Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167 Sosialurin Um Jákup Vestergaard landstýrismaður ikki lýsir fráboðaðu kunngerðina, um at hækka 50 tús. kr. inntøku­ marki frá aðrari vinnu, fyri útróðrarmenn í bólki 5A, fer Sjálvstýrisflokkurin at leggja lógaruppskot fyri løgtingið. Í trimum umførum hevur umboð Sjálvstýrisfloksins í Vinnunevndini reist spurn­ ingin um órímuliga kravið, ið er álagt fullriknum útróðrarmonnum í bólki bólki 5A. Hesir kunnu ikki hava inntøku omanfyri 50. tús. kr. árliga frá aðari vinnu enn útróðri. Hendir tað, verða teir flokkaðir í bólk B, sum bert hevur útróður sum parttíðarvinnu. Talan kann verða um menn, sum hava róð út alt sítt lív og eiga ein dýran útróðrar­ bát. Tá teir fylla 67 fáa hesir útgoldið Samhaldsfasta umframt grundupphædd av fólkapensjón, samlaða upphæddin er omanfyri inn­ tøkumarkið á 50 tús. Tá vánaligur fiskiskapur ella uppiløga forðar útróðri, kundi ein avloysaratúrur við línuskipi ella trolara verði forkunnugur. Somuleiðis er mangan tørvur á fólki at landa, tá frystiskip koma inn við stórari last. Inntøku­ markið forðar fyri hesum møguleika. Serliga órættvíst man tað kennast, um útróðrarmaður gerst sjúkur nakrar mánaðar, og í sjúkutíðarskeiðinum fær útgoldið meir enn 50 tús. í sjúkratrygging. Frá 1. september komandi fiskiár kann hesin fiskimaður ikki fáa útflýggjað eitt A­loyvi, men verður alt fiskiárið flokkaður í B­bólkin, hóast hann onki annað arbeiði hevur havt uttan útróður. Jákup Vestergaard hevur meir enn einaferð lovað, at kunngerðin skuldi koma skjótt og tilfarið til støðu­ takan skuldi verða greitt seinni í heyst. Nú er veturin komin og enn røkist onki fyri, at landstýrismaðurin lýsir kunngerðina. Er málið ikki avgreitt, áðrenn hetta árið er at enda komið, fer Sjálv­ stýrisflokkurin at leggja fram lógaruppskot, um at dagføra og hækka upphæddina. Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Umboð Sjálvstýrisfloksins í Vinnunevndini Fráboðan Dávid Isfeld Hósvík Íløgur: menning ella spiltir pengar Um vit bert tveita pengar út um miðstaðarøkini fyri friðs skyld, so mugu vit rokna við, at meginparturin av hes­ um sokallaðu íløgunum er burturspiltur peningur. Lokal­ politikarar hava gjørt hetta í áratíggir, uttan fyrilit fyri tí, ið kemur øllum føroyingum til góðar sum t.d. sjúkrahús og skúlar. Og uttan visjónir um menning ella framtíðar­ útlit hjá útoyggjunum. Fatanin av íløgum er, at tað fer at kasta okkurt av sær; antin peningaligan vinning ella menning av onkrum slag. Annars er talan um spiltan pening; og tað er tað, ið talan er um, tá tað snýr seg um útoyggjarnar. Kalsoyggin hevur fingið ikki minni enn fýra tunlar, 30 fólk pr tunnil á sinni, og hóast hetta er fólktalið minka, og einki nýtt virksemi er komið. Tosað varð einaferð um tunnil á Fugloynni. Ørvitiskapur. Í Hattarvík búgva 14 menn og 2 kvinnur við einum miðal aldri á 54 ár. Hvør trýr uppá, at henda bygd, og oyggin sum heild, hevur nakra framtíð? Svínoyggin verður óivað eisini avtoftað. Eg ynski ikki, at tað verður so. Eg síggi bara gongdina, sum hon er, og ásanni hví so er: Tað er moderniseringin. Nýggi størvini og nýggi livi­ hátturin. Sannleikin í hesum pástandi er ófrávíkiligur. Tað er hetta, sum politikarar og útoyggjafólk sjálvi, mugu fyrihalda seg til. Undan­ tøkini eru Viðoy og Kunoy. Her er fólkatalið hækkað. Hetta er møguliga vegna koyrisambandið til Borð­ oynna. Men um koyrisam­ band verður víðka til hinar oyggjarnar, fer eingin føroy­ ingur at hava ráð til ein bil. Hóast 100­tals mió. kr. eru nýttar til ferjulegur, tunlar, skip og rakstur av hesum tey síðstu 25 árini (bara Skopunarleiðin hevur kostað uml. 1 milliard. kr., og hon er ikki nóg góð sambært sandoyingum), er eingin menning ella fólkatilflyting farin fram á útoyggjunum. Tvørturímóti. Her eru nøkur tøl frá Hagstovu Føroya, sum vísa ófrávíkiliga veruleikan: Sí talvu Hetta er ein minking av fólkatalinum á smátoyggjum upp á 28,5%. Ikki er neyðugt at siga nógv meira um hetta. Gev tó gætur, at tað serstakliga eru kvinnur, ið flyta. Framtíð fram um fortíð Hvussu leingi tíma vit at gjalda 100­tals mió. kr. til ein vónleysan miðaldarligan útjaðara, ið doyr út uttan mun til íløgur? Verða peng­ arnir ikki betri nýttir, um teir fara til skúlaverk, heilsurøkt, eldrarøkt, gransking í t.d. varandi orkukeldum o.s.fr., sum er fyri allar skatt­ gjaldarar í Føroyum? Miðaldar búseting kostar ov nógv (annar og síðsti partur) Búseting í smáoyggjunum síðan 1985: Fugloy: 1985: 62 fólk; 2010: 38 fólk (28 m., 10 kv.).* Svínoy: 1985: 66 fólk; 2010: 40 fólk (24 m., 16 kv.). Kalsoy: 1985: 121 fólk; 2010: 109 fólk (58 m., 51 kv.). Hestoy: 1985: 58 fólk; 2010: 28 fólk (16 m., 12 kv.). Mykines: 1985: 28 fólk; 2010: 16 fólk (9 m., 7 kv.). Nólsoy: 1985: 315 fólk; 2010: 253 fólk (131 m., 122 kv.). Skúvoy: 1985: 87 fólk; 2010: 43 fólk (29 m., 14 kv.). * “m.” merkir “menn”, “kv.” merkir “kvinnur”. Smáoyggjar íalt: 1985: 737 fólk (393 m., 344 kv.) 2010: 527 fólk (295 m., 232 kv.) Rósa Samuelsen ætlar, at starvsfólk skulu sigast upp og búpláss leggjast niður á Ellis­og røktarheiminum á Tvøroyri. Hví stuðlar samgongan hesi ætlan?? Suðuroyar tinglimir, hvar eru tit?? Hví hoyrir mann einki frá tykkum?? Suðuroyggin hevur nóg fá arbeiðspláss, sum er, og bílistin til ellisheimið er nóg langur, sum er. Hví skal tann allarveikasti parturin av samfelagnum svíða undir hesum sparingum. Fyri tað fyrsta liggur Suðuroyggin geografiskt nokk so langt frá meginlandinum. Tað er ikki bara sum at siga tað at arbeiða í Havn og búgva í Suðuroynni. So vit lata bara Suðuroynna avtoftast enn meira, so hon til síðst er tóm? Fyri tað næsta er stórur tørvur á røktarheimsplássum á ellisheiminum. Men vit leggja bara nøkur búpláss niður, so tørvurin verður enn størri. HVAR skulu hesi fólk fara, sum standa á bíðilista? Skulu børnini passa tey sum í gomlum døgum? Skulu tey eisini flyta til Havnar? Veit ikki, um nakar skilir, men eingin veit, hvussu tað er at búgva í Suðuroynni uttan at hava roynt tað sjálvur. Hóast tað er trupult til tíðir, eru vit nøkur, sum trívast hersuðuri og ynskja ikki, at oyggin skal avtoftast. Ætlanin er á ein hátt kynisk!! Fyri at taka samanum: hetta er ein sera veikur partur av samfelagnum, sum verður lagdur undir spariknívin. Gomul fólk og starvsfólk vita ikki síni livandi ráð. Enn einaferð: hvar eru Suðuroyar tinglimirnir?? Rósa, hvussu kanst tú?? Hanna P. Vang