leygardagur 16. februar 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
C
M
Y
K
28
8
Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2002
Á SLÓÐINI
Grækaris Djurhuus Magnussen
Man tað bera til at hitta ein
týskara í dag, sum starvaðist sum
kavbátaskipari undir krígnum?
Tað eru jú meira enn 55 ár liðin,
síðan 2. heimsbardagi endaði, og
tí er lítið sannlíkt, at menn, sum
vóru tilkomnir undir krígnum,
framvegis eru á lívi. Men herfyri
setti eg mær fyri, saman við
Sámali Bláhamar, soni Frederik
Bláhamar í Vestmanna, at fara at
leita eftir Willfried Prellberg,
kavbátaskipara. Forsøgan er
hendan.
22. september 1940, kl.
17.30
Í stýrhúsinum á Union Jack
standa Viggo Dam, skipari, og
Frederik Bláhamar, dekkari.
Saman við hinum fimm av
manningini hava teir verið í Vest-
mannaoyggjunum eftir ísfiski, og
eru nú á veg til Skotlands at
selja. Teir eru staddir miðskeiðis
millum Føroyar og norðurendan
á Hebridunum, Butt of Lewis.
Tað er slætt í sjónum, og veðrið
er av tí fagrasta. Brádliga fær
Viggo Dam, skipari, eygað á
eitthvørt:
- Hvat er hatta fyri eitt far
beint forút um bakborð? Har
hevur onki verið at sæð fyrr, og
hatta er ikki langt frá okkum,
heldur hann fyri við Frederik
Bláhamar.
Teir verða skjótt samdir um, at
hetta farið er ikki meira enn
hálvan fjórðing frá teimum og
hevur beina kós móti Union
Jack. Ein lítil løta gongur, so
síggja teir, at talan er um ein
kavbát. Men teir halda sam-
stundis, at talan man vera um ein
bretskan kavbát, tí týskarar halda
seg neyvan so norðarlaga.
- Teir munnu heldur vera
longur til havs og lúra eftir
farmaskipum, sum sigla millum
Bretland og Amerika, men
skilabest er kortini at purra hinar
út, heldur Frederik Bláhamar.
Union Jack søktur
Teir fimm, sum eru purraðir út,
eru ikki meira enn komnir á
føtur, tá maskinbyrsuskotini
hegla inn yvir føroyska fiski-
skipið. Nú er greitt, at hetta er
týskur kavbátur.
Í skundi eydnast manningini at
fáa minna bjargingarbátin út, og
teir rógva av øllum alvi burtur
frá Union Jack. Men áðrenn teir
fóru frá borði, eydnaðist teimum
at kappa surringarnar á stóra lív-
bátinum. Tað var teirra vón, at
um Union Jack varð søktur, so
kundi stóri bjargingarbáturin
flotna. Men hendan vónin brast
skjótt, tí nú byrjaði týski kavbát-
urin at skjóta við kanónini. Og
eitt tað fyrsta, teir raktu, var stóri
bjargingarbáturin, sum fór í
spønir.
Teir raka annars illa við
kanónini. Ikki fyrr enn eini 25
skot eru gingin av, raka teir
Union Jack so meint, at hann
søkkur løtu seinni. Seinasta, teir
sjey í bjargingarbátinum síggja
til Union Jack, er Merkið, sum
mest sum veittrar teimum farvæl
og ynskir teimum góða eydnu.
Nú óttast teir sjey føroying-
arnir, at teir fara at standa fyri
tørni. Men tað er við frøi, at teir
síggja kavbátin stevna burtur frá
teimum, og eina løtu seinni
hvørvur hann í havsbrúnni.
Hóast hann øtlaði veðrið til
storm, og skipbrotnu føroying-
arnir hvørki høvdu vátt ella turt
við sær í bátin, so eydnaðist
teimum 36 tímar eftir dramatiska
tilburðin at vinna upp land á
Flannan Isles, vestan fyri
Hebridurnar. Og 9 tímar seinni
— ella 45 tímar eftir at týski
kavbáturin søkti Union Jack,
komu teir undir tak, og teir vóru
bjargaðir.
