leygardagur 16. februar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 16. februar 2002
17
Í ein hálvleik skapti
VÍF sær trygga leiðslu
móti Kyndli, og so
kundi tað gera tað
sama, at avrikið ikki
var sannførandi
seinna umfarið
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Klassikarin í føroyskum
hondbólti hevur í ár verið
heldur tamur. Eftir at dyst-
irnir ímillum VÍF og Kyndil
mangan hava verið spenn-
andi og javnir, er styrkis-
munurin millum arvafígg-
indarnar nú vorðin somikið
sjónskur, at tað vildi verið
ein verulig sensatión, um
Kyndil fór at gera nakað
við oddaliðið hósdagin.
Fyrra var nokk
Tað megnaði Kyndil sum so
heldur ikki, og tað var held-
ur ikki nær við.
VÍF legði heilt tíðliga í
dystinum sjógv ímillum, og
sum fyrri hálvleikur leið, so
lúrdi vandin fyri einum
stórtapið, líknandi tí, sum
kvinnurnar
hjá
Kyndli
høvdu verið fyri beint
áðrenn.
Somikið galið gekst tó
ongantíð. Kanska ótilvitað
slakaði VÍF eitt sindur í
seinna hálva tímanum, og
stríðsviljin hjá Kyndli við-
førdi so, at talan gjørdist
um rættiliga javnan seinna
hálvleik. Eitt skifti fekk
Kyndil enntá minkað mun-
in niður í tvey mál, men so
var eisini uppi. Stóra takið
hevði kostað nógv, og tá
VÍF so aftur setti ferð á, so
fingu teir togað ein hampu-
liga
sannførandi
sigur
heim.
Røtt avgerð
VÍF uppfylti við sigrinum
enn eina av fortreytunum
fyri gullinum, sum teir
ætlandi fáa um fáar vikur.
Verður talan um sigur í
fimm av seinastu sjey dyst-
unum, so er gullið víst, og
nú allir mans í hópinum –
við undantaki av Eli Müller
– aftur tykjast klárir, er ilt
at síggja, hvussu alt skal
tveitast fyri borð seinastu
dystirnar.
Kyndil fær neyvan heið-
ursmerki í ár, men avrikið í
endaspælinum hevur í øll-
um førum prógvað, at liðið
neyvan er tann botnkandi-
daturin, sum grundspælið
annars bendi á. Fyrst og
fremst hevur góði stríðs-
viljin á liðnum togað teir
uppeftir, og við royndun-
um, sum liðið í ár hevur
fingið sær, so kann tað
kanska vísa seg, at avgerðin
um at byrja frá grundini
hetta kappingarárið kanska
er ein hin besta, sum er tik-
in í felagnum. Eisini hóast
tað fyri trimum mánaðum
síðani viðførdi, at nógv av
viðhaldsfólkunum
bert
ristu við høvdinum, meðan
tap eftir tap kom á kontina.
Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 29-24 (13-6)
Málskjúttar:
VÍF: Áki Olsen 8(1), Sámal
Joensen 4, Daniel Rápa 4,
Piti Negru 4, Petur Fr.
Joensen 2, Johnny Joensen
2, Ragnar Zachariasen 2,
Ingi Olæsen 1, Harald
Bjørgvin 1, Agnar Joensen 1
Kyndil: Bárður Johannesen
11(3), Jónleif Sólsker 5,
Regin Johannesen 4, Høgni
Klein 2, Josef Abrahamsen
1, Janus Einar Sørensen 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 6
Útvísingar: VÍF 6, Kyndil 6
Dómarar úr Tjaldir: Hart-
vig Joensen & Kári Han-
sen.
Einki var at rafla um,
tá einaráðandi odda-
liðið úr Vestmanna
tók ímóti botnlið-
num, Kyndli,
hóskvøldið
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Tað var kanska ikki annað
væntandi, men úrslitið av
dystinum millum VÍF og
Kyndil gjørdist ein knús-
andi stórsigur til einaráð-
andi oddaliðið úr Vest-
manna.
Snøgt sagt ongan tíð í
dystinum fekk Kyndil so-
mikið sum annan fótin fyri
seg, og at tær bert fingu
fýra mál í ein heilan hálv-
leik sigur kanska eisini
nakað um munin, sum var
ímillum liðini. Ikki minst,
tá lagt verður afturat, at
tvey av hesum fýra komu
innan fyrstu fimm minutt-
irnar, meðan VÍF framvegis
var í gongd við upphiting
sína.
Eftir hesa gjørdist talan
um eitt rættuligt ódnarveð-
ur, har kósin varð sett beint
móti Kyndils-málinum, og
so kundi tað annars gera tað
sama, hvussu tær úr Kyndli
royndu at verja. Fremsta
endamál teirra í so máta
mundi bara vera at avmarka
stórtapið, men við 20 mál-
um á muni, kann heldur
ikki sigast, at hetta eydn-
aðist.
