mánadagur 6. desember 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
Sosialurin
Leo Poulsen
1. januar 2008 legði Fugla
fjarðar
kommuna
eitt
vørugjald
á
landing
av
uppisjóvarfiski. Hetta boðaði
kommunan frá í skrivi til
Havsbrún 12. desember 2007,
men Bergur Poulsen, stjóri á
Havsbrún greiddi í rættinum
frá, at borgarstjórin, Sigurð
Simonsen, í telefonsamrøðu
hevði sagt, at hetta ikki kom
at merkjast hjá Havsbrún, tí
skipini skuldu gjalda.
Hetta
stríðir
kortini
mótir
øllum
siðvenjum,
tí
sum
sakførarin
hjá
Fuglafjarðar kommunu vísti
á, so er tað móttakarin av
vøruni, sum eigur at gjalda
vørugjaldið.
Sambært Bergur Poulsen
var
vørugjaldið
íroknað
útflutningsgjaldið,
sum
virkið rindar, tá teir flyta lýsi
og mjøl út. Hetta er kortini
ikki ein avtala, sum Sigurð
Simonsen kennir nakað til.
Málið fríggjadagin var
kortini bert ætlað at avgera
spurningin um, hvør rætti
saksøkti var. Hesin spurning
urin var kortini tengdur
saman við restini av máli
num, og dómarin avgjørdi tí
at útseta málið til einaferð
í januar, so verjin hjá Havs
brún kundi fyrireika seg til
annan partin av málinum.
Upphæddin, sum Havs
brún sambært Fuglafjarðar
kommunu
skyldar,
er
1.118.246,55 krónur. Hetta er
fyri 2008.
Vørugjaldið er ásett til at
vera 0,75% av søluvirðinum.
Havsbrún hevur kortini ikki
upplýst
fyri
kommununi
hvussu nógv er landað og
fyri hvat virði er á landaða
fiskinum. Kommunan hevur
tí fingið til vega hesi tøl
aðrastaðni frá.
Gjalda fyri koyring
Bergur Poulsen greiddi í
rættinum frá, at tá virkið fór
frá at flyta alt út til eisini at
selja í Føroyum, varð avtala
gjørd um at rinda ávíst
vørugjald av tí, sum varð
koyrt eftir keiini.
Hetta var gjørt, fyri at komm
unan ikki skuldi missa pening,
var upplýst í rættinum.
Vørugjald
hevur
sum
kunnugt ikki áður verið álagt
landingum í Fuglafirði, men
sambært borgarstjóranum
fekk
Havsbrún
longu
7.
februar 2007 eitt ætlanar
skriv, har kommunan boðar
frá, at frá 1. januar 2008
verður
vørugjald
álagt
landingum til Havsbrún.
Sigurð Simonsen segði, at
kommunan ongantíð hevur
havt nøkur viðurskifti við
skipini, men bert til tey virkir,
sum eru í bygdini. Hann segði
eisini, at tað var trupult at
rættvísgera m ótvegis hinum
virkjunum, at Havsbrún slapp
undan av rinda vørugjald.
Stjórin á Havsbrún vísti
í sínum lag á, at 30% av inn
tøkunum hjá Fuglafjarðar
kommunu koma frá Havs
brún, beinleiðis og óbein
leiðis, og hann metti ikki, at
virkið átti at gjalda meira til
kommunukassan.
Hvussu málið fer at enda
ber sjálvandi bert til at gita
um, men eingin avgerð fellur
tó fyrr enn málið verður tikið
upp aftur einaferð í januar
mánað.
Sakførarin
hjá
Fugla
fjarðar kommunu vísti á
eina røð av dømum, ikki
bert í Føroyum, men eisini í
Danmark, Noregi og Íslandi,
har tað eru virkini, ið rinda
vørugjaldið og ikki skipini.
Sakførarin hjá Havsbrún
vísti hinvegin á lógartekstin
sum sigur, at tað eru skipini
ella umboðsmaður teirra, ið
skulu rinda vørugjaldið.
Endaði í rættinum
Tá Fuglafjarðar kommuna álegði eitt vørugjald á landing av uppisjóvarfiski
vildi Havsbrún ikki gjalda, tí teir meta, at skipini eiga rokningina
Ósemja millum Fuglarjarðar kommunu og Havsbrún um
vørugjald av uppisjóvarfiski er endað í Føroya Rætti
Leo Poulsen
Fyri mong av starvsfólkunum
í Føroya Fiskavirking, er tað
ein vanlukka, at arbeiðsplássi
hjá teimum lat aftur nú
fríggjadagin, tí hóast tey
fáa pening úr Als, so er tann
stuðulin ikki nóg stórur til,
at tey kunna svara hvørjum
sítt.
Í longri tíð hevur óstøðugt
arbeiðið
verið
á
Føroya
Fiskavirking,
tískil
hava
starvsfólk verið noydd at
verið í fiskavirkisskipanini
í Als. Fiskavirkisskipanin
gevur tó ikki tað heilt stóra,
og inntøkurnar hjá nógvum
av arbeiðsfólkunum hava
tískil ikki verið stórvegis
meir enn 10.000 12.000 kr
um mánaðin.
Tá ið arbeiðsfólki kemur
upp í Als verður roknað
út, hvussu nógv inntøkan
hevur verið seinasta árið, og
tú fært síðani 80% av tí. Fyri
mong av starvsfólkunum
hevur tað verið sera tungt,
at klára seg seinastu tíðina,
og fer inntøkan nú enn
longri niður, er ikki gjørligt
hjá hesum familjum at svara
hvørjum sítt.
Tað
er
møguligt,
at
onkur kunna fáa nakað
umvegis
forsorgarlógina,
men tað er ongin lóg sum
tryggjar, at fólk ikki skulu
liva í fátækradømi. Verandi
ásetingarnar í forsorgarlógini
megna neyvan at lofta øllum
familjunum, sum rakt vera.
Politiskt
má
hesin
trupulleiki takast upp, og
viðgerast má eisini, um ikki
til ber at gera eitthvørt, sum
tryggjar, at hesi mongu fólk
fáa arbeiði aftur beinanvegin,
ímeðan ein sølutilgongd fer
fram.
Fangað í fátækrafellu
Fyri mong av starvsfólkunum á Fiskavirking er tað sera tungt at klára seg, og fer
inntøkan enn longri niður, er ikki gjørligt hjá hesum familjum at svara hvørjum sítt