mánadagur 6. desember 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember 2010 · Nr. 168
18
Sosialurin
Jólablaðið
Danir eru óførir at eta piparnøtur,
brúnakøku og kleynur á jólum.
- 110 køkur fyri hvønn dana.
Hesa metingina er ein tann
størsti køkuframleiðarin í Danmark,
Bisca komin fram til.
Sjálv sendi fyritøkan 450.000.000
piparnøtur, brúnakøkur og kleyn ur
út í donsku handlarnar fyri tveim-
um árum síðani, vísa hagtølini.
Allar bíleggingarnar gera sítt til,
at nógv virksemi er á verksmiðjuni
í november mánaði, tá flestu køk ur-
nar verða bakaðar.
Sølan av køkum, ið ikki beinleiðis
hava við jólini at gera, minkar eitt
sindur í jólatíðini, men ikki eins
nógv og sølan av jólakøkum økist.
– Yvirhøvur síggja vit ein vøkstur
í søluni í jólamánaðunum, hevur
stjórin í Bisca, Leif Bergvall Hansen
áður sagt við danskar miðlar.
Forkela
Sølan av køkum er bert eitt av fleiri
dømum um, at danir dáma væl at
eta søtt í jólatíðini. Og hetta kann
sjálvandi ávirka fólkaheilsuna.
Men Leif Bergvall heldur kortini
ikki, at tað er neyðugt at fáa ringa
samvitsku, um ein dámar hetta ov
væl.
– Um ein grundleggjandi fær ein
fjølbroyttan og sunnan kost, kann
ein saktans eta nakrar køkur.
– Eg haldi, at tað beinleiðis kann
vera positivt, um vit forkela hvønn
annan av og á. Serliga, um hetta er
við til at tryggja samveru og hugna
í familjuni, sigur Bisco-stjórin.
Albert Ellefsen:
Eg gleðist so hvørt jólakvøld
- Tá ið eg nú skuldi velja ein sálm, var tað hesin sum rann
mær fyrst í hug. Sálmurin er inniligur og sigandi, sigur Albert
Ellefsen úr Miðvági.
Sum smádrongur var eg rættiliga ósmæðin, fírdi ikki fyri
at sita millum sangkempurnar í Miðvágs kirkju og syngja,
syngja hart. Tá ið ein gekk í skúla og hevði morgunsang hvønn
morgun, tá lærdi ein nógvar sálmar uttanat. Minnist tíðina tá
sum sera gevandi, hóast ein ikki gongur líka nógv í kirkju í dag,
sum tá, hava sálmarnir, teir flestu brent seg inn í nethinnuna.
Eg haldi at sálmurin eg havi valt, sigur alt um hendingina,
jólanátt og okkara samband við hann. Tað sum eg leggi størstan
týdning í, er at tað eri eg, barnið og móðurin, sum á ein ella
annan hátt samskifta um tað sum hendir.
Sálmurin byrjar við at siga frá um hendingina jólanátt
og hvar hann nú er. Síðani fortelur móðurin og leggur niður
barnið. Ein tann mest spennandi løtan var, tá ið ljósini vóru
tendraði á jólatrænum, jólaaftan. Barnið frøist síðani um
teir møguleikar tað nú hevur, tá ið Jesus var føddur og tann
tryggleika, at tað er lív eftir deyða.
- Einki er sum barnajól, sigur Albert Ellefsen.
Eg gleðist so hvørt jólakvøld,
tí Jesus føddist tá,
tá lýsti stjørnan sum ein sól,
lag sungu einglar tá.
2. Og lítla barn í Betlehem,
tað var ein kongur bold',
sum kom av høgu himnaborg
á hesa neyðar fold.
3. Nú hann í himmiríki býr,
tí hann Guðs sonur er;
men altíð hoyrir hann hvønn tann,
í bøn til hansar fer.
4. Eg gleðist so hvørt jólakvøld,
vit syngja honum prís,
tá øllum smáum opnar hann
sítt sæla paradís.
5. Og móðir tendrar tá øll ljós,
tey skína í hvønn krók,
tí út um heimin, sigur hon,
at lýsa stjørnan tók.
6. Hon sigur, stjørnan lýsir enn
og aldri slokna kann,
og um hon lýsti mær á veg,
tá heim til Guðs eg fann.
7. Hon sigur, at hitt einglaljóð
tað ljóðar enn í dag
um frið og gleði her á jørð
og um Guðs hjartalag.
8. O, gævi eg kundi sungið so,
tá gleddist Jesu lund;
tí eg við varð Guðs kæra barn
á halgu skírnarstund.
9. Eg gleði meg hvørt jólakvøld
um Harran Jesus Krist.
At hann av sonnum elskar meg,
tað veit eg fult og vist.
Marie Wexelsen 1860/J. Dahl 1931.
Hetta er mín jólasangur
SIGUR ALT
- Eg haldi, at sálmurin “Eg gleðist so
hvørt jólakvøld” sigur alt um hendingina,
jólanátt og okkara samband við hann,
sigur Albert Ellefsen úr Miðvági
600 mió køkur á jólum
SØTT
Smákøkur eru partur av hugnanum um jólini. Hvør dani etur í miðal 110 slíkar
33
Jólagávu
hugskot
Knarva Kot
900,-
Eg gleðist so hvørt jólakvøld