Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. februar 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 32 Nr. 33 - 16. februar 2002 33 12 Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2002 Fløga Tittul: Hjlati Joensen Øssur Johannesen Útgevari: Plátufelagið Tutl Húsan hevur Øssur Johannesen gjørt Kostnaður: UMMÆLI Oddfríður Marni Rasmussen Eg fekk ein stóran bræv- bjálva inn gjøgnum dyrnar ein dagin. Uttan á bjálv- anum sá út sum, at hann hevði verið víða um. Nógvar fyrrverandi adressur vóru klistraðar á. Tá ið eg so lat hann upp, gleddist eg um innihaldið. Eg hevði nevniliga ætlað mær at keypt fløguna hjá Øssuri Johannesen og Hjalta Joensen, og her var hon so. Øssur Johannesen, lista- málari og bassistur, hevur givið sína triðju fløgu út, hesa ferð saman við einum av okkara frægastu gittar- leikarum, Hjalta Joensen. Fløgan eitur bara "Hjalti Joensen Øssur Johanne- sen", onki komma bara áðurnevndu nøvn. Hinar báðar fløgurnar "Solo Bass Guitar" og "Mín krossfesting", sum Øssur hevur givið út, standa sum nakað eina- standandi innan føroyska tónleikaheimin. Tær hava eina nerv sum fáar aðrar fløgur — eina nerv, sum er við at geva lurtaranum nervasamanbrot. Kanska? Tær eru erligar, viðkom- andi og eksentriskar. Á fløgunum er ein maður og ein bassur í kolosalum bardaga við hvønn annan. Hesin bardagi lýsir eina sinnisstøðu, sum dregur tann "vanliga" lurtaran niður í dulvitið á sær sjálv- um, ella niður í eitt stað í dulvitið, sum lurtarin ikki vanliga kemur. Á triðju fløguni hevur Øssur, sum sagt, fingið ein gittar aftrat sær. Hjalti hevur eisini gjørt allan tón- leikin og framleitt fløguna saman við Øssuri. Fløgan er deild upp í 10 partar, ið tilsamans eru uml. 71 minuttir. Tónleikurin er bygdur upp so, at tað byrj- ar spakuliga, fyri síðani at arbeiða seg upp í bæði tempo og styrki. Nýggja fløgan hjá Øssuri og Hjalta, er líka so full av longsli og pínu sum hinar báðar undanfarnu. Øssur er tó heldur spakari enn á hinum báðum. Hann hevur ikki ein so stóran leiklut, sum hann plagar, heldur ikki stjelur hann ljóð- myndina frá Hjalta. Teir rigga væl saman. Spæla væl ímóti hvørjum øðrum, geva hvørjum øðrum eina avbjóðing, sum ikki munnar út í reinum kaosi, nei, heldur lýsur hetta mótspæl teirra millum, at tey gittarljóðini sum Hjalti brúkar, passa væl til tað ráa og ópoleraða bass- ljóðið hjá Øssuri. Tíðum er ljóðið á bassinum so skitið, at tú hoyrir líkasum okkurt leyst forbindilsi onkrastaðni. Hetta riggar væl saman við tí reina og til tíðir psykedeliska ljóð- inum á gittarinum hjá Hjalta, ið onkrastaðni kann minna eitt sindur um gittarljóðið hjá Jimmy Page, gittaristinum í Led Zeppelin. Eg havi ikki so nógv skil fyri tí teoretiska í tónleiki, so eg havi valt at ummæla fløguna útfrá, hvussu eg upplivi hana. Teir báðir føra eina sam- talu gjøgnum alla fløguna. Øssur tann djúpa og til tíðir afturhaldandi røddin, sum heldur rútmuni gang- andi og sum líkasum for- førir gittaran hjá Hjalta til at finna ymiskar mátar at siga tað sum hann meinar. Hjalti er tann høga og ja- sigandi røddin — tann røddin sum er spælandi og svingandi í sinnalag. Gjøgnum alla fløguna sigur gittarin orðið "ja". Hetta svarið riggar væl til ta tunga og seigligu bass- røddina, sum er tann ið dregur tempoið. Í fjórða og fimta parti hevur tú eina kenslu av einum tvídrátti millum frið og okkurt sum liggur undur friðinum og hóttir við at bróta upp úr honum. Tað er sum um okkurt roynir og roynir at kóka, men sum ikki sleppur ordi- liga upp á kók, men tá ið so sjeyndi, áttandi og nýggjundi partur spæla, kemur hesin pottur av kenslum upp á kók. Hjá mær sum lurtara kókaði yvir. Hetta slagið av tón- leiki dregur meg so langt inn til sín, at eg havi ringt við at sleppa heilskapaður úr honum aftur. Hann er so ekspressionistiskur, at eg sleppi ikki undan at hugsa. Og tankarnir eru ikki van- ligir. Eftir mínum tykki, er akkurát hetta tað sum tón- leikur eigur at gera við lurtaran. Ikki hetta halv- hjartaða glepsið, sum nógv lata úr hondum, nei, eitt hart goyggj, sum fær sjálvt tær kenslurnar, sum hava ligið longst í dvala, fram í ljósið – fram í tíni starandi eygu. Eyguni verða av tónleikinum noydd at stara inneftir – at stara inn eftir tínum egna lívi, og ger so væl: Hugsa um lívið. Eins og á undanfarnu fløgum hevur Øssur eisini gjørt henda húsan. Á húsanum er ein reyður sirkul á eini svartari bakgrund, nærmast sum ein reyð sól, men hetta er ikki ein reyð sól, hetta er nærri einum reyðum tunli, ella eitt steðgiljós, ella kanska var tað ein reyð sól. Ja, alt ber til. Og tað er tað góða við fløguni. Alt ber til í huganum á tær sjálvum. Í skrivandi løtu eri eg stødd í evrulandinum, Fraklandi, á einum skeiði um umhvørvi við luttakarum úr øllum heim- inum. 1. januar í ár tóku flestu ES lond evruna í nýtslu, men allan januar mánað ber til at keypa og sleppa sær av við gamla peningin markin, frankin o.s.fr. Útsøla er í løtuni í Fraklandi júst sum heima í Føroyum og allir prísir eru givnir bæði í evru og franki. Ymist er, hvat fólk her halda um gjaldoyra- skiftið, og eg haldi, at flest øll vildu gjarna havt eina at- kvøðugreiðslu júst sum í Dan- mark, so at tey kundu havt eina ávirkan á avgerðina. Nøkur, sum eg havi tosað við, halda tað vera keðiligt at skula skifta aldargomla valuta sítt út og tað er við sorgblídni, at tey henda mánaðin sleppa sær av við síðsta peningin. Tó hava kanningar í Fraklandi víst, at um 80 prosent eru sera væl nøgd við evruna, nú hon er her. Spurningurin er so, hvønn týdning evran fer at hava fyri Føroyar og serliga, hvat fer at henda í Føroyum um Dan- mark skiftir yvir til evruna. Í løtuni eru jú bert Danmørk og Bretland av ES londunum, sum enn halda fast við gamla gjaldoyrað. Í Danmørk haldi eg tað bert vera ein spurning um tíð, áðrenn ein nýggj at- kvøðugreiðsla verður, og vænti eg, at svarið tá verður eitt ja. Longu sum nú er, vilja flestu danir heldur taka lán í evrum enn krónum, tí tað er bíligari! Harumframt er lættari at ferðast í Evropa, nú gjald- yrað er hitt sama, og sum flest øllum kunnugt so duga flestu danir (og onnur) væl at síggja fyrimunirnar, tá ið tað kemur til pening. Bretsku vinfólk míni her eru hinvegin sera fegnir um at hava pundið, tó halda summi, at Tony Blair bert bíðar eftir at meiningakanningarnar geva evruni meiriluta, áðrenn ein atkvøðugreiðsla verður. Hvønn týdning hevur tað so, at Evropa soleiðis verður savnað undir einum gjaldoyra? Er hetta bert eitt stig á leiðini at sameina alt Evropa, so Evropa kann standa seg betur mótvegis USA og verða sum eitt sambandsríki? Persónliga haldi eg, tað verða sera hent at hava sama gjaldoyra, men hinvegin haldi eg, at londini hava mist nakað av sínum