leygardagur 16. februar 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
C
M
Y
K
30
Blaðfólk eru útbúgvin til at bera
tíðindi, at dekka alt runt um ein
evni og at finna serfrøðingar.
Soleiðis kunnu blaðfólk ikki ofta
sjálvstøðugt skera ígjøgnum
innan eitt umfatandi evni og t.d.
meta um ymiskar loysnir,
perspektiv um fortíðina og fram-
tíðina hjá einum øki/evni. Til
hetta nýtist okkum føroyskar og
aðrar serfrøðingar, ið skulu vera
við í kjakinum. Hetta vil eisini
siga tey, ið eru í starvi innan t.d.
sjúkraverkið, tað almenna,
fiskivinnuna og oljuvinnuna.
Hetta við serfrøðingum skal ikki
takast púra uppá orðið, tí
kjakstøði verður eisini ávirkað
og sett av fjølmiðlafólki og
intellektuellum røddum. For-
maðurin fyri Fróðskaparfelag
Føroya, Dánjal Petur Højgaard,
vil royna at fáa føroyskar
heimvendar útisetar og frøðingar
at vera meiri við í kjakinum her
heima. Tað er eingin loyna, at
nærum hvør heimkomin frøð-
ingur og nýútbúgvin útiseti tykist
hvørva ella bráðtagna, men hví
er tað soleiðis?
Tað er ein løgin valdsjavnvág í
føroyska samfelagnum, ið byggir
á eitt fólksligt misálit yvir fyri
lærdómi, høvuðstað iog hægri
mentan. Ein ávís anti-
intellektualisma er í djúpgrýt-
inum, har føroyingar í øldir hava
verið erpnir av, at teir ikki hava
lisið bøkur, og hartað tey ið
gjørdu tað. Vit í Føroyum eru á
nógvan hátt hámodernað, men á
øðrum økjum eru við afturi í tí
villasta feudala bóndasamfelag-
num. Fyri tað, um vit koyra í
modernaðum akførum, nýta
teldur osfv., kunnu vit væl á
øðrum økjum liva í 18 øld.
Einstaklingalyndi
Í øllum londum í heiminum er
stórt kjak um gamlar siðir og um
tað modernaða, við broyttum
líviumstøðum og øktari
altjóðagerðing. Hetta ger seg
galdandi alla staðni, frá Noreg,
Butan til Føroyar. Framtíðin er
longu her og seyrar ímillum
skins og hold, ið millum annað
merkir økta einstaklingagerðing
og býarmenning. Tað liggur í
øllum metingum, at fólk søkja
frælsi (hvat er galið við tí?).
Serliga heimvendir útisetar, ið
aloftast eru ungir føroyingar,
halda seg aftrat høvuðstaðnum.
Har eru ikki bert arbeiði, men
nógv fleiri møguleikar og kanska
neyðugur anonymitetur enn á
bygd ella útoyggj — tað torir
eingin politikari, ella okkara
mentanarliga og samfelagsliga
elita at siga hart (tey búgva bara
har). Tað tykist sum um ein-
staklingalyndi og frælsi finst í
øktan mun í býum og
høvuðstaði.
Eg var í USA seinasta vár. Har
tosaði eg við granskarar, ið
søgdu frá, at tað at búgva í the
rural areas, t.v.s. úti á landinum,
ikki var høgt í metum longur. Á
føroyskum (og norskum) hava
orð sum bygd, økis- og mið-
spjaðing ovurhonds positiva
merking. Í Danmark er at búgva
‘ude på landet’ ikki tengt at
serliga ógvusligum kenslum
longur. Tað var tað á døgum
Morten Kochs. Somuleiðs er
høvuðsstaðarð og býarmentan
ikki negativt í Danmark, Íslandi
og Svøríki — men í ovurhonds
nationalistiska Noreg er býurin
umboð fyri alt óndt, bygdin fyri
alt gott. Tað løgna við føroysku
kjakmentanini og hareftir poli-
tikki, er ein valdsjavnvág, har
bygdin umboðar tað, ið gott er
og positivt. Aftaná tjóðskapar-
romantikkin yvirlivdi bygda-
nationalisman, har fólk á bygd
høvdu ‘veruligu’ føroysku ment-
anina, málið og tann veruliga
føroyska lívsformin. Føroyski
høvdingur sum Jóannes Paturs-
son kom sjálvandi, sum ein
annar Kong Sverri, úr Kirkjubø.
