Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. februar 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 33 - 16. februar 2002 Nr. 33 - 16. februar 2002 19 LBF søkir verkfrøðing Vit søkja ein dugnaligan verkfrøðing til fjøl- broyttar og spennandi projekterings- og eftirlits- uppgávur innan byggi- og anleggsfakini. Nærri upplýsingar fáast við at ringja til Hanus Hansen á telefon 314744. Landsbyggifelagið P/F, Ráðgevandi Verkfrøðingar Grønlandsvegur 5 · Postboks 228 E-mail: lbf@lbf.fo 110 Tórshavn Kirkjubøar kommuna bjóðar við hesum vaskingina av trægólvunum í skúlanum á Velbastað alment út til áhugaði at røkja. Vaskingin fevnir um 245 fermetrar av vanligum trægólvi í skúlanum eftir nærri ávísing frá kommununi m.a. viðvíkjandi slag av sápulúti. Í fyrsta umfari skal vaskast 1 ferð um vikuna, helst fríggjadag, men kommunan tilskilar sær rætt at fremja broytingar hesum viðvíkjandi eftir nærri avtalu partanna millum. Tilboð samsvarandi hesi útbjóðing skulu stílast til Kirkjubøar kommunu, 176 Velbastað og verða kommununi í hendi í seinasta lagi 25. februar 2002 kl. 16.00 Kirkjubøar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomin tilboð ella vraka tey øll. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna á Velbastað á tel 328106, Annfinn Brekkstein, borgarstjóra á tel 215800 ella Petur Juul Jacobsen, skrivara á tel 226458 ÚTBJÓÐING! team 85 • 316511 av vaskingini av trægólvunum í skúlanum á Velbastað Eysturoyar Javnaðarfelag Aðalfundur felagsins verður í Fuglafirði mánadagin 4. mars kl. 2000. Skrá sambært lógum felagsins. Nevndin Ársaðalfundur Ársaðalfundur felagsins verður sunnudagin 3. mars kl. 1600 í húsum felagsins. Skrá sambært lóg. Nevndin Froðbiar sóknar Róðrarfelag Hvat kann geva lívsvirði Javni bjóðar til almennar fundir: Ymsir fyrilestrar,ið á ymiskum økjum lýsa lívsvirði hjá menningartarnaðum og sostatt okkum øll- um. Eisini er ætlanin at fundurin skal verða hugna- kvøld við lokalum sangarum. Klaksvík. Fundur á Sjómansheiminum mánadagin 18. februar kl 19.00. Røðarar: Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur - Rúna Sivertsen,løgtingsumboð og Kári Lindberg, formaður í Autistafelagnum. Skála. Fundur í Ítróttarhøllini mánadagin 18. februar kl 19.30. Røðarar: Marja Lamhauge, formaður sosiala nevnd í Runavík - Helgi Johannesen,pápi,Jógvan Fríðriksson, prestur og Jústines Eliasen. Tórshavn. Fundur í Pállstovu mánadagin 18. februar kl 19.00. Røðarar: Jens Jensen, fyrrverandi formaður í Javna - Óluva Skaale, lærarinna og starvsfólk frá sambýlum og Beinta Petersen, mamma. Øravík. Fundur á hotellinum leygardagin 23. februar kl 15.00. Røðarar: Óli Holm, Landsstýrismaður - Doris Hansen, formaður í MBF - Jonna Djurhuus, mamma og Malena Arnholdsdóttir, næstformað- ur í Javna. Øll eru vælkomin. Umboðsnevndin og starvsnevndin Maður søkist til smoltstøð Søkt verður eftir manni at arbeiða á smoltstøð okk- ara á Selatrað. Viðkomandi, sum settur verður skal luttaka í dagliga arbeiðinum á støðini so sum pass- an av smolti og umsiting av útgerð. Førleikar Viðkomandi, sum settur verður, hevur fyrimun um viðkomandi hevur kunnleika til arbeiði við aling, tó er hetta eingin treyt.Upplæring fer fram á staðnum og við førleikagevandi skeiðum. Tá uppgávurnar fevna um arbeiði við livandi fiski, vænta vit at tú hevur ábyrgdarkenslu. Eisini vænta vit, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Hvat kunnu vit bjóða Eitt spennandi umhvørvi við møguleika fyri at ar- beiða sjálvstøðugt. Fyri rætta fólki er talan um eitt fast starv. Løn sambært avtalu og eftir førleika. Hvørjir eru vit P/F Sandá hevur síðani 1985 framleitt smolt til før- oysku sjógvalingina. Síðani 1990 hevur P/F Sandá framleitt laks/síl á sjónum og framleiða vit í dag umleið fýra túsund tons av laksi og sílum, sum vit kryvja á sláturvirki okkara í Vestmanna. Hjá P/F Sandá og atknýttum virkjum starvast í dag um 50 starvsfólk. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til smoltstøðina Klæmint Petersen á telefon 448598 ella til Høgna Jacobsen á skrivstovu okkara í Havn á telefon nr. 315274. Umsóknir við møguligum prógvum, viðmælum og upplýsingum um starvsroyndir kunnu sendast til P/F Sandá Argjaboðagøta 7 FO-160 Argir Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag Uppstillingarfundur Annar uppstillingarfundur til løgtingsvalið verður á Hotel Tvøroyri sunnudagin 17. februar kl. 1500. Nevndin ða brúktir bæði privat og á virkjum, fjósum o.a. ALTI 2100 til rúm støddir uml. 50-80 m2 ALTI 2138 til miðal stór rúm uml. 100-150 m 2 ALTI 2214 til rúm støddir uml. 200 m 2 kr.1.895,- kr. 2.095,- kr. 2.995,- SPF. ALTING tlf. 210 298 fax 318 591 Vit senda um alt landið Boðað verður til ársaðalfundar á Parnassinum á Hotel Hafnia hósdagin 28. feb. 2002, kl. 1930. Fundarskráin verður eftir § 18 í felagsins lógum Havnar Handverksmeistarafelag ÁRSAÐALFUNDUR 2002 Mánadagin tann 18. febr. eru 65 ár síðani foreldur okkara, Herborg og Torkil Strøm, giftust í Vágs kirkju. Eitt langt og virkið lív hava tey verið hjún og øllum hava tey bert gjørt væl. Og tí fegnast vit yvir, at tað nú kann unnast teimum at halda henda merkisdag, krúndiamant- brúdleyp, saman við teirra kæru. Ein kend bygdamynd eru tey, sum bæði tey eldru og tey yngru eru góð við. Sum t.d. ta ferðina tey vóru farin til Havnar júst tann dagin VB vóru blivn- ir føroyameistarar í fót- bólti. Sum vera man vóru tey nakað sein íland av Smyrli, og komu tey tí beint ímóti teirri øgiligi og ovurfegnu mannamúgvu, sum skuldi umborð suður til Vágs at feira sigurin. Nú var vandi á ferð. Men so róptu nøkur av teim ungu, tá tey sóu hesi bæði gomlu koma raggandi beint móti streyminum: "Oh jússøs, hygga Her- borg og Torkil, kom og passa uppá tey"! Og so gjørdu hesi ungu mann- garð so tey sluppu væl og trygt allan vegin gjøgnum ta stóru mannfjøldina, íð trokaði seg umborð. Mamma er fødd 11. juni 1917 í Øravík. Foreldur hennara vóru Jóan Petur Mortensen og Hansina f. Hansen úr Tórshavn. Tey búðu í Mýruni í Øravík og har vaks mamma upp. Mamma var tann sjeynda av tíggju systkin , og var bert 8 ára gomul, tá pápi hennara doyði. Tað var tungt hjá omm- uni at syrga fyri hesum stóra barnaflokki, men var tað ein stór hjálp at tann elsti sonur hennara var farin til skips og tí kundi hjálpa til við húsarhaldin- um. Tað sum keypmenn- irnir á Tvøroyri fingu hendur á av fastari ogn, tað tóku teir, har var eingin miskunn. Undir sjúkalegu abbans vóru teyð komin at skylda eitt sindur í onkrari krambúð. Tá mamma var 15 ár gomul fór hon til Havnar í húspláss hjá Dia á Bø, hann var skyldur við mammu hennara, tvey ár seinri fór hon suður til Vágs og var í húsplássi har, til pabba og hon komu at kennast og seinnri giftist. Vit vóru nógv í húsi - nógv stríð og strev, men altíð var mamma ljós í sinni, og tí var eisini lætt og ljóst inni. Hentleikar vóru ongir av tí slagnum, sum í dag gera alt arbeiði lættari. Men mamma hevði altíð stundir til okk- ara, var altíð har við onkr- um góðum, tá vit komu úr skúla, hon fortaldi søgur og hon sang fyri okkum. Hon var hjartað og puls- urin í barnaheimi okkara. Seinni tá øll ommubørnini komu, hava tey øll fingið teirra rúm í breiða fangi hennara - og sum hon sigur: tað tekur longri og longri tíð at sovna um kvøldið, tí hvørt einasta navn skal nevnarst í kvøldbøn teirra. Pabba er føddur í Vági 28. juli 1913. Foreldur hansara vóru Niels Petur Strøm, timburmeistari og Maria f. Hjelm, hann var frá Kráir og hon av Løðhamar. Pabba vaks upp á Løðhamri, saman við einum eldri bróðuri og einari yngri systir. Hann smíðaði saman við pápa og beiggja sín- um. Teir bygdu hús, og um vetrarnar smíðaðu og um- vældu teir umborð á skip- unum, tað var altíð nokk at gera. Tey fyrstu áruni eftir seinra heimsbardaga bleiv minni at gera, men tá fór pabba saman við øðrum timbirmonnum til Íslands at smíða nøkur ár. Heimkomin úr Íslandi bleiv hann heilsubrekaður í longri tíð, men hann fall ikki í fátt og kom fyri seg aftur. Hann keypti sær ein lastbil, og tá onki var at koyra, arbeiddi hann sum hjálparmaður hjá systk- inabarni sínum, Viggo Dahl, sum hevði handils- virki