Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. desember · Nr. 168 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen SÍ vann uppiborið 3-0 á Fleyr um vikuskiftið. Við sigrinum renna sør- vingar framvegis aftaná odda- liðnum. Tvey stig skilja liðini í løtuni, men SÍ hevur spælt ein dyst minni. Fleyr er nú átta stig aftan fyri SÍ, sum er nummar tvey. Tað er tí lítið sannlíkt, at høvuðsstaðarliðið skal stríðast millum tey ovastu liðini í dag. Vunnu greitt TB royndi bara at hóra undan sum frægast, tá uppflytararnir vitjaðu hjá oddaliðnum ÍF. Tað var mest sum ein av- greiðsluspurningur hjá fugl- firð ingunum, sum vunnu 3-0. Settúrslitini vóru 25-11, 25-11 og 25-11. Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 SÍ 8 7 1 21 10 11 14 2 Mjølnir 8 6 2 21 7 14 12 3 Fleyr 8 6 2 20 10 10 12 4 TB 8 5 3 18 14 4 10 5 ÍF 8 4 4 14 14 0 8 6 KÍF 8 2 6 8 21 -13 4 7 Dráttur 8 1 7 11 22 -11 2 8 Ternan 8 1 7 7 22 -15 2 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 ÍF 9 8 1 24 5 19 16 2 SÍ 8 7 1 23 7 16 14 3 Mjølnir 8 4 4 13 13 0 8 4 Fleyr 8 3 5 11 20 -9 6 5 TB 9 0 9 1 27 -26 0 KVINNUR: KÍF – Fleyr 0-3 (23-25, 16-25 og 17-25) Ternan – TB 0-3 (14-25, 24-26 og 16-25) Dráttur – Mjølnir 0-3 (19-25, 15-25 og 15-25) ÍF – SÍ 1-3 (25-21, 17-25, 11-25 og 22-25) MENN: ÍF – TB 3-0 (25-11, 25-11 og 25-12) SÍ – Fleyr 3-0 (25-17, 25-21 og 25-15) Uni Holm Johannesen Oddurin er óbroyttur aftaná dyst- irnir í vikuskiftinum. SÍ og Mjølnir, sum eru á ovastu plássunum, vunnu sínar dystir, og tískil eru kvinnurnar úr Sørvági framvegis tvey stig framman fyri nummar tvey. Tað var hinvegin eingin av- greiðsluspurningur, tá SÍ vitjaði í Fugla firði. ÍF byrjaði væl og vann fyrsta settið 25-21. Gjørdu bart Kvinnurnar úr Sørvági reistu seg skjótt. Hóast tað gekk javnt á í øðrum setti, tóktist SÍ hava tamarhald á støðuni og vann 25-17. SÍ vann síðan 25-11 og 25-22, og varðveitir tískil oddasessin. Greiðir sigrar Fleyr, TB og Mjølnir vunnu greiðar sigrar í vikuskiftinum. Fleyr vitjaði í Kollafirði og vann 3-0. Við sigrinum verður høvuðs- staðarliðið verandi á triðja pláss- inum. Dráttur og Ternan hava tað trupult í hesum kappingarárinum, og tey stríðast mest um ikki at enda á aftasta plássinum. Niðastu liðini taptu eisini greitt um vikuskiftið. Dráttur rann bara aftaná, tá Mjølnir vitjaði. Úrslitið var 3-0, og settúrslitini vóru 19-25, 15-25 og 15- 25. Ternan, sum spælir í fremstu røð fyri fyrstu ferð, stóð seg væl í øðrum setti, men kvinnurnar av Toftum vóru ov stuttar. Annars vann TB trygt og uppiborið. uni@sosialurin.fo ÍF argaði oddaliðið FlogbóltUR Kvinnurnar úr Fuglafirði vunnu fyrsta settið, áðrenn SÍ vaknaði og gjørdi bart FlogbóltUR Um tað ikki var staðfest frammanundan, so er í øllum førum greitt nú, at Fleyr er ikki partur av oddastríðnum longur SÍ setti Fleyr av Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen