
eisini
aðrir
føroyingar.
Teir verða umrøddir í høv
uðspartinum: "Aðrir føroy
ingar í SS"
»Nú krígsins kaldi veru
leiki fór at ganga upp fyri
okkum, vóru fleiri, sum
ynsktu seg heima aftur.
Men vit vóru harðliga
vandir, og nú var ikki at
bakka.«
Undir einum lítlum træi,
liggur... ein bókapakki!
Allarbesta jólagávan er hørð og fýrakantað og keypt í bókabúðini. Sosialurin
viðmælir nýggjar føroyskar bókaútgávur í hvørjum blað í jólamánaðinum.
Fiskabókin er ein kókibók við øðr
vísi uppskriftum upp á tað, sum
svimur í havinum kring okkum.
Kokkurin og høvundin Uni
Gullfoss, sum gevur bókina út í
samstarvi við Miklagarð, sigur
soleiðis:
– Tá ið vit hugsa um
fisk, hugsa vit vanliga
um klassiskar rættir, so
sum ræstan fisk, saltfisk,
stoktan fisk, frikadellur
og knetti. Hetta eru gamlir
og sanniliga eisini góðir døgurðarættir.
Men leggja vit í, so hava vit so ómetaliga nógvar aðrar
møguleikar, tá tað ræður um fisk. Døgurðin svimur beint fyri
føtur okkara.
Umframt vanligu fiskasløgini sum tosk, seið, skrubbu,
reyðsprøku, eru mong onnur fiskasløg, vit kunnu fiska og
borðreiða. Eitt nú hýsu, steinbít, kalva, hummara, rækjur,
krækling. Og hvørt fiskaslag kann gerast til á óteljandi hættir.
Tí er tað so spennandi at arbeiða við fiski í matgerð.
Í bókini eru millum annað tríggjar grindauppskriftir. Hetta
eru uppskriftir við farra av asiatiskari matmentan.
Fiskabókin
Maturin svimur fyri fótum okkara
Í Sherwood skóginum búgva
Robin Hood og káta fylgi
hansara av viðhaldsmonn
um. Teir eru friðleysir
menn og ræna frá teim
um ríka og geva teimum
fátæku.
Størsti
fíggindin
er sjeriffurin í Nott
ingham, men eisini
hjá honum endar alt
við sátt og semju,
og hann sleppur
at gera tað, honum dámar
allarbest: at eta.
Hetta er ein myndabók, ið minnir nógv um
teknisøgu. Tað er finnin Mauri Kunnas, sum hevur
skrivað og teknað søguna um Robin Hood, har allir
persónarnir eru okkurt slag av dýri. Hanni Bjartalíð
hevur týtt til føroyskt.
Til børnini
Robin Hood
Ein sera skemtilig bók
um Robin Hood og
sjeriffin úr Nottingham.
JÓLATIPS:
Kavaflykrur
Tær nýtist
• 1 eggjahvíta
• 2 súpisk. florsukur
• Sukur
Ger soleiðis:
Píska eggjahvítan sera harðan. Blanda florsukurið í.
Koyr blandingina í ein plastikkposa og klipp eitt lítið hol í eina hornið av posanum.
Tekna nú vøkur mynstur, sum til dømis kavaflykrur, hjørtu, einglar ella stjørnur. Stroy vanligt sukur
omanyvir og lat turka í nakrar tímar.
Ver varðin tá tú hongur prýðið upp, eftirsum tað lættliga brotnar.