Jú, nakrar smábygdir hava menn
altíð mett fínari, eldri enn aðrar.
Høvuðsfíggindin í bygdadyrkan-
ini eru serliga embætismenn og
býarfólk. Embætismenn, tí teir
kanska hótta tankan um, at
stættarmunur ikki er í Føroyum.
Hesin tankin um líkheit, ið er ein
stór mýta, byggir uppá ein
fólksligan ótta fyri útlendingum
og føroyingum, ið eru útlærdir
uttanlands. Ein ræðsla fyri elitu,
og kanska, at hesi hava fingið
fínari vanar — vilja t.d. helst
búgva í høvuðsstaðarøkinum.
Feudala fortíðin
Tað var ikki tjóðskaparrørslan, ið
broytti okkum føroyingar, men
sluppurnar, fiskurin og viljin til
at sleppa burtur úr feudalu
fortíðini. Tjóðskaparrørslan
hevði eina ávísa savnandi ávirk-
an, men fekk ikki á sama hátt
savnað ella einsrættað alla
føroyska mentan. Í tjóðskapar-
ligu konstruktiónini av teim
nýggju Føroyum, føroyska
lívinum og tí nýggja føroying-
inum vann hesin tankin valdið, at
býarmentanin var hin nýggja,
fremmanda og tí hin óføroyska.
Somuleiðis, at Havnin ikki bygdi
á tað ‘týpiska’ føroyska, ella
einar nóg føroyskar Føroyar. Í tí
føroysku úrmytologiini býr
hvørki Høgni, Ketil ella Kálvur í
Havn, og fólkini í ‘Tað lýsir av
landið’ hjá Martini Joensen,
berjast við avleiðingar av
ídnaðargerðingini í stóru fiski-
plássunum ikki í Havnini. Eingin
heimstaðarrithøvundi, kanska
burtur frá William — ið er hin
besti av teim øllum, skrivar
serliga positivt um Havnina.
Sum uppvaksin á bygd, loyvi eg
mær at seta álvarsamar spurn-
ingar til henda veruleika, at
bygdin er ein nærum betri partur
av føroyska samfelagnum, enn
okkara lítli kæri høvuðsstaður
Havnin. Hin nýggja tjóðarbygg-
ingin, ið kom á okkum legði
undir at hámeta bygdina, tí har
meintu menn, at alt tað gamla
stavaði. Men hesin tankin er
ótíðarhóskandi og beinleiðis
sentimentalur.
Vitloysi ræður
Alneyðugt er, at vit ikki seta
sentrum og økismenningina at
hvørjum øðrum sum mótsetning-
ar. Eg meini, at henda einfalda
heimsmynd, syndrar, spjaðir og
oyðileggur meir enn hon er
mennandi. Ávísir partar av
bygdunum (kanska tær flestu)
eru ikki í náttúrligari menning,
men í politiskari mening, hjálpir
av vælagni um tunellir, útbygg-
ingar og allan træmanskapin frá
áttatiárunum. Hvar eru stóru
visiónirnar um at føra Føroyar
framá inní eina verð við vitan,
kunningartøkni og gransking?
Nei, alt eitur økis- og bygda-
menning, tí hesi orð eru heilag,
eitt nýføroyskt mantra. Vit vita
innast inni, at útoyggjarnar longu
eru endaðar sum fortíðarleivdir
og ferðafólkamið. Tíðin er farin
frá hesum økjum, eins og nógvar
bygdir í Føroyum hava lítið og
einki at bjóða av arbeiðsplássum,
frítíðarítrivi ella mentan. Svínoy,
Trøllanes og Tjørnuvík koma
ongantíð at verða hornasetinar í
eini komandi fjølbroyttari vitan-
og ídnaðarmenning, ið passar við
krøvini í 21. øld. Høvdu
føroyingar ikki ferðast til Havnar
at arbeiða, verið sjómenn úti og
heima, so var einki lív lagað í
millumstóru bygdunum í Føroy-
um. Einastu livikor, ið vóru
lagað høvdu verið fyri fólka-
pensionistar, bóndir, seyð,
hundar og onkran hendinga
útróðrarmann. Vit hava ikki ráð,
hvussu so vit venda tí, at
útbyggja allar Føroyar í senn. Øll
kunnu ikki hava alt, alla staðni.
Tað fremir ikki Føroya sak, at
10
Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2002
Føroyska kjakstøðið
- Alt samfelagið flennir at Esmar Eysturoy. Hvat er hann annað enn ein
óføroyskur frøðingur, ein møguligur komandi embætismaður, ein
bókaormur, ið er tað næsta ein kann koma til ein idiot í Føroyum. Esmar
minnir okkum um, at vitan kann brúkast skeivt, men eisini um, at
frøðingar flenna vit helst eftir, tí vit ikki skilja teir. Esmar mótprógvar
orðini hjá Anfinni Kalsberg um, at vit í Føroyum ikki hava stættarmun,
skrivar Kim Simonsen í áhugaverdari og hvassari grein við
bygdamenning sum dømi
“Hvat er tað, sum er so gott á bygd? Er tað ikki
mest ein sentimentalur longsul aftur til okkurt
upprunaligt og kanska aftur eftir fortíðini?
Barndómsins paradís gerst eitt tølandi fongsul av
vantandi upplivingum og møguleikum. So skjótt ein
kann, gongur leiðin uttanlands og helst ongantíð
heimaftur”
Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2002
11
vitleysir lokal- og bygdapolitik-
arar vilja smildra og sorla bæði
Havnina og allar almennar
stovnar, og vilja dragsa hesar
stovnar um dalar og fjøll, tí teir
sjálvir vilja vera afturvaldir.
Hesir menn, ið ikki vilja tálma
fyrr enn alt samfelagið nærum er
lagt í oyði av miðspjaðing, økis-
og bygdamenning. Taka vit eitt
tilvildarligt dømi, so hava vit
sum ein annar arabaraoljustatur
miðnámsskúlar á hvørjum tanga.
Var tað eg sum kom við ráðum,
so skuldu nærum allir fram-
haldsskúlar verið savnaðir,
soleiðis at studentaskúlar, HF,
lærarskúli-, sjúkrasystra-,
handils-, sjómans- og Fróð-
skaparsetur Føroya vóru saman.
Soleiðis kundi samfelagið spart
milliónir, tí skúlarnir kundu deilt
lærarar, skúlastovur amboð osfv.
Men tað veruliga áhugaverda er,
at hin einstaki HF´arin, handils-
skúlanæmingurin hevði fingið
eina nógv betri frálæru. Um ein
t.d. lesur HF í Klaksvik ella í
Suðuroy (hetta er eitt sindur
betur á Kambsdali), so fær ein
bert ein brøkpart av teim læru-
greinum, ið ein vil hava. Tað eru
sjáldan nóg nógv til ein flokk í
fronskum, heimspeki, lívfrøði,
fiskivinnu, evnafrøði osfv. Hetta
vil siga, at ein økismiðnáms-
útbúgving er ofta langt frá so
góð sum ein lisin í Havn! Og at
vit ofra góðsku á altarinum fyri
økis- og bygdamenning. Hvat
ger tað um tey 18 ára gomlu
flyta til Havnar? Tey noyðast av
landinum allíkavæl um tey vilja
lesa veruligan hægri lestur. Tað
er gott og mennandi fyri ungfólk
at koma uttanlands og helst
eisini at læra at klára seg sjálvi í
høvuðsstaði okkara framman-
undan.
