leygardagur 16. februar 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
26
27
6
Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2002
Tann veruligi dreymurin
Vit vóru við, tá danska Grand Prixið varð hildið í Keypmannahavn farna
vikuskiftið. Les um kátar blaðmenn, heimsins vánaligastu yrking og
umsvermaðan føroying
Handan tjøldini: Í DR-bussinum, har fjølmiðlarnir hildu til undir Grand Prixnum
GRAND PRIX
Orð: Eyðun Klakstein
Myndir: Jens Kristian Vang
– Eg tosaði við Pætur, og hann
segði, at føroysku bløðini og
Sjónvarpið vóru komin til Dan-
markar at fylgja honum. Eg bleiv
eitt sindur yvirraskaður av, at tey
hava sjónvarp í Føroyum.
Tey tosa um Føroyar og før-
oyska luttakaran í Grand Prix-
num. Tey sita við eitt av rundu
borðunum í tí snøgga og væl
innrættaða trailaranvogninum,
sum stendur uttanfyri Cirkus-
bygningin í Keypmannahavn.
Her heldur danska og føroyska
pressan til, nú danska Grand
Prixið skal haldast. Plásstrot er í
Cirkusbygninginum, sum fyrst
og fremst verður brúkt til Grand
Prixið, tí tað er gott til at senda
sjónvarp úr, og tí má pressan
halda til í einum serliga innrætt-
aðum trailaravogni í túninum.
Umstøðurnar eru góðar, sum
ein hugnalig stova, men bara við
nógv meira tøkni. Fototólini
hópa seg upp á borðunum, teld-
urnar eru tiknar fram, okkurt
upptøkutól og mikrofonir liggja
eisini og sløðast.
Umboð fyri skrivandi pressuna
og útvarpsstøðir hava funnið sær
sess í vogninum. Tvey SONY-
sjónvarp skulu bera fjølmiðla-
fólkunum Grand Prixið, og tí er
upplivilsið hjá teimum einki
øðrvísi, enn tað er hjá øllum
øðrum, sum sita við skíggjan
hetta kvøldið.
Aftaná Grand Prixið sleppa
pressufólkini tó at hitta luttak-
ararnar í Grand Prixnum, og tað
er har, at vinklarnir skulu finn-
ast, blýantarnir spískast og søg-
urnar fáast heim.
Øl og reyp
Umboð fyri fyrrapartsbløðini eru
sjálvandi til staðar hetta kvøldið.
Ekstrablaðið hevur sent fleiri
fólk, og miðskeiðis í vogninum
situr ein av teimum royndu
journalistunum á blaðnum og
brúkar seg. Hann er farin í holt
við ølirnar, sum eru settar fram,
og hann hevur meininginar um
tað heila.
– Tit eru vælkomnir á Ekstra-
blaðið í morgin, um tit hava brúk
fyri hjálp. Vinnarin er har, so tit
kunnu altíð hitta hann. Men um
Pætur nú vinnur, so mugu tit
hjálpa okkum, sigur blaðmaðurin
við tykkara útsendu, meðan
annar av fotografunum hjá hon-
um situr stillisliga og sutlar eina
appilsin sodavatn undir liðini á
honum.
Umboðini fyri litaðu viku-
bløðini gera ikki nógv um seg.
Her eru tað fyrrapartsbløðini,
sum ráða og hava meiningarnar.
Nú fara tey at tippa um, hvør
fer at vinna Grand Prixið. Onkur
vil seta gongd á hesa tippingina,
áðrenn sangirnir eru spældir,
men tey semjast um, at tað skal
tippast, tá allir sangirnar hava
verið framførdir einaferð.
Stórur áhugi fyri
kappingini
Grand Prixið fyllir nógv í fjøl-
miðlunum, og danir eru sera
áhugaðir í kappingini. Hóast
vinstramaðurin Peter Brixtofte í
vikuni hevur verið nógv frammi,
tí BT hevur avdúkað, at ikki alt
er farið rætt í hansara tíð sum
borgarstjóri í Farum, so yvir-
skuggar tað ongantíð veruliga
Grand Prixið.
Síðani Brøðurnir Olsen vunnu
europeiska Grand Prixið í 2000,
hevur áhugin fyri kappingini,
sum Danmark mundi avlívað fyri
nøkrum árum síðani, verið ovur-
hondsstór, og hesaferð seta
hyggjaratølini met. Í fjør hugdi
næstan tvær milliónir eftir Grand
Prixnum, men hesaferð sníkir
talið seg upp um tvær milliónir,
og tað er meira, enn nógv
umrødda sendirøðin, Ferðaliðið,
hevur savnað sunnukvøld.
Grand Prixið er bæði kul og
kitsch. Summi fólk taka tað í
størsta álvara, meðan onnur siga
seg fylgja við til stuttleika —
bara fyri at hava okkurt at verða
saman um. Umberingarnar eru
nógvar, men tað er einki at taka
seg aftur í, at danir veruliga eru
áhugaðir í kappingini, og teir eru
spentir um, hvør fer at vinna.
Fólk hava eisini eina hugsan
um, hvør hevur besta møguleik-
an at vinna, men hesar meining-
arnar eru ivaleyst nógv ávirkaðar
av skrivingini hjá bløðunum,
sum sama dag, sum Grand Prixið
skal haldast, kjósa Malenu
Winther Mortensen til stórfavo-
ritt.
Favorittarnir greiðir
Grand Prixið er farið í gongd, og
hóast nógvir tekniskir trupul-
leikir órógvaðu aðalroyndina, so
gongur alt sum smurt, nú tað er
álvari. Luna Park leggur væl fyri,
Poul Krebs merkti sangurin
ljóðar væl, men tað er ikki fyrr
enn fimti sangurin í røðini
verður spældur, at fjølmiðlafólk-
ini halda seg hoyra ein vinnandi
sang.
Neighbours syngja um Alt
millum himmal og jørð, og fang-
andi lagið ger, at fólk trúgva
uppá, at sangurin kann vinna
kappingina. Tá grannarnir Helge
og Tommy fara av pallinum,
klappar onkur í pressuhølunum,
og onkur hevur hug at tippa
beinanvegin.
Stórar litmyndir av øllum lut-
takarunum í Grand Prixnum
hanga á vegginum, men tað er
Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2002
7
ikki føroyski luttakarin, sum fólk
rokna mest við. Favorittarnir eru
nakrir aðrir, og eingin roknar
heldur við, at Pætur skal vinna
sær pláss í finaluni.
Ikki fyrr enn navnið á Pæturi
alt í einum verður nevnt sum ein
av finalistunum, fata donsku
blaðmenninir, at her er talan um
ein frálíka góðan sang. Lívligi
journalisturin á Ekstrablaðnum
gratulerar føroysku pressuum-
boðini í vogninum. Væl friseraði
maðurin av Politiken situr við
einum skálkasmíli, hann hevur
róst sanginum og framførsluni
hjá Pæturi til aðalroyndina.
Tippingin staðfestir, at serliga
tveir sangir eru væl dámdir. Tað
eru nummar fimm og nummar
10, og tað verður eisini annar av
hesum, sum vinnur kappingina.
Vinnur virðing
Framførslurnar hjá Pæturi rigga
serstakliga væl, og hann vinnur
virðing millum fjølmiðlafólkini.
Pætur tykist vera púra tryggur,
hóast nógv trýst liggur á honum,
og hann dugir eisini væl at fara
við upptøkutólunum, hóast hann
ikki hevur royndir á hesum øki.
Tá avtornar fær Pætur ikki so
nógv stig, men hann endar sum
nummar fimm. Og tá hugsað
verður um, at fleiri enn 660
sangir upprunaliga vóru við í
kappingin, so er úrslitið framúr
gott.
Seriøsi og stílfulli tónleikurin
er eisini av slíkum slagi, at Pætur
ikki dettur í Grand Prix felluna.
Hann ger heldur vart við seg við
einum øðrvísi sangi, sum ikki
rættiliga hóskar til Grand Prixið,
og tá hann hóast tað fær eitt gott
úrslit, er tað næstan betri enn at
vinna við einum typiskum Grand
Prix sangi.
Tað tømist í trailaravogninum,
har tey eru farin at rudda. Fjøl-
miðlafólkini hava leitað sær
innar í Cirkusbygningin, har tey
sleppa at hitta vinnaran og
onkran av hinum luttakarunum,
og tað er meira áhugavert enn
kaffi og karamellur frá Dan-
marks Radio.
Nógv vilja hitta Pætur
Pætur er ein umsvermaður mað-
ur, tá sonevnt Afterparty er í
Parkini. Danir elska at brúka
ensk orð um hugtøk, sum teir
saktans kundu funnið síni egnu
orð til, men so ljóðar tað ikki so
kul, sum tá ensku orðini verða
drigin í málið — halda teir.
Nógv fólk vilja heilsa upp á
Pætur, og meðan aðrir luttakarar
fáa góðan frið at hanga í stólum
og sofum, so eru fólk allatíðina
um Pætur. Og hann dugir væl at
fara við teimum. Hann gevur sær
góðar stundir at práta við fólk,
og blíða smílið ger ikki populari-
tetin verri.
Uppgávan hjá Pæturi verður
nú at fáa okkurt burturúr Grand
Prix luttøkuni. Áhugi hevur verið
fyri Pæturi í Danmark, og hesin
áhugin eigur at verða vaksin eftir
Grand Prixið. Men vegurin er
langur fyri tað, og Pætur skal
eisini veruliga hava hug at koma
fram, skal tað eydnast honum.
Heimsins vánaligasta
yrking
Vinnandi sangurin fekk ikki
mjúka viðferð í døgunum eftir
Grand Prixið. Dómarapanelið við
tónleikarum og øðrum, sum hava
innlit í tónleik, góvu Vis mig
hvem du er fýra stig, sum var tað
vánaligasta skoðsmálið. Fólk
kring alt landið góvu sama sangi
toppkarakter, og tað fekk fólk at
hugsa um, hví so stórur munur
var millum teir sokallaðu
serfrøðingarnar og fólkið.
Keld Heick, sum var ein av
teimum, sum var dómari, helt, at
yrkingin til vinnandi sangin var
vánalig, og tveir aðrir av dómar-
unum fóru so langt sum at kalla
yrkingina heimsins vánaligastu!
Hvussu nakar í ár 2002 skal
klára at skriva eina verri yrking
enn nógvar av teimum, sum
finnast í poppheiminum, er ein
gáta, og um Michael Ronson
veruliga hevur klárað tað, so átti
hann at fingið eitt premiu afturat
umframt heiðursbrævið fyri
Grand Prix sigurin.
Keld Heick segði í veitsluni
eftir Grand Prixið, at dómararnir
løgdu stóran dent á yrkingina, og
tað var tí, at vinnandi sangurin
fekk so vánaligt skoðsmál. Pætur
fekk triðbesta skoðsmálið frá
dómarunum, og tað var ikki fyrst
og fremst orsakað av yrkingini,
men meira orsakað av fram-
førsluni og tónleikinum.
Tað er frálíkt ummæli hjá
Pæturi at fáa frá fólki, sum
dagliga fáast við tónleik.
Og hvør veit, um dreymurin
veruliga gerst veruleiki. . .
Allir luttakararnir í Grand Prixnum
Tóra við Keldu bíðar spent
Føroyski høvuðspersónurin