Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 167 · 3. desember 2010 2 VIKUSKIFTI Brotsgerðin Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað hevur gingið so væl við donsku sjónvarpsrøðini Brotsgerðini, at danir ætla at framleiða eina røð afturat, og ameri­kanarar sleppa næsta ár at uppliva Sarah Lund í sjónvarpi. Sarah Lund er løgreglukvinna, sum loysir fløktar morðgátur, og tað ger hon í føroyskari troyggju frá Guðrun & Guðrun. Ein triðja røð við Brotsgerðini skal framleiðast og sendast í 2012, skrivar blaðið Politiken. Danmarks Radio, sum hevur staðið fyri framleiðsluni av Brots­ gerðini, hevur ikki váttað, at ein nýggj røð skal gerast, men Politiken heldur seg vita við vissu, at talan verður um eina nýggja røð í 2012. Troyggjan til USA Næsta ár fáa amerikanarar eisini smakkin av Brotsgerðini. Tað er sjón­ varprásin AMC, sum keypt røðina, sum verður framleidd av nýggjum við ameri­kanskum sjónleikarum. Hetta er fyrstu ferð, at ein donsk sjónvarpsrøð verður seld til eitt sonevnt »remake« – eina endurinnspæling – í USA. Ein óloysandi partur av donsku røðini hevur verið føroysku troyggjurnar hjá Sarah Lund. Amerikanarar hava eisini staðfest, at troyggjan hevur stóran týdning fyri Sarah Lund, og tey hava skaffað sær troyggjur til amerikansku framleiðsluna. HJá Guðrun & Guðrun vita tey ikki endaliga enn, um amerikanska Sarah Lund eisini skal brúka teirra troyggjur, men sambært útsagnum í miðlunum bendir nógv á tað. Og hendir tað, fáa Guðrun & Guðrun kanska fótin fyri seg á amerikanska marknaðinum. Leskiligir lekar Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Hans Eiler Hammer / Jens Kristian Vang 2 Klumma: leskiligir lekar 2 Brotsgerðin til USA 4 Inteview: Hans Eiler Hammer 7 Tips: Fløgur 8 Bakgrund: Wikileaks avdúkar loynidómar 10 Interview: Jón Bjarnason 12 90 sekund: Rigmor Dam 13 Umafturafturum: Høgni Djurhuus 13 Skemt: Í rangastrúpan 18 Til arbeiðis: maria vilhelmsen 19 Tað hendir: Konsertir, tiltøk og annað 20 Miðlamjarr: Tað siga tey á Facebook og í miðlunum Ímynda tær, at onkur stovnar eina heimasíðu, sum hevur til endamáls at almannakunngera loynilig skjøl úr miðfyrisitingini, hjá ríkis­myndug­leikunum og stovnum ann­ ars. Ímynda tær, at tað einasta, sum krevst fyri at fáa skjølini kunngjørd, er at senda tey á teldu­postadressuna hjá heima­síðuni, sum so kunnger tey. Hvat hevði hent? Høvdu føroyingar, ið hava atgongd til afturlatin skjalasøvn, kent seg freistaðar at slatrað um óreiðiliga og órætt­vísa atferð hjá myndugleikunum? Høvdu vit tá fingið avdúkað sovorðið, sum vit ongantíð kundu ímyndað okkum fór fram handan leiktjøldini? Høvdu vit fingið innlit í, hvussu trýst verður lagt á embætisfólk í miðfyrisitingini, og hvussu politikarar veruliga eru handan almennu glæstrimyndina? Og høvdu vit í eini handavend fingið innlit í sovorðið sum fullveldis­samráðingarnar í 2000? Kanska høvdu vit tað. Og kanska hevði ein tílík heimasíða loypt sovorðnan hvøkk á myndug­leikarnar, at teir við stevningum og fútabannum høvdu farið í hernað ímóti heimasíðuni, um teir annars høvdu nóg langar armar til at fáa fatur á henni. Eitt føroyskt Wikileaks er sjálvandi ikki óhugsandi, og tankin um, at føroyingar fara at royna seg sum whistleblowers, tá teir koma fram á óreiðilig viðurskifti, er væl heldur ikki so fjarur. Fólk í umsitingum síggja so mangt, sum tey ikki kunnu siga, tí tey hava tagnarskyldu. Av ótta fyri avleiðingum siga tey tí onki, sjálvt tá tey koma fram á óreiðilig viðurskifti. Men nú Wikileaks við sínum umfatandi avdúkingum er farið í hernað ímóti heims­ins stjórnum, verður eitt nýtt kapitt­ul skrivað í journalistiskari søgu. Upplýsingar­aktivistarnir á netinum eru nógv meira ágang­andi, enn fjølmiðlarnir eru. Teir bein­leiðis eggja fólki til at avdúka óreiðiliga atferð, og heimsins stjórnir, ikki minst tann amerikanska, tykjast máttleysar, tí vónleyst er at skrúva fyri streyminum av avdúkingum á frælsa internetinum. Idealistarnir fegnast um gongdina, meðan onnur seta knyklar í brýr, tí er tað veruliga í lagi, at alt, sum finst í afturlatnum skjalasøvnum, skal al­manna­ kunngerast? Gera tílíkar avdúkingar størri skaða enn gagn? Ella eru tær neyðugar fyri at avdúka valdsmisnýtslu og stats­autori­ seraðar lygnir? Hetta fara journalistisk orðaskifti at snúgva seg um í framtíðini, og tann løgna støðan kann íkoma, at siðbundnu fjøl­miðl­ arnir kunnu fara at taka undir við myndug­ leikunum, tá myndugleikarnir siga, at upp­lýsingaraktivistarnir á netinum skaða heims­samfelagið, eins og Hillary Clinton hevur nevnt. Journalistiski vígvøllurin verður tá eitt stríð millum víðgongdu upplýsingar­ aktivistarnar øðrumegin og myndugleikarnar hinumegin, meðan fjølmiðlarnir so mugu velja, um teir skulu taka landsins áhugamál og trygd framum atlitið til at fáa sannleikan á borðið. Fjølmiðlarnir kunnu á hesum víg­ vøllinum gerast longdi armurin hjá myndug­ leikunum, og tá hava leskiligu lekarnir á inter­netinum av sonnum skapt nýggjar journalistiskar tíðir. INNIHALD klumman Uni Arge Brotsgerðin til USA Danir fara at framleiða eina nýggja røð av Brots­ gerðini, og næsta ár sleppa amerikanarar eisini at uppliva løgreglukvinnuna í føroysku troyggjuni Mireille Enos skal spæla Sarah Lund í amerikansku útgávuni av Brotsgerðini, og hon skal tí møguliga brúka troyggjur frá Guðrun & Guðrun