Bygdamytologi
Hvat er tað, sum er so gott á
bygd? Er tað ikki mest ein
sentimentalur longsul aftur til
okkurt upprunaligt og kanska
aftur eftir fortíðini? Tá eg var
eini 12-13 ára gamal á bygd, var
hon longu alt ov lítil. Barndóm-
sins paradís gerst eitt tølandi
fongsul av vantandi upplivingum
og møguleikum. So skjótt ein
kann, gongur leiðin uttanlands
og helst ongantíð heimaftur. Eg
kendi meg aftur, tá genturnar í
svenska filminum ‘Fucking
Åmål’ uppgevandi grenjaðu:
“hví skal eg búgva í fucking
Åmål”. Fucking Skálafjørðurin,
haðani eg komi, er heldur ikki
har ein droymir um at búgva tá
ein er 16-18 ár. Soleiðis er tað
bara, einasti munurin er kanska
hann, at eg tori at siga tað. Í
Danmark er tað í lagi at arga tey,
ið búgva í provinsuni og á
landinum, men í Føroyum er tað
meiri ‘rætt’ at gera skemtisøgur
um havnargrind (hod dogs) og at
havnardreingir tosa um ‘fiskar
við brúsi á rygginum’ (grind-
hvalar).
Fara við ein túr aftur í fortíð-
ina, so var gamla bóndasam-
felagið í øldir merkt av, at tað
abstarkta, ástøðiliga ikki var høgt
í metum, tí bert tað konkreta og
nyttukenda kundi breyðføða
fólkið. Men í dag er samfelagið
eitt annað. Nú tørvar okkum
vitan og hvat er meiri abstarkt
enn t.d. kunnungartøkni. Eg
haldi, at blinda liðið, ið dyrkar
bygdaromantikkin ikki vil vita
av, at vit ikki liva í einum
siðbundnum samfelag meiri, har
eitt elstamannaráð kann siga
okkum, hvussu alt skal vera.
Siðir eru bert royndirnar at skipa
okkara felagsminni, ið aftur
innihalda ritualir, ið kunnu
varðveita tey bond, ið knýta
fortíð og nútíð saman — tvs.
soleiðis riggar tað í einum
siðbundnum samfelag, ið vit ikki
liva í meiri. Í einum siðbundnum
samfelag koma siðirnir fram í
praksis gjøgnum ritualir, har eitt
samfelag roynir at endurskapa
fortíðina við ítøkiligum gerðum.
Við siðunum koma eisini
sannleikauppskriftir, ið vit
hvørki kunnu mótsiga ella
kjakast um. Og tí er tað sið-
bundna samfelagið veikt og ikki
ført fyri at liva við broytingum.
Allir siðir hava verndarar, ið
tulka og umsita siðirnar. Hesi eru
ikki serfrøðingar, men verða
vald, tí tey sita á onkrum ávísari
orku, gamlari dygd, ið vit ikki
kunnu siga, hvat er. Eitt slíkt
elstamannaráð kenna vit frá
øllum siðbundnum samfeløgum í
heiminum, men í einari
modernaðari verðsligari verð
riggar hetta ikki. Vit hava brúk
fyri frøðingum og
intellektuellum.
