leygardagur 16. februar 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
20
Nr. 33 - 16. februar 2002
Høvuðsuppgávur:
• Ábyrgd av dagligu leiðsluni á deildini.
• Ábyrgd av løgfrøðisliga og fíggjarliga arbeiðnum
innan økið.
• Ábyrgd av viðgerð av kærum, sum ikki eru lagdar
til kærustovn.
• Veita ráðgeving til stovnarnar innan økið
• Aðrar fyri starvið viðkomandi uppgávur.
Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur:
• Útbúgving frá hægri lærustovni
• Leiðsluroyndir, nútíðar leiðslueginleikar.
• Kunnleika til heilsuøki.
• Kunnleika til arbeiði við fíggjarlóg
• Evni at seta í verk fyriskipanir.
• Evni at eggja og menna leiðarar og starvsfólk.
• Góð samstarvsevni.
• Vitan um tær treytir sum eru galdandi í einari
politiskari fyrisiting.
Løn og setanartreytir:
Tann setti hevur tilvísing til aðalstjóran, og er á linju
við hinar deildarstjórarnar í aðalstýrinum.
Setanarøki er alt aðalstýrið við tilhoyrandi stovnum
umframt Løgmansskrivstovan og hini aðalstýrini.
Søkir tænastumaður starvið, kann setanin vera sum
tænstumaður.
Starvið er flokkað í 37. lønarflokki hjá tænastumonn-
um landsins.Verður starvið sáttmálasett, verða gold-
in 15% í eftirlønargjaldi.
Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum,C.V.o.ø.skulu sendast
til:
Almanna- og heilsumálastýrið
att. Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn.
Umsóknarfreist: 4. mars 2002 kl. 1200.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid
Arge, deildarstjóra tlf. 304045 ella Aibritt á Plógv,
aðalstjóra tlf. 304050.
Almanna- og Heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Tíðaravmarkað starv sum deildarstjóri til
Almanna- og heilsumálastýrið
vegna barnsburðarfarloyvi.
Eitt starv sum avloysara fyri deildarstjóra í Almanna- og heilsumálastýrinum, við tænastu á Heilsu-
deildini,verður við hesum lýst leyst til setan frá 1.apríl 2002 ella eftir nærri avtalu og til 31.desember
2002.
Talan er um nýggja deild, sett á stovn í november 2001, sum verandi deildarstjóri saman við starvs-
fólkunum er í fer við at byggja upp.
Á deildini starvast í løtuni umframt deildarstjóran og skrivara, 5 fulltrúar, sum allir hava akademiska
útbúgving.
Goymslufólk
til
Hjálpartólamiðstøðina (HTM)
Á HTM er eitt fulltíðar starv sum goymslufólk leyst
at seta sum skjótast.
HTM er deild Almannastovuni og umsitur hjálpar-
tól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til
fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 8 fólk á HTM.
Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a.
• upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar,
almennar myndugleikar o.o. um hjálpartól og
byggi- og bústaðarspurningar
• útlán og endurnýtsla av hjálpartólum
• viðgerð og støðutakan til umsóknir um sertil-
lagað hjálpartól, bústaðarbroytingar og avlamis-
bilar
• tvørfakligt samstarv - innan- og uttanhýsis
Starvið fevnir m.a. um:
• avgreiðslu
• skipan av goymslu
• goymslustýring
• smávegis umvælingar av hjálpartólum
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum hevur:
• viðkomandi útbúgving
• drúgvar royndir frá líknandi arbeiði
• áhuga at arbeiða við hjálpartólum
• góð samstarvsevnir
• hollan telduførleika
Vit kunnu bjóða:
• sjálvstøðugt arbeiði
• flextíð
• nýggja tøkni
• tætt samstarv við starvsfelagarnar
• fakligt mennandi umhvørvi
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Palla Mortensen leiðara á HTM tel. 318300.
Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal
sendast til Hjálpartólamiðstøðina, Postboks 1049,
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 5. mars 2002 kl. 1400.
Pedagogur søkist
Vegna barnsferð verður søkt eftir pedagogi til Sam-
býlini Á Mýrini 4-6 til setan 1. apríl 2002 ella eftir
nærri avtalu Starvið verður sett eftir sáttmála mill-
um Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag.
Sambýlini Á Mýrini eru heim hjá 10 menningar-
tarnaðum fólkum, sum krevja hjálp og vegleiðing í
tí dagliga.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
fyristøðufólkið ella varðafyristøðufólkið á tlf.
311478 ella 319958.
Umsóknarfreistin er 1. mars 2002.
Umsóknir skulu sendast til:
Sambýlini Á Mýrini
Att: Fyristøðufólkið
Á Mýrini 4-6
Bilur til sølu
Merki: Saab 900 i, 5 hurðar
Árg.: 30/08-1996
KM.: 52.140
Bilurin verður seldur, sum hann stendur nú.