Men hvussu mundi tað bera
til, at skiparin á týska kavbátin-
um læt teir sleppa við lívinum?
Var tað menniskjansliga med-
vitið, ella var tað kanska tí, at
hann væntaði teir kortini ikki
fara at vinna upp land, og at tað
sostatt ikki var neyðugt hjá
teimum eisini at søkkja
bjargingarbátin?
Á slóðina
Sámal Bláhamar, sonur Frederik
Bláhamar, varð borin í heim
nøkur ár eftir hendingina. Og
hann velur at trúgva, at tað var
menniskjansliga medvitið hjá
kavbátaskiparanum, ið gjørdi, at
hann læt menninar sleppa. Nú vil
Sámal Bláhamar fegin takka
Willfried Prellberg fyri hesa
vælgerðina.
- Tí, sært tú, um Prellberg
valdi at gera enda á pápa mínum
og hinari manningini, so var eg
ikki til í dag. So eg havi veruliga
nakað at takka kavbátaskip-
aranum fyri, sigur Sámal
Bláhamar.
So verður farið á slóðina hjá
týska U31-kavbátinum. Og tað er
her, vit finna útav, at skipari á U-
31 um tað mundið, sum Union
Jack varð søktur, var Willfried
Prellberg. Á alnetinum finna vit
fram til nakrar týskarar, ið hava
Reinhild Ruck:
Søkti maður mín
føroyskt fiskiskip?
- á slóðini hjá Wilfried Prellberg, týskum kavbátaskipara
undir 2. veraldarbardaga
22. september í 1940 søkti týskur kavbátur vestmannabátin Union Jack. Fyribils
kanningar hava víst, at tað var týski U31-kavbáturin við Willfried Prellberg,
kavbátaskipara, sum søkti Union Jack. Ein av manningini á Union Jack, Frederik
Bláhamar, skrivaði seinni bókling um hendingina. Frederik Bláhamar hevði í dag, 16.
februar 2002, verið 100 ár. Í sambandi við 100-ára dagin hjá Fredrikki hava vit verið á
slóðini hjá Willfried Prellberg og familju hansara. Saman við okkum var sonur Frederik
Bláhamar, Sámal Bláhamar. Sámal vildi takka Prellberg fyri, at hann lat manningina
sleppa í bjargingarbátin, áðrenn hann søkti Union Jack.
Willfried Prellberg sigldi fyri tað mesta við U-19, men nakrar mánaðir í
1940 var hann skipari á U-31
Reinhild
Ruck, einkja
eftir Wilfried
Prellberg
Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2002
9
eftirnavnið Prellberg. Men ongin
teirra kennist nakað við Willfried
Prellberg.
Um árskiftið 2000/2001 fingu
vit samband við stjóran á
Jerusalem Reisen í Kiel, Rudi
Graeter. Graeter er útbúgvin
løgfrøðingur, og starvaðist í fleiri
ár sum journalistur, áðrenn hann
fór inn í ferðavinnuna. Hann
verður beinanvegin bergtikin av
søguni um Prellberg og Union
Jack.
- Eg skal hjálpa tykkum, lovar
hann.
Finnur konu Prellberg
20. februar í ár fáa vit eitt telefax
úr Kiel. Avsendarin er Rudi
Graeter:
"Hurra!!! Hurra!!! I have
found the wife of Mr. Willfried
Prellberg_"
Jú, sanniliga, nú komu vit alt
nærri Prellberg-familjuni. Men
tað var ikki sum at siga tað at
finna frú Prellberg. Tí tað vísti
seg, at Willfried Prellberg doyði í
1986, og ilt var at finna nakrar
eftirkomarar. Men so var tað, at
Rudi Graeter fekk samband við
ein av manningini á U31, Hans
Reichert. Og Reichert kundi
greiða frá, at einkjan eftir
Prellberg hevur ikki eftirnavnið
Prellberg, men Ruck. Og tá
eydnaðist at fáa samband við tað,
sum eftir er av Prellberg-familj-
uni, nevniliga einkjuna og son
hennara, ein heimskendan
flogskipara innan ítróttina "kapp-
flúgving".
