mánadagur 6. desember 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Eftir seinastu samráðingar
millum strandalondini Før
oyar, Noreg, ES og Ísland
um býtið av felagskvotuni
av makreli, ásetti Ísland sær
sína egnu kvotu fyri 2011.
Íslendski
fiskimálaráð
harrin boðaði eftir fundin
frá, at Ísland fer at fiska til
samans 17% av heildarkvot
uni, sum í mesta lagi verður
646.000 tons.
– Hetta er kvotan, sum
vit áseta okkum, og so mugu
hini londini í samstarvinum
hugsa um hetta, tá tey fara
at áseta sær sínar kvot
ur, so veiðan ikki fer upp
um
heildarkvotuna,
segði
íslendski fiskimálaráðharrin.
Ikki ovfarin
Jacob Vestergaard, landsstýris
maður í fiskivinnumálum,
sigur seg ikki vera ovfarnan
av hesi avgerð hjá Íslandi.
– Jú, eg væntaði, at Ísland
fór at melda út beinanvegin
eftir seinasta fund, sum var
í Oslo. Tað gjørdu teir eisini
í fjør.
Ísland hevur í fleiri ár
havt eygleiðarastøðu í stran
dalandasamstarvinum, sum
verið hevur um býtið av
felagskvotuni av makreli.
– Ísland hevur í fleiri
ár fiskað stórar nøgdir av
makreli í íslendskum sjógvi,
og í fjør var landið fyrsti ferð
við í samráðingum um at
gerast ein partur av avtaluni.
Tað eydnaðist ikki at fáa teir
við í fjør – og tað er nú heldur
ikki eydnast í ár, sigur Jacob
Vestergaard.
Spurdur,
hvørja
støðu
Føroyar hava til, at Ísland
vil hava ein so frægan part
av
felagskvotuni,
sigur
landsstýrismaðurin, at tað í
fyrsta lagi eru Noreg og ES,
ið sita við meginpartinum
av kvotuni, og tí eru tað
eisini
hesi
londini,
sum
Ísland hevur stríðst við í
samráðingunum.
Eitt betri býti
Jacob
Vestergaard
dylur
kortini ikki fyri, at Føroyar
sum
partur
av
hesum
samstarvi gjøgnum fleiri ár
hevði væntað sær ein frægari
kvotupart enn tann, sum
Ísland fór at fáa í avtaluni.
– Noreg og ES bjóðaðu
Íslandi stívliga 3% av heild
arkvotuni, men tað vildu
teir slett ikki hoyra talan
um. Teir tóku hetta, sum um
teir vórðu hildnir fyri spott
í einum møguligum sam
starvi. Tá Ísland sá, hvønn
veg tað bar, og at teir ikki
fóru at koma nakran veg í
samráðingunum um býtið,
pakkaðu teir taskurnar og
fóru av fundinum. Teir hildu
ikki, at tað loysir seg hjá landi
num at verða við í einum
samstarvi, sum eftir teirra
tykki gevum teimum so
lítið av einum tilfeingi, sum
svimur í teirra egna sjógvi.
Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum sigur, at
tað tí slett ikki var óvæntað,
at Ísland fór at melda út
beint eftir fundin í Oslo.
Hann ásannar, at tað sjálv
andi kann hava týdning fyri
Føroyar, hvørja støðu Ísland
tekur í einum slíkum máli.
– Hóast Føroyar slett ikki
stóðu yvirfyri Íslandi sum
teir, ið ikki unna teimum eitt
betri býti, fylgdu føroysku
umboðini gongdini, tí tað vil
altíð vera soleiðis, at okkara
støða verður nakað tengd at
Íslandi. Jú, sterkari Ísland
stendur, so smittar hetta – alt
annað líka eisini á okkum,
sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin vænt
ar ikki, at Føroyar høvdu
undirskrivað eina avtalu í
Oslo á samráðingarfundinum
seinast, um vit vórðu fyri
einum minni prosentparti
enn Ísland.
Sama ynski
Jacob Vestergaard sigur, at
Føroyar í útgangsstøðinum
hava somu ynskir, sum vit
høvdu
undir
samráðing
unum um býtið av makreli
num í ár.
– Vit ynskja framhaldandi
ein part av felagskvotuni,
sum liggur um tey 15%, ið
svarar til eini 85.000 tons.
Hinvegin er tað soleiðis, at
ert tú í samráðingum við
aðrar partar um býtið, mast
tú eisini vera til reiðar at
fara í ein dialog við hinar
partarnar
um,
hvussu
røkkast kann á mál.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at Føroyar eins og Ísland
hava fullgóðan rætt til at
veiða tey fiskasløg, sum eru
í okkara sjógvi.
– Hetta er ein altjóða
rættur. Tá talan er um uppi
sjóvarfisk,
sum
ferðast
millum høv, eiga lond at
miðja eftir at fáa í lag avtalur,
soleiðis at felagsstovnurin
verður troyttur á burðardygg
um grundarlagi. Men tað eru
ikki bara tey smærru londini,
sum hava ábygd av hesum.
Jacob Vestergaard vísir á,
at Noreg og ES kunnu ikki
bara áseta sær sínar kvotur
og fara avstað við tí mesta,
samstundis sum londini heita
á eitt nú Føroyar og Ísland um
ikki at fiska ov nógv.
– Tey stóru londini kunnu
ikki tiltvinga sær tær stóru
kvoturnar og siga, at tey
fiska
burðardygt,
meðan
tað eru hini londini, ið sita
við tí minna partinum, sum
ikki gera tað, sigur lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum, Jacob Vestergaard.
vilmund@sosialurin.fo
Jacob er ikki ovfarin
av íslendsku avgerðini
MAKRELSTRÍÐ – Tey stóru londini kunnu ikki tiltvinga sær tær stóru kvoturnar og siga,
at tey fiska burðardygt, meðan tað eru hini londini, ið sita við tí minna partinum, sum
ikki gera tað, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard
Stríðið um makrel hevur ført til, at Ísland aftur í ár hevur
tikið seg úr samstarvinum. Enn veit eingin, um Føroyar í
komandi ári verða innan fyri ella uttanfyri samstarvið
– Tað vil altíð vera soleiðis, at okkara støða verður
nakað tengd at Íslandi. Jú, sterkari Ísland stendur,
so smittar hetta – alt annað líka - eisini á okkum,
sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri