leygardagur 16. februar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
C
M
Y
K
24
4
Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2002
RÚSEVNI
Marjun Dalsgaard
Tóra er 29 ár og eigur eina dótt-
ur, sum er átta ár. Síðan hon var
15 ár, hevur hon nýtt hassj hvønn
dag. Fyri tveimum árum síðan
gjørdi hon av at fara í viðgerð.
Misnýtslan hevur havt stórar
avleiðingar fyri hennara lív og
sambandið við dóttrina. Hon
ynskir at siga frá sínari søga fyri
at hjálpa øðrum. Fyri at verja
hana og familju hennara hava vit
valt at nýta dulnevni.
Stovan kennist fjálg at koma
inn í frá kuldanum. Kertuljósini
skapa eitt reyðligt livandi sker
inni, og yvir av mær situr ein
ung kvinna. Hon er sera blíð og
eyguni glógva, útstrála styrki.
Her inni er einki, ið boðar frá tí
kulda, hon sigur frá løtu seinni.
Tá Tóra var yngri vórðu for-
eldur hennara skild. Hon nýtti
høvið at flyta úr bygdini. Eftir
hetta gjørdi hon sum henni lysti.
Á nýggja plássinum kendi hon
seg drigna at teimum klikunum,
har fólk vóru eitt sindur vill, og
tóktust at vera líkasæl við tey
vanliga viðurkendu virðini og
myndugleikar í heila tikið. Í
hesum umhvørvi vóru hassj og
onnur rúsevni nógv nýtt. Tá hon
var 15 ár, varð hassj vorðið ein
partur av dagligdegi hennara.
Hon helt ikki, at tað ávirkaði
hana so nógv tá. Dámdi tað í
grundini ikki serliga væl. Í dag
er júst hassjið orsøkin til, at 12
ár av lívi hennara hava verið
merkt av líkasælu. Brennivín
hevur ført til óteljandi mann-
minkandi hendingar við mann-
fólki, sum hava kent tað sum sín
rætt at skemma hana og neyðtaka
hana, av tí at hon var avdottin.
Hassj doyvir kenslurnar
Dagliga nýtslan av hassji
ávirkaði sansirnar, og ímeðan
Tóra stríddist fyri altíð at sýnast
frísk og glað, broyttist hon. Hon
bleiv yvirfladisk og kensluleys.
Tordi ikki at hyggja í eyguni á
fólki, og tað var ringt hjá øðrum
at fáa kontakt við hana.
- Hassjmisnýtslan gjørdi, at ein
dýna legðist yvir meg og skilti
meg frá umheiminum. Soleiðis
upplivi eg tað nú, tá eg hugsi
aftur, sigur hon. Hetta var tó ikki
nakað, hon legði merki til,
meðan hon enn roykti hassj. Hon
helt, at hon var, sum hon altíð
hevði verið. Og sum hon átti at
vera.
- Eg helt ikki, at tað var nakar
Tá hassjið drepur kenslurnar
hjá mammu
Dagliga hassjnýtslan í fleiri ár doyvdi kenslurnar. Tá hon hugsar aftur,
eru minnini kám og hon sannar, at hon ikki hevur verið til staðar
mentalt, ikki hevur verið før fyri at givið dóttrini kærleika og nærheit.
Rúsevni kom í fyrstu røð
- Tað var sera ringt at koma inn í sítt gamla umhvørvi aftur, eftir at hava verið burtur í so nógv ár. Eg helt, at øll sóu niður á meg. Men síðan eg kom ígjøgnum tað, er lívið hjá mær vorðið so nógv
betur, at tað ikki kann sigast í orðum, sigur Tóra
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2002
5
trupulleiki at roykja hassj. Tað
var bara nakað eg gjørdi, tá eg
hugnaði mær heima. Men í dag
síggi eg, at hassjið hevur verið
ein stórur trupulleiki. Tá eg
hugsi aftur, tykjast øll minni sera
kám. Ikki fyrr enn eg helt uppat
við misnýtsluni, vaknaðu mínir
sansir aftur. Tá varnaðist eg,
hvussu doyvd eg havi verið,
sigur Tóra.
Var kensluleys
Tá Tóra var 20 ár, átti hon eina
dóttur. Hon var misnýtari øll tey
fyrstu árini av lívinum hjá
dóttrini. Í dag sær hon, at hon
hevur livað saman við dóttrini
uttan at vera før fyri at geva
henni kærleika og nærleika, tey
fyrstu árini av hennara lívi.
- Við mær sjálvari visti eg
fullvæl, hvussu høgt eg elskaði
dóttur mína, men eg føldi tað
ikki. Eg kundi klemma hana,
men tað ávirkaði meg ikki. Tað
kendist sum eitt slør var millum
meg og umheimin. Eg lovaði
aldrin nøkrum heilt inn at mær
og míni nærmastu siga í dag, at
tað var ógjørligt at fáa samband
við meg, sigur Tóra.
Tá hon var avrúsað, byrjaðu
sansirnir at vakna. Hon merkti
nú, hvussu doyvd hon hevði
verið, alla ta tíðina, sum hon
hevði roykt hassj hvønn dag.
Hon minnist nær tað veruliga
gekk upp fyri henni, at hon ikki
hevði verið til staðar, tá dótturin
var minni.
- Einaferð sá eg eina mynd av
dóttrini, tá hon var lítil. Eg græt
og græt, tá eg sá myndina, tí tað
gekk upp fyri mær, at eg ikki
reiðiliga minnist, at hon hevur
sæð soleiðis út. Eg minnist ikki,
at hon hevur verið so fitt, sigur
hon. Hon vísir mær eina mynd
av dóttrini og spyr:
- Er hon ikki fantastiska
deilig? Hon sigur víðari frá, at
hendingin fekk hana at hugsa
um, um hon yvirhøvur hevði
verið før fyri at givið dóttrini
kærleika og nærheit.
-Tá eg sá myndina, hugsaði eg,
at eg ikki havi verið mentalt til
staðar. Eg minnist jú ikki, at hon
hevur sæð soleiðis út. Minnist
ikki hvussu fitt hon var. Eg
minnist ikki, nær hon byrjaði at
ganga. Minnist ikki, hvussu tað
kendist at uppliva tað, at hon
byrjaði at ganga. Alt er tokut. Alt
er bara farið yvir høvdið á mær,
eg var líkasæl. Hassjið var
nummar eitt. Alt annað kom í
aðru røð, sigur hon.
- Í dag merki eg kærleikan fyri
mínum barni. Tá eg klemmi hana
merki eg kærleikan fyri henni.
Áður var kærleiki fyri dóttur
míni, nakað eg visti, eg hevði og
ikki nakað eg merkti eg hevði.
Tá eg kom burtur úr misnýtsluni
kendi eg munin.
Manglaði aldrin materiell
ting
Hóast Tóra í dag kennir, at hon
ikki var mentalt til staðar, tá hon
var misnýtari, hevur dótturin tó
aldrin liðið undir manglandi
umsorgan, tá tað kom til onnur
ting.
-Tað skal nógv til, áðrenn ein
mamma ikki kann taka seg
saman at geva barninum mat,
koyra tað í bað, og geva tí klæðir
á kroppin. Hesum havi eg aldrin
havt trupulleikar við. Eg havi
harímóti ikki kunna givið barni
mínum ta nærheit og tann kær-
leika, sum tað hevur havt brúk
fyri. Hetta er jú eins týdningar-
mikið, ella meira týdningarmik-
ið, sigur hon. Hon sigur, at hon
ikki er heilt greið yvir um
dótturin er ávirkað av, at hon ikki
hevur havt nærleikan av
mammuni.
- Hon hevur kanska eitt sindur
ringt við at vísa sínar kenslur,
eins og eg havi havt tað. Til
dømis grætur hon aldrin, um
onnur eru til staðar. Heldur ikki
framman fyri mær. Eg hugsi
onkuntíð, at hon líkist mær. Hon
vil altíð vera best og dugir eisini
væl við øllum. Eg havi altíð
roynt at sýnt styrki úteftir. Um eg
var í ringum lag, gjørdi eg alt
fyri at goyma tað. Tí havi eg
altíð tykist at vera glað og sterk,
men ofta var eg kedd og ósikkur.
Flutti til ommuna
Hóast misnýtslan helt á í fleiri ár
við ballum, sum, í ringasta føri
vardu frá hósdegi til mánadag,
hevur dótturin aldrin verið ein
partur av hesum. Hon fór oftari
og oftari til ommuna og hennara
heim bleiv umsíðir meira og
meira heimið hjá ommu-
barninum.
- Mamma mín hevur altíð
hjálp mær. Kanska tað hevur
verið við til at gera, at mis-
nýtslan helt fram í áravís. Men
tað er ringt sum mamma ikki at
hjálpa barninum hjá tær. Eg havi
altíð kunnað uggað meg við, at
dótturin hevur fingið alt, hon
kundi ynskja sær heima hjá
ommuni. Tey hava givið henni
umsorgan og kærleika. Kostn-
aðurin, fyri mítt viðkomandi,
hevur verið, at eg havi mist tað
týdningarmestu tíðina av lívi
hennara, sigur hon og fortelur at
føðingadagar, jól og tílíkt hava
eisini altíð verið hildið hjá
ommuni.
Svikið dóttrina
Hóast dótturin altíð hevur havt
tað gott hjá ommuni, kennir Tóra
tað sum hon hevur svikið hana.
- Av tí at dóttur mín hevur havt
tryggar karmar hjá mammu,
hevur hon ikki verið einsamøll.
Hon hevur heldur aldrin verið
heima, um eg havi hildið
veitslur. Kortini veit eg, at eg
havi svikið hana, sigur hon.
- Eg havi svikið hana eins
nógv og tann, sum koyrir býin
oman og niðan eftir einari til-
vildarligari barnagentu á miðari
nátt. Eg var so langt úti, at eg
hevði gjørt akkurát tað sama, um
tað hevði verið neyðugt. Eg
hugsaði bara um eitt, og tað var
rúsevni. Um eg hevði barna-
gentu, tá eg fór í býin, kundi eg
finna uppá at koma heim aftur
tveir dagar aftaná, sigur Tóra.
Hetta førdi eisini til, at hon var
meldað einaferð, men tað broytti
tó ikki umstøðurnar.
- Einaferð varð eg meldað til
myndugleikarnar, men tað
órógvaði meg einki. Eg vardi
meg, segði, at eg ikki hevði
nakrar trupulleikar, so hendi ikki
meir. Hendingin ávirkaði meg
heldur ikki í so máta, at eg helt,
at eg átti at broytt lív mítt. Eg
helt sum sagt ikki, at nakað var
galið. Eg hevði arbeiði og
hugsaði, at tá eg kundi røkja mítt
arbeiði, kundi eg ikki hava
nakran trupulleika, sigur hon.
Hassjið ringast
Misnýtslan umfataði fyrst og
fremst hassjið, sum Tóra roykti
hvønn dag. Alkoholnýtslan er tó
tað, sum hon setur í samband við
kaosið, sum altíð fylgdi í kjalar-
vørrinum av einum býtúri. Tí
hevur hon altíð hildið, at um hon
hevði ein trupulleika, var tað við
brennivínið. Men hassjið hevði
mest at týða fyri hana.
- Eg upplivdi aldrin trupul-
leikar av at nýta hassj. Tó var
eingin friður á mær, um eg ikki
hevði nakað. Tað hendir ikki
ofta, at einki er at fáa, men tá tað
hendi, var eg frá mær sjálvari.
Bara eg hevði ein klump, var alt
annað líka mikið. Tað syrgdi eg
fyri at eiga hvønn dag, eins og
onnur keypa inn hvønn dag. So
sat eg bara og slappaði av og
hugnaði mær. Eg upplivdi tað
ikki sum ein trupulleika. Eg
legði ikki merki til, at tað drap
mínar kenslur, sigur hon.
Tað var annaðleiðis við
alkoholi, Tá hon drakk, misti hon
tamarhaldið á sær sjálvari, og
hon hevur ringar royndir við at
drekka.
- Fór eg í býin fríggjakvøld,
kom eg aftur í aftur leygarkvøld,
ella sunnukvøld. Eg vaknaði
undarlig støð. Visti ikki hvar eg
var, og fleiri ferðir vaknaði eg
við, at onkur gjørdi seg inn á
meg. Eg ímyndaði mær ongantíð,
at kvøldið fór at enda soleiðis, tá
eg fór í býin, men so gekk ofta
galið kortini, sigur hon. Hon
fortelur eisini, at rúsevni, sum
speed, svampar og kokain av og
á eisini vóru uppi í leikinum.
Náddi botnin
Ofta er neyðugt at náa botnin,
áðrenn nøkur broyting hendir,
sigur Tóra. Tá hon gjørdi av at
fara í viðgerð, hevði hon havt tað
ógvuliga ringt í eina tíð.
- Ikki fyrr enn eg náddi botnin,
broyttist mátin, sum eg sá mína
egnu støðu uppá. Fleiri hend-
ingar, seinasta mánaðin áðrenn
eg fór í viðgerð, gjørdu, at eg
hevði tað ringt við mær sjálvari.
