Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 3. desember 2010 · Nr. 167 Sosialurin Leo Poulsen Skúlabyggingin í Hovi hevur víst seg at vera vorðin til ein av stóru byggigølunum í Føroyum. Har lekur í eyri og seyri, og byggisjusk er óloysi­ ligt knýtt at verkætlanini. MT Højgaard hevur boðað frá, at teir vilja bøta øll lítu, sum hava verið og eru við byggingini, men eftur stendur framvegis at plasera ábyrgdina fyri byggigøluni. Kári á Rógvi, formaðúr í Sjálvstýrisflokkinum, hevur í hesum sambandi sett Anniku Olsen, landsstýtriskvinnu í Innlendismálum, ein skriv­ ligan fyrispurning í sjey punktum. Spurningarnir eru hesir: 1. Hvørjar kanningar ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk viðvíkjandi Miðnáms­ skúla í Suðri? 2. Hvørjar heimildir verða brúktar, hvør væntast manna­ gongdin at verða? 3. Hvat heldur landsstýris­ kvinnan um í staðin ella afturat at seta kanningar­ stjóra ella SL § 19­nevnd? 4. Ber til í hesum høpi at fáa grundgevingarnar fyri at seta landsverkfrøðingin frá – og neyvu treytirnar í fráfaringaravtaluni? 5. Hvat metir landsstýris­ kvinnan um frágreiðing um­ boðsmansins um óheimilaðar Grannskoðaragóðkenningar? 6. Hvat metir landsstýris­ kvinnan serliga um leiklut Innlendismálaráðsins í hesum høpi? 7. Hvørjar kanningar og eftirmetingar gevur tað málið høvi til? Í svari til fyrsta spurning sigur Anika Olsen soleiðis: »Fyri at hava fult gjøgnum­ skygni, eisini í politisku skip­ anini, mælti eg til, at politiski myndugleikin ikki eigur at seta seg ímóti eini uttanhýsis kanning av byggimálinum í Hovi. Ein kanning av slíkum slag má gerast við støði í einum ítøkiligum arbeiðs­ setningi. Eg havi tikið málið upp í landsstýrinum. Eg mæli til at leggja fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um at seta í verk eina uttanhýsis kanning av byggimálinum um miðnámsskúlan í Hovi«. Annika Olsen sigur tó ikki nærri, hvar málið ítøkiliga liggur í løtuni, og um lands­ stýrið tekur undir við at seta hesa uttanhýsis kanningina í verk. Um mannagongdina sigur landsstýriskvinnan: » Fyri at tryggja trúvirði í eini slíkari kanning havi eg mælt til, at kanningin ikki verður gjørd av embætismonnum í miðfyrisitingini. Eg haldi nevniliga, at málið er so háttað, at rætt er at gera eina uttanhýsis kanning av tí. Í løtuni er málið til við­ gerðar í landsstýrinum. Í hesum sambandi kann eg upplýsa, at nógvir stýris­ skipanarligir ivaspurningar taka seg upp í sambandi við eina slíka kanning, serliga í mun til leiklutin hjá lands­ stýrismonnum. Tískil fái eg ikki í løtuni sagt, hvussu endaliga uppskotið verður. Fyri at koma uttan um stýrisskipanarligar trupul­ leikar av ymiskum slagi, eru onnur amboð at taka til, so sum at málið verður kannað av eini § 19 nevnd, ella at Løgtingið setir ein kanningarstjóra eftir § 38 í stýrisskipanarlógini«. 14 mánaðar løn Mest fullfíggjaða og gjølliga svarið gevur Annika Olsen til spurningin í punkti tvey. Har verður sagt: » Sum byggiharri hevði Landsverk ábyrgd av skúla­ byggingini í Hovi. Tann bygg­ ingin vísti seg at vera ófull­ fíggjað við mongum brekum. Í sambandi við byggingina var staðfest ein meirnýtsla – eisini eftir at upphædd goldin í íslendskum krónum, hóast hon skuldi vera í donskum krónum, er umbókað til rætt gjaldoyra. Í sambandi við hesa skúlabyggingina hevur Landsverk latið landsstýris­ manni óneyvar ella skeivar upplýsingar at brúka í svari upp á fyrispurningar í Løgtinginum. Onnur aðalráð lótu skilja, at tey ikki longur fóru at brúka Landsverk til at taka sær av byggiharrauppgávuni frameftir. Eg hevði tí ikki álit til, at stjórin á Landsverki framyvir megnaði at lyfta ta alsamt vaksandi uppgávuna hjá Landsverk, at sita fyri byggimálum fyri tað almenna. Í setanarsáttmálanum hjá stjóranum vóru uppsagnar­ treytirnar, at um stjórin bleiv uppsagdur, kundi aðalráðið siga honum upp við 6 mánaða fráboðan. Afturat tí var ásett ein fráfaringarsamsýning svarandi til 6 mánaða løn frá­ roknað eftirlønargjald. Um stjórin var blivin uppsagdur, skuldi tað verið gjørt eftir føstum mannagongdum við ætlanarskrivi, hoyrings­ freist, møguliga longdari hoyringsfreist og hoyrings­ skrivi v.m. og at enda uppsagnarskrivi. Mett verður, at henda tilgongd helst hevði tikið 2 mánaðir ella meira. Sostatt hevði stjórin eftir sínum setanarsáttmála fingið løn í minst 14 mánaðir. Í staðin fyri uppsøgn var gjørd ein fráfaringaravtala. Eftir henni fær stjórin uppsagnarløn í 7 mánaðir, heruppií eftirlønargjald. Harumframt fær stjórin frá­ faringarsamsýning svarandi til 7 mánaðarlønir, sum tað ikki verður goldið eftirlønar­ gjald av. Fyri ikki brúkta og upptjenta feriu verður útgoldið sambært reglunum í løgtingslóg um frítíð við løn. Stjórin skal ikki møta til arbeiðis í uppsagnartíðini, men ilt er at hugsa sær, at ein uppsagdur stjóri hevði kunna virkað sum slíkur í uppsagnartíðini«. Mælir til uttanhýsis kanning Í svari til skrivligan fyrispuning frá Kára á Rógvi sigur Annika Olsen, at hon hevur mælt landsstýrinum til at skipa fyri einari uttanhýsis kanning av allar skúlabyggingini í Hovi Skúlabyggingin í Hovi hevur víst seg at vera vorðin størsta byggigølan í mong ár