Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. desember · Nr. 168 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Aftaná fyrstudeildardystin mill­ um Kyndil og Neistan hóskvøldið, gav ein leikari hjá Kyndli einum neistamanni nevan í andlitið. Pápi neistaleikaran, sum sat millum áskoðararnar, leyp inn á vøllin og slóð kyndlaleikaran. Bæði málini vórðu meldað til løgregluna. Nú hevur nevndin í Kyndli revsa sín leikara. Í viðtøkunum hjá Kyndli frá 21. mai í 1991 stendur í grein 2, at »Ósømiligur og ljótur atburður felagnum til niðurløgu verður ikki toldur. Stjórnin sektar brot á hesa grein við karantenu upp til tríggjar mánaðir ella við útliman.« Nevndin hevur gjørt av, at við­ komandi spælari verður útihýstur at spæla við Kyndli í 20 dystir frá í dag at rokna. Umhýsingin umfatar landskappingar­ og steypa kapp­ ingardystir í 1. deild, U20 og U17 og varar í tilsamans tveir mánaðir. Nevndin hevur lagt til grund fyri avgerðini, at spælarin ongantíð hevur víst slíkan atburð fyrr, og at spælarin er ungur og hevur framtíðina fyri sær í felagnum. Kyndil harmast almikið hend­ ingina, og ta óhepnu almennu um­ røðu, hon hevur havt við sær fyri hondbóltsspælið. Nevndirnar í Kyndli og Neist­ anum hava havt samband sína­ millum um málið, og venjararnir hava tikið stig til at fáa viðurskiftini aftur á beint millum allar spælarar á báðum liðunum. uni@sosialurin.fo - Sum er fær eingin av spælarunum hjá KÍF peng ar fyri at spæla hondbólt. Teir spæla við hjart- anum, sum eg haldi er tað týdn- ingar mesta. Tað hevur so ført til, at KÍF – kanska – í ár kemur at spæla í FM-finaluni Jan Ottesen, KÍF »Nevndin hevur gjørt av, at viðkomandi spælari verður útihýstur at spæla við Kyndli í 20 dystir frá í dag at rokna. Útihýsingin umfatar landskappingar- og steypakap- pingardystir í 1. deild, U20 og U17 og varar í tilsamans tveir mánaðir.« www.kyndil.fo »Nú skilja vit ikki føroyskt, men vit høvdu varhugan av, at spælarar á KÍF liðnum vóru ónøgdir við onkra døming. Hetta taka vit okkum ikki nær, tí slíkt hendir eisini í Svøríki.« Martin Gomér og Johan Gomér á heimasíðuni hjá Neistanum »Tað hevur ligið í kortunum leingi og fleiri hava ikki ivast í at Piotr skuldi halda á fram, men í dag kunnu vit so steðga øllum leysa- søgum og kunngera at Piotr hevur skrivað undir nýggjan sáttmála.« www.b71-sandoy.com »Um annan hálvleik kann stutt sigast, at vit mistu alla konsentratión, har var einki skil á. Hetta gjørdi, at vestmenningar blivu reiðiliga tendraðir, og tað sást, at teir gjørdu sær dælt av hesum.« www.h71.fo Miðlarnir skriva... Fekk karantenu í 20 dystir Hondbóltur Spælarin hjá Kyndli, sum hós kvøldið gav mótstøðuleikara nevan í andlitið, hevur fingið revsing frá nevndini í Kyndli Uni Holm Johannesen Tað skrivar heimasíðan hjá KÍ. Kristoffur Jakobsen spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini í 2005. Hann hevur síðan spælt 114 dystir í fremstu røð, sambært Faroesoccer. com. Kristoffur Jakobsen er 22 ár og spælir sum framrættaður mið­ vallari. Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør og Kristoffur Jakobsen eru tískil knýttir at hópinum hjá KÍ í vetur. – Vit eru nøgdir við gongdina, og tað verður helst ikki meira at hoyra frá okkum í eina tíð nú, sigur Jóhann Lutzen, stjóri í Sp/f KÍ. uni@sosialurin.fo Kristoffur er aftur í barndómsfelagnum Fótbóltur Kristoffur Jakobsen og KÍ hava skrivað undir sáttmála, sum knýtir klaksvíkingin at hópinum hjá barndómsfelagnum næsta árið Útsett hjá Gunnari Dysturin millum Exeter og Tranmere Rovers var, eins og fleiri aðrir dystir í Onglandi um vikuskiftið, útsettur vegna frost og kava. Fríggjadagin fóru leikararnir hjá Tranmere Rovers longu leiðina til Exeter, har útlit vóru fyri, at tað varð spælandi leygardagin. Dysturin varð tó útsettir, tí partar av vøllinum vóru frystir. Gunnar skuldi ætlandi gera ‘comeback’ í Tranmere­troyggjuni týsdagin í farnu viku, men tann dysturin varð eisini útsettur vegna veður.