Eg hugsaði: ‘Eg eri mamma, eg
kann ikki liva soleiðis.’ Eg
skammaði meg yvir mína støðu.
Kortini helt eg áfram við at liva,
sum eg hevði gjørt. Eg var givin
við at arbeiða, og tað hevði stóra
ávirkan á mína avgerð. Nú hevði
eg ongan pening at keypa rús-
evni fyri. Eg var tvungin at læna
frá øðrum, og hetta var ein stórur
smeitur fyri mín stoltleika. Tað
kendist mannminkandi, altíð at
sita og læna frá øðrum. Læna
sigarettir, øl, ein klump, ella
hundrað krónur. Eg kendi meg
lítla, kundi slett ikki liva við tí.
Hóast at eg havi verið misnýtari í
nógv ár, havi eg altíð syrgt fyri at
halda eitt ávíst støði. Eg havi
havt ráð til at liva, sum eg havi
gjørt. Nú var eg komin so langt
út, at eg var givin við at arbeiða
og kundi, snøgt sagt, ikki sjálv
syrgja fyri mínum livihátti.
Hóast tað var ringt at spyrja um
ein kundi læna, gjørdi eg tað
kortini. Eg kundi ikki lata vera,
sigur hon.
Varð neyðtikin
- So hendi tað, at eg varð neyð-
tikin enn einaferð. Tá smildraðist
mín verð. Eg orkaði ikki meira.
Eg lá í seingini og græt í fleiri
dagar. Mamma mín sigur, at hon
merkti á sær, at tað stóð illa til.
Hon ringdi og ringdi, men eg tók
ikki telefonina. Hon gavst tó ikki
so, og tað endaði við, at eg tók
telefonina. Hon hoyrdi beinan-
vegin, hvussu illa var statt, og
gjørdi av at koma heim til mín.
Tað var fyrstu ferð, hon var á
gátt hjá mær í fleiri ár. Eg vildi
aldrin, at hon skuldi síggja,
hvussu eg livdi. Tá hon sá støð-
una, varð hon skelkað. Hon
hevði vitað alla tíðina, at tað stóð
illa til, men hevur nokk skúgvað
tað til viks. Nú sá hon við egnum
eygum, hvussu langt úti eg var.
Hon kendi tað sum onkur hevði
skrætt hjartað úr henni. Eg hevði
bara ligið og grátið í fleiri dagar.
Ristist og skalv um allan
kroppin. Vín og silvurpappír lá
yvir tað heila í íbúðini, sum var
skitin og tvitin. Hon græt og
rópti, at hon vildi hava dóttur
sína aftur. At hon hevði mist
hana til hassjið, tá hon var 16,
men at hon vildi ikki meir. Hon
vildi ikki geva upp. Fortelur
Tóra.
Torfør avgerð
Mamman fekk Tóru at ganga við
til viðgerð.
- Tann seinasta mánaðin hevði
eg drukkið illa, og skeiðað heilt
út. Eg havi møguliga vitað innast
inni, at eg var á veg í viðgerð,
men vildi útseta tað, og gera so
nógv av, at eg náddi botnin so
eingin vegur var aftur. At fara í
viðgerð var ein sera torfør
avgerð at taka. Og tað er hart.
Avrúsingin er ikki tað einasta,
sum er hart. Tað er neyðugt at
skifta vinir og umhvørvi. At fáa
sær onnur ting at taka sær til,
finna nýggj ítriv. Eg flutti aftur í
heimbygdina og byrjaði at gera
nógv av tí, eg hevði gjørt áðrenn
eg kom út í misnýtslu.Tað var
sera ringt at koma inn í sítt
gamla umhvørvi aftur, eftir at
hava verið burtur í so nógv ár.
Eg helt, at øll sóu niður á meg.
Men síðan eg kom ígjøgnum tað,
er lívið hjá mær vorðið so nógv
betur, at tað ikki kann sigast í
orðum, sigur hon.
- Dóttur mín er enn mest hjá
mammu míni, og eg veit, at hon
kennir seg heima har. Hon er tó
eisini her hjá mær. Onkuntíð
hugsi eg: Skal eg royna at vinna
hana aftur? Men komi altíð fram
til, at tað er best, at hon velur
sjálv, hvar hon er. Eg havi greitt
henni frá, at mamma hennara
hevur verið so nógv vekk, tí hon
hevur verið sjúk.