Vitan er og verður vald
Kanska er tað av hesum
viðurskiftum, at serfrøðingar, ja
allir frøðingar aftra seg við at
tora at tosa um ymisk viðurskifti
í fjølmiðlunum. Alt samfelagið
flennir t.d. eftir Sjúrða Skaale, tá
hann spælir Esmar Eysturoy
gamlaárskvøld. Hvat er hann
annað enn ein óføroyskur frøð-
ingur, ein møguligur komandi
embætismaður. Ein bókaormur,
ið er tað næsta ein kann koma til
ein idiot í Føroyum. Esmar er
t.d. bert stuttligur í Føroyum, tí
hann punkterar kanska tað
valdsjavnvág, ið er í samfelag-
inum, og Esmar minnir okkum
um, at vitan kann brúkast skeivt,
men eisini um, at frøðingar
flenna vit helst eftir, tí vit ikki
skilja teir. Esmar mótprógvar
orðini hjá Anfinn Kalsberg um,
at vit í Føroyum ikki hava
stættarmun. Í Føroyum eru
frøðingarnir nærum ein undir-
stætt, ið hvussu so er ein hóttur
minniluti, sum fólkið hálvavegna
vanvirðir. Kanska tí, at frøðingar
eisini eru vandamiklir, tí teir siga
mangan okkurt helt annað enn
politikarar, blaðmenn og vanliga
fólkið. Og tað sum vanligi mað-
urin ikki skilir (ella vil hoyra), ja
harragud, tað má ikki skrivast
um í bløðum, sendast í Útvarp
Føroya ella í SVF. Men henda
meting er púra skeiv, tí vitan er
vald. Frøðingar fáa og hava vald,
tað dámar partar av fólkinum
ikki, og í ómegd og øvundsjúku
livnar og blomstrar niðurgerð-
ingin — tí er Esmar Eysturoy
stuttligur í Føroyum. Ein syrgilig
og negativ tulking, men tíverri
alt ov sonn.
Soleiðis meini eg, at nógv
nýhugsan druknar í gomlum
siðum, og at samfelagið týðuliga
vísur seg at vilja halda seg til
ótíðarhóskandi og alt ov sið-
bundnar mytologiskar tulkingar
av bygdini, av høvuðstaðnum og
tí góða føroyska lívinum — í
modernaðir politikarir royna at
ræna einkarrættin til.
Hvar eru tey, ið duga, vita og
kunnu siga okkum um øll møgu-
lig viðurskifti í Føroyum í dag?
Hava tey selt sítt talufrælsi til
ævigu føroysku tøgnmentanina,
ið mangan birtist av, at øll kenna
øll, ella um teir lítlan og ongan
áhuga hava í at luttaka í kjaki,
kann ein bert gita um. Ein stórur
trupulleiki í Føroyum er, at vit
ikki hava havt eina sterka og
upplýsta stætt, ið fyri langari tíð
síðani hevur skapt eina frílynta
kjakmentan og tað heimspeking-
urin Jürgen Habermas nevnir eitt
borgarligt almenni. Og meðan
kettan er úti, spæla mýsnar á
borðinum. Teir óðu vinstrahallu
samfelagsrevsararnir hava fólkið
í Føroyum kanska ongantíð tikið
í álvara — teir hava mestsum
allir verið gamlir kommunistar
og kommunisma er líkasum
einki gott støði undir stórum
trúvirði eftir 1989.
Tjóðveldismenn hava eitt ávíst
vald á kenslunum í løtuni, men
teir eru bert so óendaliga senti-
mentalir, óðir og dámar betur
kenslubornan retorikk enn argu-
mentir, ja, og so ganga teir á
odda í bygdarromantiska trúar-
ólkinum. Sambandsmenninir
gera helst einki — annað enn at
royna at berjast fyri at fasthalda
status quo. Meðan menn berjast
um loysing ella ikki loysing, fáa
áhugabólkar, so sum politikara-,
handils- og vinnulívsmenn vald á
øllum, og at draga okkara máta
at hugsa um t.d. fiskivinnuna, tí
vinnan og politikkur eru í somu
song. Tað er eingin loyna, at
reiðararnir, stórhandilsmenninir
(bilseljarar) og virkiseigarnir í
Føroyum eisini eru politikarar,
og hetta er mangan óheppið fyri
okkara demokrati, men hetta
tykist ikki at nerva fjølmiðlarnar.