John Ellefsen
e-mail: je@trygging.fo
tlf. 345727 – fartlf. 288592
fax 345607
at hitta mánadag til hósdag millum kl.830–1000 og
fríggjadag millum 830–1600.
www.sosialurin.fo
Nr. 33 • leygardagur • 16. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Søkti maður mín føroyskt
fiskiskip?
Á slóðini hjá Wilfried Prellberg, týskum
kavbátaskipara undir 2. veraldarbardaga
Lesið síðu 6 og 7
PRÁT
Ingrid Bjarnastein
Sólin hevur hug at kaga fram, tá
Sosialurin ein seinnapart í vikuni
vitjar í Undirhúsinum. Tíðliga er
um seinnapartin, so tað stóra av
fólki er ikki at síggja í Undirhús-
inum. Ein maður gongur og putl-
ast við okkurt, hyggur útum,
vitar hvat gongur fyri seg úti á
kajini. Við tað eina borðið situr
ein maður. Tað er ongin mætari
enn Dánjal Jákup Bærentsen,
gamli landsdjóralæknin. Vit
sessast og spyrja, um pensjoner-
aði landsdjóralæknin hevur hug
at fortelja okkum eitt sindur um
Undirhúsið.
– Sum eg kann minnast, so
byrjaði Undirhúsið við tí, at tað
vóru ymsir menn, Jóhan Shell,
Zacharias á Argjaboða og aðrir,
ið plagdu at hittast við bensin-
pumpuna, sum stóð á kajini.
Fleiri og fleiri eldri menn,
byrjaðu so koma saman her ella í
Gamla Undirhúsinum, sum er
beint við síðuna av, greiðir
Dánjal Jákup Bærentsen frá.
Talið øktist, og fleiri og fleiri
byrjaðu at hittast at tosa um, hvat
rørdist í samfelagnum, hvat gekk
fyri seg í býnum og annað.
Dánjal Jákup heldur, at navnið
"Undirhúsið" kemur frá tí, at
Poul Hansen hevði heilsølu í
Vágsbotni. Gomlu menninir vóru
í kjallaranum, og skrivstovurnar
hjá Poul Hansen í ovaru hæddini.
Ovara hæddin varð til Yvirhúsið
og kjallarin varð tí til
Undirhúsið.
Selja agn
Sum vit sita og práta koma
nakrir menn inn afturat. Teir
sessast og práta eitt sindur uppi í
viðhvørt, men tað er ongin, sum
rættiliga vil blanda seg uppí
prátið.
– Vit selja eisini agn her,
fortelur gamli landsdjóralæknin
víðari. –
– Tað koma so nógvir bátar inn
her, sum skulu út á fjørðin, so
her kunnu teir keypa agn. Vit
hava makrel, goggur og eisini
rækjur. Peningin, vit fáa burturúr
hesum, fíggjar útreiðslurnar
Undirhúsið hevur, og ei ferð um
árið verður ein útferð gjørd.
Undirhúsið hevur verið í
Gásadali, úti í Fugloy, í Oyndar-
firði, á Eiði og í summar gongur
leiðin helst út í Mykines, men
hetta er ikki heilt avgjørt enn.
Eisini verður peningurin nýttur
til blómutyssi, tá onkur hevur
føðingardag, ella ein vakran
krans, tá onkur hevur sett
trætufflurnar.
– Eg havi gingið her í umleið
20 ár, sigur Dánjal Jákup.
– Tað var ikki fyrr enn eg varð
pensjoneraður, at eg byrjaði at
koma her regluliga, og tað eru nú
16 ár síðani. Var eg ein av teim-
um yngstu tá, man eg teljast
millum teir elstu nú. Einasta
broytingin, ið fer fram er, at tað
minkar í eldra endanum, og
veksur í hinum.
Í Undirhúsinum verður prátað
um alt millum himmal og jørð,
og tá ikki meira er at práta um,
verður kortspælið tikið fram.
Grev jass, sjavs og vist eru
spølini, teir gomlu plaga at sita
og spæla.
Útsenda frá Sosialinum og
myndamaður takka fyri prátið,
og teir fýra, ið nú hava funnið
leiðina oman í Vágsbotn, taka
kortini fram. "Jamen, so meldi
eg grand", eru síðstu orðini,
áðrenn hurðin inn í Undirhúsið
verður latin aftur.
Hugni í Undirhúsinum
Í umleið ein mansaldur hevur Undirhúsið í Vágbotni í Havn verið staðið,
har eldri menn hava hildið til. Undirhúsið er framvegis virkið og einir 40
mans plaga at stytta sær stundir í kjallarahølinum í Vágsbotni
– Tað var ikki fyrr enn eg varð pensjoneraður, at eg byrjaði at koma regluliga í Undirhúsið, og tað eru nú 16 ár síðani, sigur pensjóneraði landsdjóralæknin, Dánjal Jákup
Bærentsen
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
20