á Tjørn. Í fleiri ár koyrdi hann olju fyri Esso, til allar bygdirnar í sunn- aru helvt og skipini við. Seinnri fór hann at smíða aftur, og hann var kendur sum ein sera raskur smið- ir. Eitt kundi hann tó ikki fordraga, tað var at skriva rokningar fyri arbeiði, men hann var álítandi og vælgjørdur, og hann fekk altíð sítt. Hann hevði eisini til ítriv at mála, landsløg einamest, og tað fæst hann við enn hóast 88 ára gam- al. Tað eru mangar myndir sum hanga víða hvar í nógvum heimum. Tað, sum hann sá í nattúruni í okkara vakra landi, tað festi hann á lørifti sera hepnisliga. Í nógv ár var pabba for- maður fyri stýrið í missi- ónshúsinum í Vági. Nógv mugu tey eisini vera kring oyggjarnar, ið minnast blíðskapin í okkara heim- ið. Altíð høvdu tey fólk gistandi, tá missiónsvika var, og spennandi var at hoyra prátið við tey fremmandu í húsinum og hoyra nýggjar søgur. Søgan um pabba og mammu er eisini søgan um eini hjún, sum nú í 65 ár hava elskað og styðjað hvønnannan, og har ein innilig guðstrúgv í øllum hesum langa og umskifti- liga tíðarskeiði hevur ver- ið tann grundarsteinurin, íð samlív teirra hevur bygt á. Henda livandi guds- trúgv hevur borið gjøg- num trongar eins og ljósar tíðir, og hevur givið teim- um styrki og tryggleika til at liva lívið í gleði og vón. Hetta eru teir tættirnir, teirra lívstráður er vovin av: guðstrúgvin, gleðin yvir allar lívsins gávur, og kærleikin til hvønn annan og alla teirra slekt. Við hesum fylgdi eisini tað góða humørið, sum altíð lá ovast. Ótaldar eru løturnar, tá láturin rungaði í okkara heimi yvir allar tær stuttligu søgurnar, ið vóru havdar á lofti. Mong vóru tí eisini tey, sum javnan stukku inn á gólvið, tí tað var hugnaligt og lívgevandi. Og sjálvt um allir teirra javnaldrar nú eru farin, so er tað tíbetur enn so, at eisini tey yngru í grannalagnum og í familjuni støkka inn á gólvið, so tey sita ikki í einsemi um dagarnar og kúra. Er tað ein góður dagur, tá sólin sær, so kunnu tey seta seg útum á trappuna, og altíð støðgar onkur á, sum fer framvið. Hóast túrarnir nú eru sjáldnir og stuttir, so frøast tey enn sum fyrr um náttúruna. Ikki bara ferð- irnar niðan á Eggjarnar, Múlan, Ryskivatn ella vestur á Eiðið - eisini úr køksvindeyganum lærdu tey okkum at frøast um náttúruna: hagani fylgdu vit við hvørt einasta vár, hvussu sólin petti fyri petti kom longur oman í Hvannadal, tá vit aftur hoyrdu tey fyrsti tjøldrini, tá lombini aftur sóust niðanfyri garðarnar og bøurin bleiv gulur av sóljum - tá mátti tú syngja, og sangur var nógvur í okkara heimi. Mamma og pabba høvdu vakra songrødd og vóru nógv ár í kirkju- kórinum "Ljómur". Pabba var við frá fyrsta degi, mamma kom uppí skjótt eftir tað. Hvønn sunnudag og hvørja hátíð setti kórið dám á guðstænasturnar. Fram um alt var tann ár- liga konsertin allahalg- annasunnudag - "Nú hvítna tindar fjøllum á" var fastur á skránni, og enn ornar hjartað hvørja ferð við hendan sálmin. Her í Ljómi vórðu tey við í einum ríkum samfelagi við Edith Dahl á odda. Her varð eisini nógv skemt og látur. Tey spældi sær á útfluktum norður í Dal ella á Lopranseiðið, tey spentu seg út og hugn- aðu sær saman til kon- sertir kring oyggjarnar, og tey høvdu minniríka ferð til Noregs og Danmarkar saman. Alt hettar vit hava nevnt - og nógv aftrat, sum her ikki er rúm fyri - eydn- aðist mammu og pabba at geva víðari til okkum, teirra børnum, ommu- og abbabørnum. Nú sól stendur lágt, vóna vit fyri tykkum, at roðin av vesturskininum vil gylla tað av lívsleiðini, sum tykkum er máld at vera eftir. Við orðunum íð standa undir hesu vøkru myndini av tykkum báð- um, ynskja vit tykkum hjartaliga tillukku á krún- diamantbrúdleypsdeg- num. Tórgir, Marita, Jonhild, Hans Pauli og Maria Hetta sálmaørindi er eitt av yndisørindunum hjá mammu og pabba: Ótøld sum sandskorn smá og heimsins sáðið, sum heimsins dýpi blá er Harrans náði, við henni hvønn dag sál hann yvirhellir, hvønn morgun mær í skál, ein náði uttan mál, ríkt omanvellir Til krúndiamantbrúdleypsparið, Herborg og Torkil Strøm í Vági C M Y K 19 18