fríggjadagur 3. desember 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 167 · 3. desember 2010
20
VIKUSKIFTI
Tey fylgdu abbanum
til gravar. So spurdi
smádrongurin
pápan: "Selja tey øl í
himmiríki?" “Nei”,
svaraði pápin.
“So verður
abbi skjótt
aftur”, segði
drongurin.
Kvinna, 36 ár
Miðlamjarr
To all airline
pilots who are
flying to the Faroe
Islands for the first
time. Notice: Æðuvík
is not an uplighted
airport, it´s just a
small village with a
range of Christmas
lights. So don´t land
in Æðuvík! Roger??
Maður, 42 ár
LAGT TIL RÆTTIS: Eyðun Klakstein / Inna Törnroos
Tað verður so ofta tosað um eitt
'vanligt' húsarhald. Hvar ER tað? Ella
hvat er eitt óvanligt húsarhald?
Maður, 40 ár
Nú bleiv so tíbetur
onki verkfall á
hesum sinni. Men
eftir handilshillunum
fríggjadagin at døma,
eru tað nøkur, sum
eiga wc pappír til tey
næstu tvey, trý árini.
Maður, 55 ár
Eg kann ikki bara finna
eitt talent, dyrka tað, og
einki bjóða tí eftir seinastu
sendingina. Tað gongur ikki.
Fyrrverandi X Factor dómarin Remee heldur, at DR hugsar
bara um at fáa hyggjarar – og ikki um luttakararnar í X
Factor. (Ekstrablaðið)
Tað er keðiligt
at finna út av,
at tú ikki er líka
attraktiv, sum tú
einaferð vart.
46 ára gamla sjónleikarin Courney Cox
(bangshowbiz.com)
Eg fari hvørki
at vátta ella
avsanna, at
eitt tílíkt skriv
fyriliggur, og
eg fari heldur
ikki at gera
viðmerkingar
til nærri
innihaldið í
skrivinum.
Løgtingsmaðurin Magni
Laksáfoss á tingsins røðarapalli
Eg verði kannað
av monnum á
flogvøllum, og
vaktarmenn siga
ofta »sir« við meg.
Tað hevur helst
okkurt at gera við,
at eg eri so høg og
brúki ikki nógv av
varrastift. Fólk halda
helst ikki, at eg kann
verða ein kvinna.
Skotski Oscar-virðislønti sjónleikarin Tilda
Swinton (Entertainment Weekly)
- Eg vænti, at tað
kann ræða menn,
at eg eigi so
nógvar pengar
Emma Watson, filmsstjørna
úr Harry Potter filmunum
(The Sun)
- Tað finst eingin króna,
sum ikki kemur onkustaðni
frá. At samráðast um ein
sáttmála við lønarhækkan
merkir, at onkur skal rinda.
Landsstýrismaðurin Jørgen Niclasen um
sáttmálasamráðingarnar (Vágaportalurin)