fríggjadagur 3. desember 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 167 · 3. desember 2010
9
VIKUSKIFTI
ovurstór lán í Kaupthing í Íslandi, áðr
enn bankin fór á húsagang, hvørji eru
limir í fremmandafíggindaliga flokk
inum British National Party, og hvat
varð umrøtt á innanhýsis fundum í sam
bandi við veðurlagstoppfundin í Keyp
mannahavn. Ongin verður spardur, tá
Wikileaks fer til verka, og ongin verður
álopin partapolitiskt. Málið er aleina at
fáa sannleikan á borðið.
Minnir um leka í 1971
Julian Assange verður nógvastaðni
fataður sum ein fíggindi mót
vegis trygdini hjá bæði londum og ein
staklingum. Í sambandi við upplýsingar
nar, ið lóku út um kríggið í Afganistan,
vórðu nøvn á sivilum afganarum, ið
samstarvaðu við hersetingarvaldið,
eisini kunngjørd. Wikileaks varð tá
lagt undir at seta lívini hjá hesum fólk
um í vanda, eins og felagsskapurin við
sínum virksemi støðugt verður lagdur
undir at vera ein hóttan ímóti ameri
konskum hermonnum. Summar av hes
um atfinningum hevur Wikileaks tikið
til sín og kunnger nú færri nøvn.
Wikileaks virkar fyri, at fólk, ið av
dúka loynidómar um órættvísa, ósanna
ella korrupta atferð, ikki skulu verða sett
føst fyri at bera fram sínar upplýsingar.
Hetta hendi, tá kiniesiski journalisturin,
Shi Tao, varð dømdur inn at sita í 10 ár
í 2005, tí hann hevði almannakunngjørt
ein teldupost hjá kinesiskum myndug
leikum um ársdagin fyri hópdrápið á
Himmalfriðartorginum. Meðan kines
iska stjórnin á hendan hátt trælkaði
talufrælsið, treiskast Wikileaks og al
mannakunnger mangt slíkt úr øllum
heiminum.
Hugmyndin handan virksemið
hjá Wikileaks er samanborin við
átakið hjá amerikanaranum, Daniel
Ellsberg, sum í 1971 lak 7.000 skjøl úr
Pentagon um kríggið í Vietnam. Hóast
amerikanska stjórnin heldur, at Wiki
leaks skaðar áhugamálini hjá USA, so
hevur Ellsberg vart felagsskapin og
var eisini við á tíðindafundinum hjá
Wikileaks í London í oktober í ár, tá
skjøl um Irak-kríggið vórðu avdúkað.
Tíðindafundurin varð vístur beinleiðis
í nógvum sjónvarpsstøðum og eisini á
internetinum. Julian Assange greiddi á
fundinum frá seinastu avdúkingunum
og svarði spurningum.
Wikileaks er sum gøluskapari eisini
samanborið við Watergate-gøluna í
70'unum, tá Richard Nixon visti, at hans
ara menn brutu inn í høvuðssætið hjá
demokratiska flokkinum í Watergate-
bygninginum. Gølan kostaði at enda
Nixon forsetasessin, men tað, sum
Wikileaks ger, kann als ikki javnmetast
við hetta heldur klossuta innbrotið, tí
mongdin av upplýsingum, ið Wikileaks
avdúkar, er nógvar ferðir størri enn tá,
tær snúgva seg um viðurskifti kring
allan heimin, og haraftrat verður alt
tað politiska, umsitingarliga og hern
aðarliga valdið í USA álopið.
Internetið sum hóttan
Tey 1.200 fólkini, sum sjálvboðin hjálpa
Julian Assange at avdúka loyniligar
upplýsingar, eru øll fólk, sum eru ónøgd
við tey tíðindi, sum siðbundnu fjøl
miðlarnir bera heimsins almenningi.
Fjølmiðlarnir tora ofta ikki ella eru ikki
førir fyri at tala máttmiklum stjórnum
ímóti, og avmarkað er tí, hvat teir av
dúka. Eisini eru flestu teirra heftir at
fíggjarligum áhugamálum og kunnu
tí skjótt verða revsaðir fíggjarliga, um
teir ganga máttmiklum eigarum ella
lýsarum ov nær. Wikileaks hevur ongi
tílík atlit at taka, tí felagsskapurin er
óheftur fíggjarliga.
Í eini amerikanskari sjónvarps
samrøðu við Julian Assange nevndi
spyrjarin, at Wikileaks hevur í fýra ár
megnað at almannakunngjørt fleiri
loynilig skjøl kring heimin, enn allir
heimsins fjølmiðlar nakrantíð hava
megnað at almannakunngjørt. Assange
varð spurdur, um hetta er so, og hann
noktaði ikki fyri tí. Tvørturímóti segði
hann, at hetta vísir bara, hvussu lítið
siðbundnu fjølmiðlarnir fáa burturúr,
og hvussu ovurstóra ávirkan Wikileaks
hevur. Og rætt hevur hann í, at Wiki
leaks er eitt fullkomið nýbrot í journa
listisku søguni.
Daniel Ellsberg, sum avdúkaði
skjølini í Pentagon í 1971, hevur sagt,
at hann í fleiri ár hevur bíðað eftir, at
internetið fór at verða brúkt til tílík
ar avdúkingar, tí møguleikarnir fyri
at breiða upplýsingar út um allan
heim eru so ovurhonds góðir í dag.
Við Wikileaks er hetta so hent. Wiki
leaks loypur lætt og elegant upp um
allar heimsins redaktørar og eisini ofta
grundleggjandi journalistiskar megin
reglur. Felagsskapurin er nógv djarv
ari og meira ágangandi, enn flestu
fjølmiðlar eru, men hetta kemur so
fjølmiðlunum til góðar, sum jú válka
sær í upplýsingunum, ið Wikileaks
almannakunnger.
Julian Assange livir tó ikki nakað
lætt lív. Hann er í Svøríki lagdur und
ir at hava gjørt seg inn á tvær kvinn
ur, og helst kemst hetta av, at sterkar
kreftir vilja karaktermyrða hann.
Skuldsetingarnar høvdu við sær, at
hann mátti flýggja úr Svøríki, har
Wikileaks annars hevur gjørt sær dælt
av frælslyntu ásetingunum um talu
frælsi í grundlógini. Assange er nú í
London, men í januar gongur hansara
uppihaldsloyvi har út, og spurningurin
er so, hvagar hann skal fara. Til Íslands?
Til Avstralia? Tað heldur hann ikki
sjálvur, tí bæði londini eru ov sam
starvshugað við USA, hevur hann
sagt.
Ið hvussu er má hann krógva seg
væl, tí heimsins einasta stórveldi, USA,
vil fegið koma á tal við hann og seta
hann fastan fyri landsskaðiligt virk
semi. Mongu fjepparar hansara fara tó
ivaleyst at veita honum skjól so leingi,
teir kunnu, tí teir fata hann sum eina
hetju, ein journalistiskan James Bond,
ið við dirvi og gløggskygni ger eitt
alneyðugt arbeiði sannleikanum at
frama.
Wikileaks virkar fyri, at fólk, ið avdúka
loynidómar um órættvísa, ósanna ella
korrupta atferð, ikki skulu verða sett føst fyri
at bera fram sínar upplýsingar
Julian Assange stovnaði Wikileaks í 2006. USA vil fegið koma á tal við hann, men sum
ein annar journalistiskur James Bond krógvar hann seg í London