Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 C M Y K 22 Hendan myndin er tikin í 1915 inni í Blikksmiðjuni hjá Ludvig Poulsen, sum millum havnarfólk betur var kendur sum »Luddi«. Blikksmiðjan helt til í teim nýggju handilshúsun- um, sum Luddi hevði bygt niðri í Tórsgøtu. Afturat blikksmiðjuni hevði Luddi eisini handil við køks- útgerð, porseleni, leika o. s. fr. Í 1945 fekk handilin nýtt navn. Tá kom hann at eita P7F Maria Poulsen & Co. Fólkini á myndini eru f. v.: Tummas Juul Morten- sen, ein dani, Morten Mortensen (Mortan Blikk), Maria (Mia) Poulsen (kona Poul á Grundini), Johan Poulsen (hjá Ludda), Jørg- in Hansen (á Áarvegnum), Jákup Poulsen (hjá Ludda), Ludvig Poulsen (Luddi) og Tórstein Poulsen (hjá Ludda). Her kann skoytast uppí, at pápi Ludvig Poulsen, Johan Poulsen, var fyrsti føroyingur, sum bleiv útbúgvin blikksmiður. Hetta hevði verið krevjandi handverk tá í tíðini. Í seks ár stóð hann í læru niðri í Keypmannahavn, fyri síðani at arbeiða í Týsk- landi í sjey ár sum blikk- smiður. Johan Poulsen kom aftur til Føroya í 1848 og hevði egna blikksmiðju til hann doyði í 1874. Í 1890, eftirlokna út- búgving í Keypmanna- havn, byrjaði Ludvig Poulsen har sum pápin slapp. Myndaeigari: Christian á Dul. 2 Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Hevur tú hoyrt — og so heldur tosið fram. Men var tað nú eisini rætt, sum sagt varð? Tað er ein gylt regla, sum játtandi orðað sigur: ’Alt hvat ið tit vilja, at menniskju skulu gera ímóti tykkum, tað sama skulu tit gera ímóti teimum.’ Sýtandi orðað ljóðar reglan: ’Alt hvat ið tit ikki vilja, at menniskju skulu gera ímóti tykkum, skulu tit heldur ikki gera ímóti teimum.’ Eg var eina ferð á Blá- krossheiminum. Skuldi undirvísa. Vit gjøgnum- gingu lógina. Vit gjøg- numgingu m.a., hvussu ið lógin er sett sum ein vernd um lív okkara. Soleiðis er Guðs lóg, og soleiðis skal tað eisini gjarna vera, tá ið tað ræður um samfelagsins lógir, sjálvt um tað ikki altíð er soleiðis. Vit tóku eitt ítøkiligt dømi. Hvør brýggjar seg um at hoyra sleyg, bakbit, leysatíðindi og hálvar sannleikar um seg sjálvan? Eingin! Og um vit ikki ynskja at hoyra sleyg, bakbit, leysatíðindi og hálvar sannleikar um okkum sjálv, so ... Sagt verður um ein prest, sum rópti eina kvinnu til sín (og tað kundi eisini hava verið ein mann), tí at hon hevði eina ódygd, og tað var sleyg. Hann bað hana fara á torgið og keypa sær eina hønu. Hon undraðist, men vildi tó fegin fara á torgið, tá ið nú presturin bað hana um tað. Uppaftur bilsnari gjørdist hon, tá ið hann bað hana royta hønuna, meðan ið hon gekk av torginum aftur til kirkjuna. Men sum sagt, so gjørt. Hon fór á torgið, keypti eina hønu, roytti hana á veg yvir til kirkjuna, og gav prestinum ta royttu hønuna. Men nú bað presturin hana um at fara aftur á torgið, og á veg aftur á torgið skuldi hon savna allar fjaðrarnar upp aftur. Sjálvt um hon fyrr — hóast undran sína — hevði gjørt, hvat ið hon varð biðin um, noyddist hon nú at viðganga, at hon nú varð biðin um tað ómøguliga. Fjaðrarnir vóru spjaddir í allar ættir. Soleiðis er tað við orðum, eisini tá ið talan er um sleyg, útspilling, leysatíð- indi og hálvar sannleikar. Tá ið eg hevði kon- firmantar, plagdi eg at biðja ein av dreingjunum um at koma við út um hurðina. Eg bað hann tá um at skríggja hart, meðan ið eg dukaði ein stól í gólvi. Aftaná skuldu hinir konfirmantarnir so siga frá, hvat ið teir høvdu upplivað. Jú, teir høvdu sæð prestin fara út um hurðina við einum kon- firmanti, høvdu hoyrt buldur og brak og skríggj. Niðurstøðan: Presturin hevði bukað konfirmantin. Høvdu teir ikki bæði sæð og hoyrt? Tá ið kona Potifars stóð við kappan- um hjá Jósefi, hevði hon tá ikki prógvið í hondini um, at Jósef var við at lata seg úr fyri at ... og Jósef endaði í fongsli, sjálvt um hann júst hevði smoykt sær úr kappanum fyri at flýggja frá syndini, sum kona Potifars legði upp til, at hann skuldi gera.(1. Mós. 39,1-20). Ja, munnu ikki nógvir dómar verða feldir í gerandisdegnum, sum byggja á sleyg, útspilling, leysatíðindi og hálvar sannleikar. Vit gjørdu eina roynd á Blákrossheiminum. Eg fór út um hurðina og segði eina søgu fyri einari kvinnu. Hon skuldi so siga hana aftur fyri tí næsta, og so framvegis, og hin seinasti í røðini skuldi so siga hana fyri okkum øðrum, og so skuldu vit síggja, hvat ið hent var á leiðini. Men tá var tað eisini ein, sum turrisliga helt fyri: "Um tit vórðu verandi har úti í longri tíð, hevði onkur hugsað heilt aðrar tankar um, hvat ið gekk fyri seg ..." Hvat ynskir tú, at onnur skulu siga um teg? Hevur tú hoyrt ... Peter O. K. Olofson skrivar: GAMLAR HAVNARMYNDIR Lagt til rættis: Birgar Johannessen Grind í Havn í fimmtiárunum Ein vanlig grindamynd á Kongabrúnni í fimmtiárunum. Økið her er ikki nógv broytt, uttan tað, at húsið høgrumegin, handilshúsið hjá C. C. Johansen, er burturbeint, og drongurin við súkkluni høgrumegin á myndini hevur »krossfisk« á høvdinum, tað brúka vaksnir dreingir ikki í dag. Myndaeigari: Ókendur Handilin hjá Ludvig Poulsen Sosialurin Nr. 33 - 16. februar 2002 3 FØSTUHUGLEIÐINGAR Marjun Dalsgaard Tú situr vælhýrd og fæst við eitt ella annað, ella einki. Bráddliga bankar varisliga uppá dyrnar. Í einum hundrandaparti av einum sekundi sært tú trý brot úr lívi tínum, sum í einum filmi. Har er ein arbeiðsfelagi, hann sigur: ‘grýlurnar koma bara inn og vilja hava, tað er ikki sum í gomlum døgum.’ Ein svarar: ‘tær koma aftur í kvøld’. Næsta myndin er av mammu tíni. Hesin filmurin er frá kvøldinum fyri. Hon sigur: ‘halt uppat við at eta øll grýlubommini!’. ‘Eg keypi nýggj,’ sigur tú, og hugnar tær víðari. Tað gongur nú upp fyri tær, at tú hevur gloymt at keypa bomm. Ræðslusligin hyggur tú rundan um teg eftir onkrum at tveita teimum í hendurnar. Pengar, appelsinur, leikutøj, einki? Eyguni leita panisk runt í rúminum. Tú torir ikki at lata hurðina upp og hyggja, um har eru tvær ella 100. Tú sært teg sjálvan fyri tær, sita og guffa øll grýlubommini í teg kvøldið fyri. Ræðslusligin merkir tú, at kaldasveittin byrjar at spríkja. Minnini koma fram fyri teg um húsini, sum høvdu læstar dyr, tá ein glaður bankaði uppá. Tú stóð har og helt, at tey høvdu glett seg alt árið til at fáa teg á vitjan. Barnahatarar! Hugsaði tú, tá tú skuffað mátti góðtaka, at eingin fór at koma og geva tær bomm og siga: ‘Nei, sum tit eru fín!’ Og ‘hvussu eita tit? Hvar koma tit frá? Er tað ikki kalt í kvøld?’. Meðan tú spent hugsaði: ‘Bara tey hava okkurt ordiliga gott’ og ‘á sum tey halda, at tað er feitt, at vit gera hetta her.’ Enn verri fært tú tað, tá tað gongur upp fyri tær, at tú enn hevur hug at snerkja, tá tú kemur framvið húsum, har hurðin var læst. Her finst eingin útvegur. Tú lúrir varisliga gjøgnum lyklarholið. Har eru fýra. Við eitt sært tú, at eydnan er við tær. Í eini skál á borðinum eru fýra mandarinir. Tær eru eitt sindur grønar á at líta, men gott er. Nú ræður um at bera skjótt at. Snakka nógv og skjótt: ‘HER eru nakrar sunnar mandarinur; niður til øll tey ósunnu bommini!’. Tær flenna, jubii! Tú ert reddað. Hurðin fer aftur og sum eitt snarljós, sløkkir tú øll ljós, stongir hurðina, sníkir teg út gjøgnum kjallaradyrnar, niðan í bilin. Tú hyggur bangin rundan um teg. Tað absolut ringasta, sum kann henda nú, er at møta teimum í túninum, sníkjandi. Drønar yvir í Mylnina, meðan tú rættvísger: Tað er skilligt, at tú hevur gloymt grýlurnar. Tú hevur faktiskt í fleiri ár búð í einum býi, har ikki eingang Reyði Krossur torir at senda vaksin fólk at ganga dyr til dyr. Ella er tað tí tú býrt á fjórða sali? Í øllum førum er tað langt síðani, tú hevur sæð eina grýlu! Nú eru 20 Mint Club í hús, og tú kanst slappa av. Fyri fyrstu ferð í langa tíð gleðir tú teg faktiskt til grýlurnar koma. Tað er ein stór synd, ikki at keypa bomm á føstulávint! Føstumarran er, tá tú hevur gloymt at keypa bomm - Tað gongur nú upp fyri tær, at tú hevur gloymt at keypa bomm.Tú sært teg sjálvan fyri tær, sita og guffa øll grýlubommini í teg kvøldið fyri. Tú torir ikki at lata hurðina upp og hyggja, um tvær ella hundrað standa har úti. Ræðslusligin hyggur tú rundan um teg eftir onkrum at tveita teimum í hendurnar. Pengar, appelsinur, leikutøj, einki? »… á sum tey halda at tað er feitt, at vit gera hetta her, bara tey hava okkurt ordiliga gott«