Á midnátt 26. mars verður
kósin sett móti Týsklandi. Í bili
koyra vit frá redaksjónini í
Korsør niður til Rødby, og
haðani við ferju til Puttgarden í
Norðurtýsklandi. Frá Puttgarden
leggja vit leiðina móti Cuxhaven.
Vit hava nevniliga fingið at vita
frá vinmanni okkara í Kiel, Rudi
Graeter, at Hans Reichert nú
sigur seg onki minnast til hend-
ingina við Union Jack. Spurning-
urin, vit seta okkum er, um fyrr-
verandi kavbátaoffiserurin hevur
fingið kaldar føtur og roynir at
køva leitingina, ella um hann
veruliga onki minnist. Men vit
vita um eitt kavbátasavn í
Cuxhaven, tí royna vit tað fyrst.
Um middagsleitið týsdagin
nærkast vit Cuxhaven, og við
fartelefon eydnast okkum at fáa
samband við savnsvørðin. Men
hann er rættiliga avvísandi:
- Vit hava als ikki avgreiðslu-
tíð fyrr enn í summar, her er
stongt. Vit kunnu ikki taka ímóti
tykkum, eru boðini frá savns-
vørðinum
Vit royna at greiða honum frá,
at vit eru komnir heilt úr Føroy-
um, og at tað er rættiliga umráð-
andi at sleppa inn á savnið. End-
in er, at savnsvørðurin við ring-
um tannabiti biður okkum bara
koma.
Sjón fyri søgn
Hurðin er læst á kavbátasavnin-
um. Vit bíða eina løtu, og so
verður latið upp. Hann er eitt
sindur grískur, savnsvørðurin.
Men tá vit hava sagt honum,
hvørji ørindini eru, at vit leita
eftir tilfari um U-31 og Willfried
Prellberg, gerst hýrurin betur. Vit
verða bodnir inn í eitt rúm, har
veggirnir eru klæddir við ring-
bindum. Savnsvørðurin tekur eitt
ringbind fram og leggur tað á
borðið framman fyri okkum.
Hetta eru allar upplýsingar um
U31 — við myndum.
Tá vit hava leitað eina løtu í
ringbindinum, detta vit fram á
eitt áhugavert skjal. Skjalið
greiðir frá, hvørji skip U-31
søkti undir krígnum. Miðskeiðis
í skjalinum stendur:
"Nach Bergung stellte U-31
im Juli 1940 unter Kapitanleut-
nant Prellberg zum zweiten Male
in Dienst. Am 22. September
1940 versenkte U-31 bei Butt of
Lewis mit Artillerie den kleinen
britischen Drifter "Union Jack"
(81 BRT)."
Her hava vit sostatt prógvið
um, at tað var U-31 við Willfried
Prellberg, skipara, ið søkti Union
Jack. Men vit vistu onki um, at
manningin á týska kavbátinum
helt Union Jack vera enskt skip.
Ivaleyst var tað navnið Union
Jack, sum fekk teir at halda
vestmannabátin verið enskan.
Eftir at savnsvørðurin hevur
víst okkum runt á kavbátasavnin-
um, har hann millum annað vísti
okkum eina kavbátakanón av
sama slagnum, sum søkti Union
Jack, takka vit fyri okkum.
Hitta einkjuna
Tað er ikki sørt, at vit eru troytt-
ir, nú vit seta kósina suðureftir
móti Oldenburg. Vit hava ongan
svøvn fingið í eitt samdøgur, og
tá kann vera tunglynt at koyra á
týska motorvegnum. Men vit eru
spentir at hitta einkjuna eftir
Willfried Prellberg, so vit spenna
okkum út. Hon veit, at vit eru á
veg, men hon heldur okkum ikki
vera frammi fyrr enn eina ferð
móti kvøldi.
