Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. desember 2010 · Nr. 168 8 Sosialurin Jólablaðið BYGD: Frá hálvum november sleppa vit okkara vanliga vikuskema, fyri at tíðin við jólatiltøkum og jóla­ hugna, skal verða avslappandi og hugnalig fyri børnini. Síðst í november hava vit ein seinnapart, tá ið foreldrini kunnu koma á stovuna og gera sær eina jóladekoratión, saman við sínum barni. Hendan løtan er sera hugnalig. Foreldrini koma tá tað liggur fyri, og fáa sær ein kaffimunn, holukøkur og eitt hugnaligt prát, meðan tey gera dekoratiónina saman við børn­ un um. Í desember mánaði fáa børnini ein forkunnugan gest heim at vitja. Ein nissa er komin á stovuna, og hon ætlar sær heim við øllum børnunum, fyri at vita hvar tey búgva, og hvat tey gera, tá tey koma heim úr barnagarðinum í jólamánaðinum. Um miðjan desember hava vit jóla veitslu. Vit fara at fáa okkum ein góðan drekkamunn, dansa jóla­ træ og børnini spæla ein jólaleik fyri foreldrunum og systkjum. Í ár spæla vit Jólaevangeli’ið, og børnini eru sera spent. Væntandi kemur eisini ein mað­ ur í reyðum klæðum og við stórum hvítum skeggi at vitja okkum. Ho, ho, ho ... Forkunnugur gestur vitjar í Birkilund BØRN Nú nærkast jólini í hvørjum, og hetta merkist eisini her hjá okkum. Vit royna at gera okkara til, at tíðin fram til jólar verður ein hugnalig tíð hjá børnunum. Jólagávur, jólasangir, jólaklipp og jólapynt er ein sjálvsagdur partur av dagligdegnum á okkara stovni hesa ársins tíð. Snorri Brend Tað var í roynd og veru ein bóka­ útgevari í Bayern, Gerhard Lang úr Munchen, sum í byrjanini av farnu øld kom við hesum vakra og nógv elskaða jólasiðinum. Vissa er ikki fingin, um tað var í 1908 ella í 1904, at Gerhard prentaði heimsins fyrsta jólakalendara. Vissa er kortini fingin um, hvussu jólakalendarin sá út. Hann hevði tvey bløð: Eitt blað við einum ørindi. Og eitt blað við eini mynd. Fyrst las ein tað hugsunarsama ørindið, og síðani límaði ein ta tilhoyrandi myndina omanyvir. Versini høvdu bíbilskan dám og vóru at meta sum orðatøk, meðan myndirnar vóru av ymiskum einglum. 3D Søgnin sigur, at móðir Gerhards í barnaárum hansara legði lunnar undir hetta frálíka hugskotið í teim longu og myrku døgunum í desember mánaði. Fyri at lítli Gerhard ikki skuldi keða seg ov nógv, meðan hann bíðaði eftir føðingardegnum hjá Jesus­barninum, pakkaði móðir hansara søtmeti í smáar dagligar desember­pakkar. Seinni fann Gerhard uppá at gera lúkur á tað fyrsta blaðið, sum varð límað oman á eina myndabók. Í 1920 byrjaði advents­kalendari hansara at fáa størri og størri undirtøku millum børn kring allan heimin. Í Danmark tók I Chr. Olsens Kunstforlag í Keypmannahavn hugskotið úr Týsklandi til sín, og sendi fyrstu jólakalendarar sínar á danska marknaðin í 1932. Síðani gekk menningin skjótt, tí longu fyri Seinna Heims bar daga vóru kalendarar í 3D á markn­ aðinum, og síðani hava aðrir og meiri nýmótans kalendarar sæð dag sins ljós. Í dag hanga nógvir slíkir í før­ oysku heimunum, og eisini í miðl­ unum verður nógv gjørt burturúr fyri at gera hesar komandi 24 dag­ arnar so hugnaligar og stuttar sum tilber. 100 ár við jólakalendara JÓLAKALENDARIN Í dag er 6. desember, og farnir eru fleiri dagar, síðani fyrsta lúkan í jólakalendaranum varð latin upp, og nú eru bert 18 dagar til jóla. Men hvaðani stavar jólakalendarin, soleiðis sum vit kenna hann í dag? Bæði børn og vaksin síggja fram til 1. desember, tá fyrsta lúkan á jólakalendaranum verður latin upp. Summir hundar hava eisini sín kalendara TIL ØLL Mong ymisk sløg av jólakalendarum hava verið at sæð í handilsgluggunum. Teir heimagjørdu eru eisini væl umtóktir millum børnini, eins og hesin á myndini HUGFLOG