Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. desember 2010 · Nr. 168 12 Sosialurin Ársinsjólahandil Eftir Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn Elin og Guðrun búgva báðar í Havn, og tann triðja dótturin, Ann og sonurin Eirikur búgva uttanlands. Tey komu ikki heim at halda jól í fjør og koma heldur ikki í ár. Øll vóru heima og ferðaðust í summar, og koma aftur á páskum. Tey koma annars ofta heim á jólum; men hinvegin, so hava vit bæði ongantíð hildið jól aðrastaðni enn her í Havn. Vitjan Jólaaftan eta vit døgurða um kvøld ið, og tað er altíð dunnur og gæs, – tað veldst um, hvussu nógv fólk vit eru. Gæsnar eru av trøðni í Havnardali, og sum orðatakið sigur: Søtur er sjálvgivin biti. Meðan gásin er í ovninum fara vit, sum so nógv onnur út í kirkju­ garðin at vitja familjugravir, har vit leggja grann og tendra ljós. Ein góður siður, og tá veðrið er gott, brenna ljósini so vakurt um allan kirkjugarðin. Hagani fari eg hvørt ár at vitja fyrst Ellisheimið, og síðani hini Ellis­ og røktarheimini í býnum til jólahugna við andakt, sum verður hildin fyri búfólkunum og teirra familjum. Sera hugnalig tiltøk. Í fjør vóru nógvir pakkar undir jólatrænum, og teir vórðu pakkaðir upp, tá gásin var etin, ein rokalig løta. So var rís a’la mande á skránni og mandlugáva sjálvandi. Tað er altíð spennandi, hvør man fara at fáa mandluna, og onkur gjørdist vónsvikin. Aftaná komu spøl fram á borðið, og nógv var prátað og gitt. Onkur setti seg tó heldur við eini nýggjari bók. Sum altíð hugnaðu vit okkum óført, og kvøldið gekk skjótt. Í ár vera vit aftur her á Hoy víks­ vegnum, tó uttan Elin og tey, sum skulu aðrastaðni jólaaftan; men her verður allarhelst – same procedure as last year. Gleðilig jól øll somul ! Jólini heima hjá Heðini, borgarstjóra Í fjør hildu Hjørdis og eg jólaaftan á Hoyvíksvegnum, saman við døtrunum Elin og Guðrun og teirra familjum, 9 vaksin og 2 børn – Vit gleða okkum aftur í ár til at hava gás til jóladøgurða. Hon kemur av trøðni úti í Havnardali, sigur Heðin Mortensen SØTUR BITI 48 www.skipshandilin.fo Jakki Vanligur prísur 1.198,- Jólaprísur 598,- J Vanligur prísu prí Vanligur pr Jólap V li í Buksur Vanligur prísur pr. par 498,- Jólaprísur 2 pør 500,- í V li Dr. Jacobsensgøta 21, tel. 315 315 Til kvinnuna Alt frá innast til uttast Jólagávuna finnur tú hjá okkum 11 Sosialurin 341800 Sigmundargøta 4, tórShavn tel 31 17 18 3 Sosialurin 341800