tjóðareyðkenni við hesum stignum. Ein av fyrireiking- unum, tá ið vit fara at ferðast, er jú at pakka og veksla gjald- oyra, og búgvandi í Føroyum og Danmark ber hetta enn til sjálvt um tú skalt ferðast innan Evropa, men spurning- urin er, hvussu leingi hetta fer at bera til. Væntast kann, at um Danmørk skiftir til evruna, fer danski staturin ikki at vilja varðveita krónuna bert fyri Føroyar og Grønland. Hvat alternativið er, dugi eg ikki at spáa um, men tað fer kanska at bera til at verða limur í gjaldoyrasamgonguni uttan at verða limur í ES? Eg kundi hugsað mær at fingið at vita, um nøkur ætlan er løgd fyri Føroyar um Danmark skiftir til evruna og hvørjar treytir eru fyri at luttaka í eini evru- gjaldoyrasamgongu. Er hetta nakað sum politikkarar okkara hava hugsað um og eru so smátt við at fyrireika seg til, ella bíða vit bara til vit fáa harraboð úr Danmørk um hvat skal henda? Tað hevði nú ver- ið deiligt, um vit føroyingar eina ferð vóru væl fyrireik- aðir, sama hvat hendir í Dan- mørk. Evran TELDUBRÆVIÐ Frá: Maria Chun Petersen, Danmark, mariap@kampsax.dtu.dk Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Okkurt brýtur upp úr friðinum Málbitin "Í tráð við" Hvussu ofta ið sagt verður og skrivað "í tráð við", er og verður tað óføroyskt. Hetta eigur at verða lagt av sum skjótast! Hetta er rættiliga nýkomið úr donskum, har tað eitur "i tråd med" og helst einki samband hevur við "tráð", men heldur orð, ið merkir 'gongulag' el.tíl. (smb. at troða). Á føroyskum kundi hetta eitt nú verið orðað í samsvari við el. samsvarandi. Bygdanøvn Sýnið fólki tann sóma at fara rætt við nøvnunum á bygdum og býum teirra og annars øllum staðanøvnum. Eitt bygdarnavn, ið varð illa viðfarið herfyri, var Ljósá. Navnaformar, ið hoyrdust, vóru m.a. "av Ljósáum", "á Ljósáum", "í Ljósáum", "úr Ljósáum". Einki av hesum sniðum og fyrisetingum er í nánd við at vera á rættari leið. Bygdin eitur við Ljósá, og ein sum er úr teirri bygdini, er tí frá Ljósá . Áin er bert ein! Man tað ikki vera navnið á grannabygdini sunnanfyri, sum verður vavt uppí. Hon eitur í Svínáum. Dalenni er hvørkikynsorð og er tí óbroytt í bending uttan í hvørsfalli, har sum tað eitur Dalennis. Tí var tað heldur enn ikki ótýdligt at síggja hetta í einum blað: "Smærri nøgdir av trolfiski frá Dalenna (!)". Úr Orðafari nr. 3, 1987 FÍGGJAR- OG FYRISITINGARLEIÐARI E L E K T R O N Til fíggjar- og fyrisitingardeild okkara, leita vit eftir einum sjálvstøðugum og væl skipaðum leiðara, sum er opin og samstarvssinnaður. Á deildini starvast 4 fólk og uppgávurnar fevna um: - Dagligu roknskaparføringina - At gera roknskapin fyri fyritøku- na, bæði tann leypandi roknskapin og ársroknskapin - At gera rakstrar- og gjaldføris- ætlanir - Rakstur av ognum - Rakstur av móttøku og mat- stovu - At menna mannagongdirnar á fíggjarøkinum Um tú hevur áræði at arbeiða undir skiftandi umstøðum, og hartil hevur yvirskot at hugsa fram eftir og vera við til at seta í verk ábøtur í innanhýsis arbeiðs- háttum, ert tú kanska rætti per- sónurin til starvið. Talan er um eitt avbjóðandi og krevjandi starv, sum krevur munagóða útbúgving og við- komandi starvsroyndir. Tú verður partur av leiðslubólki- num og kemur at luttaka í áhald- andi menningini av Elektron. Setanar- og lønarviðurskifti verða ásett eftir nærri avtalu. Starvið verður sett skjótast til ber, men vit eru sjálvsagt sinnaði at bíða nakað eftir rætta persóni- num. Umsøknir við avritum av prógvum og møguligum viðmæl- um skulu stílast til Niels Chr. Nolsøe, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. februar 2002. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Chr. Nolsøe, á telefon 314505 ella 316658 ella við e- brævi til ncn@elektron.fo. P/F Elektron er edv-veitari til almennar stovnar, peningastovnar, tryggingar og grunnar. Vit veita nærum allar tænastur innan edv til kundar okkara, herímillum kanningar av ymiskum tekninskum og handilsligum viðurskiftum, skipanarmenning og rakstur av edv-skipanum. Størstu partaeigararnir eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Føroya Landsstýri. Á P/F Elektron starvast umleið 60 fólk og nettoumsetningurin var umleið 46 mió. kr. í 2001. P F E L E K T R O N S T A R A V E G U R 9 · P. O . B O X 3 2 1 9 F O - 1 1 0 T Ó R S H A V N T E L . : + 2 9 8 3 1 4 5 0 5 - F A X : + 2 9 8 3 1 6 3 8 4 stephanssons hús - Teldur - Forrit - Netumsiting - Bókhald - Ráðgeving Einfaldar loysnir Heykavegur 2, P.O. Boks 3202 FO-110 Tórshavn, tel 350300, fax 350301 e-mail:info@kervi.com, www.kervi.com team85 • 316511 Útbjóðing Hervið verður nýgerð av uml. 100 m av vegi í Flatabø boðin út alment. Útbjóðingartilfarið fæst fram til 26. februar 2002 ímóti rindan av kr.2.000,– í krossaðum kekki til Vest- manna kommunu. Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 424103. Listitatiónin verður á kommunuskrivstovuni 18. mars 2002, kl. 1530. Vestmanna kommuna Lesið Sosialin Viðv. sølubanni og afturtøku av breyðristarum frá OBH, snið 2640, 2675 og 2680 Tann 17. desember 2001 var Elnevndin, samb. § 3 í løgtingslóg nr. 134 frá 10. juni 1993 um sterkstreyms-útbúnað og § 2, stk. 2 í kunngerð nr. 171 frá 21. september 1993 um trygdar- og eftirlitsreglur viðvíkjandi eltilfari, á eftirlitsvitjan í nøkrum handlum í Tórshavn. Staðfest varð, at á hillunum í ávísum handlum vóru til sølu breyðristarar frá OBH, snið 2640, 2675 og 2680. Nevndu breyðristarar eru ikki framleiddir samsvarandi byggifyriskipanini í sterkstreymskunngerðini, og er tí vandi fyri trygdini hjá brúkaranum. Eftir § 2, stk. 1 í kunngerð nr. 171 frá 21. september 1993 um trygdar- og eftirlitsreglur viðvíkjandi eltilfari kunnu nevndu breyðristarar ikki seljast, útflýggjast ella nýtast her á landi. Við heimild í § 4, stk. 1 í nevndu kunngerð, bannar Elnevndin sølu av breyðristarum frá OBH av niðanfyri nevndu sløgum: Snið 2640/500 W við framleiðslunr. 2350 og 2390 Snið 2675/700 W við framleiðslunr. 0290, 2290, 2310 og 2350 Snið 2680/700 W við framleiðslunr. 2290, 2310, 2350, 2400 og 2440 Við heimild í § 5, stk. 1 í kunngerð nr. 171 frá 21. september 1993 verður samstundis álagt øllum heilsølum og handlum, ið hava selt nevndu breyðristarar, at taka teir aftur. Hetta kann gerast við at venda sær beinleiðis til keypararnar ella við lýsing í fjølmiðlunum. Við heimild í §6, stk. 1 í nevndu kunngerð verður sett bann fyri nýtslu av nevndu breyðristarum Møguleiki er at kæra avgerðina viðv. sølubanni v.m. innan 4 vikur frá dagfestingini í hesi kunngerð til landsstýrismannin í vinnumálum. Kærast kann um tulkingarspurningar, men sleppur einum ikki undan at akta boðunum í hesi kunngerð. Tórshavn 15. februar 2002 Elnevndin KUNNGERÐ F Ø R O Y A L A N D S S T R I Ý 33