Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167 8 Sosialurin Jólablaðið Tað siga tey um JÓLINI Øll hava sína hugsan um jólini. Les her, hvat so ymisk fólk sum pávin, Bing Crosby og ein amerikanskur forseti halda um hátíðina, ið tað nú stundar til. – Mannaættin er ein stór, ein ómetalig stór familja. Prógv fyri hesum er, at vit merkja jólini í okkara hjørtum. (Johannes XXIII, føddur Angelo Giuseppe Roncalli, pávi 1958-63) – Jólini eru ikki ein árstíð, men ein sinnisstøða. At fremja frið og vælvilja, at vera ríkur í miskunn, er at hava rætta andan hjá jólunum. Um vit hugsa um hesi viðurskifti, verður ein frelsari føddur í okkum, og yvir okkum fer ein stjørna at skína, sum sendir sín ljóma av vón til heimin. (Calvin Coolidge, amerikanskur forseti 1923-29 í jólatalu síni í 1927) – Julen varer længe, koster mange penge (Peter Faber, danskur yrkjari og telegrafstjóri, síðsta regla úr sanginum »Højt fra træets grønne top«, 1848) – Lata vit ikki jólini geva okkum møguleikan at luta sundur okkara vælsignilsi, kann sjálvt kavin í Alaska ikki gera tey »hvít. (Bing Crosby, amerikanskur sangari og sjónleikari, sum gjørdi sangin “White Christmas” til bestseldu singulplátuna nakrantíð) Um ikki tú ert ein eingil Syng jólunum boð Um ikki tú ert eitt barn Tú manst undrast so Lat vísmenn og mætar kongar Fella á knæ Í okkara hjørtum eru jól í dag (Orð og lag: Carly Simon/ Týtt: Steintór Rasmussen)