Tað sum er dupult óheppið er, at
okkum afturat hesi mynd, vanta
frílynt lærd fólk, intellektuell og
akademikarar, ið tora at siga sína
meining. Alt endar tí við at vera
upp til eina ella aðra atfinningar-
sama rødd, ella bert onkran, ið
sigur okkurt annað, um hann ikki
druknar í dunkinum frá tónleik-
inum á Ras 2, ævigu andaktina á
Lindini ella longu gekkasend-
ingini á SVF. Men um onkur ger
tað, so verður hann illa hag-
reiddur. Tær professionellu
intellektuellu røddirnar, ið hava
selt sítt talufrælsi til fyritøkur og
stovnar, vita oftast betur um
landsins støðu, men tora ikki at
koma fram, tí teir hava fingið
munnkurv frá teim bankum,
stovnum og fyritøkum, teir
arbeiða fyri. Í Føroyum tola fólk
ikki, at ein persónur bæði
arbeiðir fyri eina fyritøku sum
t.d fíggjarfrøðingur, fiskivinnu-
frøðingur ella løgfrøðingur og
samstundis loyvir sær at vera ein
privat rødd í okkara ’demokrat-
iska’ samfelag. Hevði onkur
fíggjarfrøðingur ella annar
serfrøðingur brotið við hesa
siðvenju, hevði hann beinanvegin
fingið ávaringar frá sínum
arbeiðsgevara. Ikki tí hann á
nakran hátt hevur brotið nakra
lóg, men brotið við eina valds-
ásetta føroyska tøgnmentan. Hesi
fólk kundu sagt okkum frá, hvat
vantar og hvar broytingar skulu
gerast, men tað koma tey helst
ikki at gera, tí teirra røddir eru
keyptar til at tiga, og tá tær tosa,
ljóða tær allar eins og hin
seinasti aðalfundurin í fyritøkuni
ella á stovninum. Gera tey av at
nýta síni grundlógartryggjaðu
rættindi, verða tey uppsøgt vegna
samstarvstrupulleikar við
brestin. Hetta er einki vit skulu
vera stolt av, hetta ber bert boð
um, at vit eru ongan veg komin.
Hetta er eitt satt tekin um, at
Føroyar eru ein komandi parodi
og ein bananstatur. Uttan eitt
borgarligt almenni kann
samfelagið ikki annað enn at
rotna innanifrá.
At tora at finnast at
Hann, ið torir, er ein umráðandi
persónur, og fjølmiðlar, ið tora
skulu berjast sum villir vargar
fyri at tað skal geva meining at
vera føroyingur og at liva í
Føroyum. Fjølmiðlarnir skulu
vera ein rødd, ein pennur í
myrkrinum, ein rás sum torir í
Føroyum at skapa eitt føroyskt
mál, ið tænir sannleikanum, ið
torir at tosa ímóti valdinum. Ein
rødd, ið við einum klárum máli,
sigur frá, tá valdið verður mis-
nýtt, tá nepotisman blómar og
órætturin veksur. Neyðugt er
eisini at tora at tosa t.d. ímóti
nationalismu, ið bert kávar yvir,
at nøkur fólk vilja sita á valdin-
um, størvunum og hava tikið
einkarrætt uppá hina sonevndu
føroysku mentanina og hin
føroyska samleikan, ið tey vilja
umsita fyri at hava valdið á
okkum. Okkum tørvar radikalt
mót, og at fjølmiðlarnir tora at
vísa vegin. At hesir ikki bert
royna at kappast um at borðreiða
við fólksligum tannleysum
undirhaldi, men liva upp til
leiklutin sum hin fjórða stats-
maktin. Við ella uttan bygda-
menning.
“Í Føroyum eru frøðingar nærum ein undirstætt, ið
hvussu so er ein hóttur minniluti, sum fólkið
hálvavegna vanvirðir”