Meðan vit koyra, fáa vit sam-
band við Rudi Graeter. Hesin
hevur aftur havt samband við
fyrrverandi offiserin á U-31,
Hans Reichert, sum framman-
undan segði seg onki minnast til
hendingina við Union Jack. Nú
hevur hann leitað í skjølunum,
hann hevur frá kavbátatíðini
undir krígnum, og jú, tað er rætt:
- Júst um hatta mundið vóru
vit staddir miðskeiðis millum
Føroyar og Butt of Lewis. Men
eg minnist framvegis onki til, at
vit søktu handan bátin. Orsøkin
til tað kann vera, at eg arbeiddi
við torpedunum undir dekki, og
visti tí ikki, hvat gekk fyri seg
longur uppi í kavbátinum, til
dømis uppi á dekkinum, sigur
fyrrverandi kavbátaoffiserurin.
Reinhild Ruck býr á Mohnweg
6 í Hatten, stutt norðan fyri
Oldenburg. Men tað er ikki bara
sum at siga tað, at finna Mohn-
weg 6. Hatten er ein minni býur
við einari rúgvu av býlingum. Vit
spyrja okkum fyri, og verða
vístir úr einum enda av býnum í
hin, og so umaftur og umaftur.
Men um trý-tíðina hendan dagin
bankar Sámal Bláhamar á dyrnar
hjá Reinhild Ruck. Hurðin
verður latin upp, og har stendur
hon, einkjan eftir Willfried
Prellberg, maðurin, sum fyri 61
árum síðani søkti Union Jack
miðskeiðis millum Hebridurnar
og Føroyar.
Hon er blídlig, frú Ruck. Vit
verða beinanvegin bodnir innar í
hugnaliga heim hennara, og
sessast. Og áðrenn vit fáa vent
okkum, kemur hon við myndum
og skjølum, ið stava frá kavbáta-
tíðini hjá manni hennara. Og har
fáa vit aftur prógv um, at tað var
U-31 við Willfried Prellberg sum
skipara, ið søkti Union Jack.
Løtu seinni koma fostursonur
Prellberg og konan inn á gólvið.
Stemningurin er eitt sindur løgin,
tí øll eru vit greið yvir, at Will-
fried Prellberg var maðurin, sum
gav boð um at søkkja bátin við
føroysku manningini. Men alt
broytist, tá Sámal Bláhamar
sigur teimum frá, at hann í
veruleikanum vildi takka
Willfried Prellberg fyri, at hann
læt pápa sín og hinar av
manningini sleppa við lívinum.
Prellberg var humanur
Fostursonurin, kona hansara, og
einkjan eftir Willfried Prellberg,
Reinhild Ruck, eru samd, tá tey
tosa um Prellberg.
- Hann var stillførur maður, og
vit kenna hann bara sum ein
bleytan og menniskjansligan, ja,
beinleiðis humanan mann.
Sjálvandi, hann hevði sítt starv at
røkja undir krígnum, men vit
trúgva samstundis, at hann hevur
gjørt tað hann kundi, fyri at
atsóknirnar við kavbátinum
skuldu krevja fægst møgulig
mannalív, greiða tey stillisliga
frá.
Seinni um kvøldið verða vit
báðir bodnir heim til fostursonin
og konu hansara í Oldenburg.
Her varð rættiligur veitslumatur
settur á borðið, rádjórakjøt, sum
fostursonurin sjálvur hevur veitt,
heimagjørd tomatsúpan, og
serútvalt reyðvín, sum verður
mett sum eitt tað besta í øllum
Týsklandi.
Morgunin eftir takka vit fyri
okkum. Tað ógjørliga er veru-
leiki: Sonur ein av manningini á
Union Jack hevur fingið
avvarðandi hjá honum, sum søkti
vestmannabátin, sum vinfólk.
U31 avmyndaður nakrar fáar mánaðir áðrenn hann søkti Union Jack
Sámal Bláhamar avmyndaður saman við Reinhild Ruck, einkjuni eftir Willfried Prellberg, og soni og verdóttir
hennara
Mynd: Grækaris D. Magnussen