Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 167 · 3. desember 2010 8 VIKUSKIFTI Wikileaks Uni Arge ua@sosialurin.fo   Iranski Ahmed Amadinidjad er nú­ tíðarinnar Hitler, týska Angela Merkel ræðist konfliktir og er ókreativ, franski Nicolas Sarkozy er ein keisari í ongum klæðum, italski Berlusconi tímir bara at ballast, og Saudi Arabia vil hava USA at loypa á Iran. Gerið so væl, heims­ ins fjølmiðlar, hetta er tað, sum USA veruliga hugsar um sínar vinir og fígg­ indar, kundi felagsskapurin Wikileaks eins væl boðað frá, tá hann fyri viku síð­an almannakunngjørdi 250.000 skjøl úr 250 amerikonskum sendistovum og kon­sulátum á síni heimasíðu. Í tilfarinum, ið fór sum skógareldur upp á allar heimsins tíðindabreddar, var hópur av skjølum, ið USA ongan­ tíð ætlaði at kunngera, men nú er alt hongt upp at turka, og amerikanska stjórn­in er skakað. Wikileaks hóttir rætt og slætt heimssamfelagið og altjóða diplo­matiið við sínum avdúkingum, og av­leiðingarnar kunnu gerast óbótaligar, segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, eftir avdúkingina. So avgjørt ikki, svaraði Julian Assange, høvuðsmaðurin aftan fyri Wikileaks, bara stjórnir kunnu finna uppá at ør­kymla almenningin við tílíkum møsni. Útsøgnin hjá Hillary Clinton og svarið hjá Julian Assange vísa væl, hvussu valdsjavnvágin í heiminum er broytt orsakað av internetinum. Ein einstakur felagsskapur við fimm fólkum í føstum starvi og 1.200 sjálvbodnum hjálparum hevur trýst heimsins einasta stórveldi so nógv, at tað heldur alt heimssamfelagið vera hótt. Sovorðið plagdi USA einans at siga um virksemið hjá yvirgangsmonnum sum Osama bin Laden, men nú er Julian Assange ein nær­um líka stórur fíggingdi, ikki tí hann loypur á við bumbum, men við upp­lýsingum.   Vil broyta heimssøguna Julian Assange er av avstralskum upp­runa. Hann er journalistur og las eis­ini støddfrøði og evnafrøði, men tímdi ikki at gera seg lidnan. Hann er ein­ans 39 ára gamal og kann kanska kallast ein anarkistiskur idealistur. Í sín­um ungu døgum fekst hann við at bróta inn í telduskipanir og varð eisini dømdur fyri hetta í 1995. Hann sigst vera sera gløggur, og hóast onkuntíð hev­ur verið nevnt, at avhopparar úr Kina, journalistar, støddfrøðingar og ný­byrjaðar tøknifyritøkur tóku stig til Wiki­leaks, fær Assange oftast heiðurin fyri at hava stovnað felagsskapin. Wikileaks fór undir sítt virksemi so seint sum í 2006, men hevur longu havt ovurstóra ávirkan í heiminum. Slag­ orðið hjá felagsskapinum er »We open governments.« Næstan bara Disney hev­ur eitt líka einfalt og beinrakið slag­orð við sínum »We make people happy.« Eyðsýnt er, at Wikileaks trýr ikki einum orði, sum stjórnir kring heim­in siga, og tí vil felagsskapurin av­dúka teirra lygnir og fáa sannleikan á borð­ið. Keldurnar hjá felagsskapinum eru so­nevndir whistleblowers, ið sita so­ leiðis fyri, at teir fáa fatur á loyniligum tilfari. Julian Assange hevur sagt, at hann vil umskapa heimssøguna, og nógv bendir á, at Wikileaks er í ferð við at gera júst hetta. Við at avdúka hundrað­túsundtals skjøl um kríggini í Afganistan og Irak hevur felagsskapurin varpað rættiliga ivasamt ljós á USA, ikki minst tá Wikileaks avdúkaði, hvussu amerikanskir tyrluhermenn í Irak púra óneyðugt skutu sivilar irakar til deyðis, tá teir á opnari gøtu royndu at hjálpa ein­um særdum manni. Tilburðurin minti mest um eitt telduspæl, og her­ menn­inir tóktust vera fullkomiliga óávirk­aðir av støðuni. Wikileaks hevur eisini avdúkað korruptión í Kenya. Fyri hetta átakið heiðraði Amnesty International fel­ags­ skapin. Á heimasíðu síni hevur Wiki­ leaks haraftrat kunngjørt, hvør  tók Tá heimasíðan Wikileaks almannakunnger loynidómar hjá USA um onnur lond, er alt heimssamfelagið hótt, segði Hillary Clinton, tá Wikileaks fyri viku síðan almannakunngjørdi 250.000 loynilig skjøl úr amerikonskum sendistovum kring heimin. Fólkini handan Wikileaks rópa seg upplýsingaraktivistar, ið vilja lata heimsins stjórnir upp og avdúka sannleikan um tær. Amnesty International hevur heiðrað Wikileaks fyri sínar avdúkingar, men amerikanskir politikarar fata felagsskapin sum ein yvirgangsfelagsskap Wikileaks avdúkar heimsins loynidómar Við at avdúka hundrað­túsundtals skjøl um kríggini í Afganistan og Irak hevur felagsskapurin varpað rættiliga ivasamt ljós á USA