Steðfesti støðuna
Fyri Kyndil var tapið enn
ein staðfesting av, at tað
verður við tógvið stríð, um
tað skal eydnast liðnum at
bjarga tilveruni í bestu
deildini. Sjálvandi er tað
eingin katastrofa at tapa
ímóti VÍF, og málmunurin
hjá liðnum tolir væl eitt
slíkt tap, sammett við hini
botnliðini, men í løtuni
tykist, at allur stríðsvilji er
farin úr liðnum, og hesin
skal í øllum førum finnast
aftur, um bjargingin skal
hómast.
Hjá VÍF er støðan júst
hin øvugta. Sigurin og
støddin á hesum var meira
enn nakað annað ein styrk-
isuppvísing mótvegis hin-
um liðunum í deildini, og
sum støðan er í løtuni, so
bíða vestmenningar bert
eftir, at gullið er mate-
matiskt trygt, áðrenn veru-
ligu fyrireikingarnar til enn
eina gullveitslu fara fram.
Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 34-14 (18-4)
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 11(2),
Sóley
Mikkelsen
6(2),
Nikolina Eyðbjørnsdóttir 5,
Nicoleta Radu 5, Alis Høg-
hamar 3, Jacklin Durhuus
2, Manuela Stan 1, Fríða
Marjunardóttir 1
Kyndil: Annika Ljósstein 4,
Ann Mari Wang 2, Ann
Hansen 2, Anja Johannesen
2, Lotte Sørensen 2, Linda
Seihe 1, Jensia Petersen 1
Brotskøst: VÍF 6, Kyndil 4
Útvísingar: VÍF 2, Kyndil 8
Diskvalifikatión: Kyndil 1
(3X2 minuttir)
Dómarar úr Tjaldri: Hart-
vig Joensen & Kári Han-
sen.
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
tapt mál-
dystir v - j - t
mál mál munur stig
1 VÍF
5
5 - 0 - 0 499 297
202
22
2 Stjørnan 5
3 - 0 - 2 434 355
79
15
3 Neistin
6
3 - 1 - 2 400 351
49
15
4 VB
5
4 - 1 - 0 397 395
2
15
5 StÍF
5
2 - 0 - 3 321 402
-81
5
6 Sóljan
6
1 - 0 - 5 330 499
-169
4
7 Kyndil
6
0 - 0 - 6 406 488
-82
3
1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál mál munur stig
1 VÍF
5
5 - 0 - 0 499 410
89
21
2 Neistin
5
3 - 0 - 2 523 446
77
16
3 StÍF
5
4 - 0 - 1 470 454
16
14
4 H71
5
0 - 2 - 3 470 498
-28
8
5 Tjaldur
5
2 - 0 - 3 423 478
-55
8
6 Kyndil
6
2 - 1 - 3 419 470
-51
7
7 KÍF
5
0 - 1 - 4 447 495
-48
5
Máltindarnir
Kvinnur:
Asta Petrauskiene
Sóljan
153
(24)
Simona Dziugyte
Stjørnan
142
(42)
Lotte Sørensen
Kyndil
129
(55)
Ioana Rápa
VÍF
123
(28)
Gabriella Fekete
VB
105
(27)
Annika Ljósstein
Kyndil
94
(14)
Ileana Manulescu
StÍF
93
(15)
Regina Radó
VB
90
(21)
Joan M. Joensen
Stjørnan
86
(7)
Katrin á Neystabø
Neistin
86
(37)
Sóley Mikkelsen
VÍF
81
(15)
Anna K. Samson
Stjørnan
76
(1)
Jacklin Durhuus
VÍF
70
(4)
Birita Wardum
Neistin
70
(11)
Andrijana Milodanovic
Stjørnan
66
(9)
Menn:
Bjarni Wardum
H71
117
(27)
Jacob Jónsson
Neistin
114
(15)
Heini Joensen
Neistin
111
(35)
Høgni Klein
Kyndil
107
(9)
Costin Dumitrescu
StÍF
104
(29)
Finnur Hansson
H71
97
(22)
Dragisa Stojovic
Tjaldur
96
Halgir Dahl Olesen
H71
94
(11)
Ingi Olsen
VÍF
92
(11)
Sámal Joensen
VÍF
90
(13)
Artur Johansen
StÍF
88
(11)
Durica Tomic
KÍF
88
(23)
Iljan Topic
KÍF
87
Sverri Justinussen
Tjaldur
86
(13)
Áki Olsen
VÍF
79
(11)
ÍF-Kyndil 34-14 (18-4):
Sorl í Vestmanna
Eingin sum helst ivi var um útfallið, tá VÍF rætt og slætt vant
burtur úr Kyndli hóskvøldið
VÍF-Kyndil 29-24 (13-6):
Ein hálvleikur var nokk
Eftir enn ein skaðasteðg er Áki Olsen nú aftuir við VÍF, og tað ger so avgjørt ikki fortreytirnar
fyri enn einum gullmerki verri
17
16
Nr. 33 - 16. februar 2002
Í royndunum at vinna
steypafinaluna hava
sørvingar fingið hjálp
frá einum av veteran-
unum, og Annfinn
Joensen heldur, at
hetta er stóri møgu-
leikin hjá SÍ at fáa
okkurt slag av gulli
burtur úr árinum
FLOGBÓLTSUPPTAKT
Jákup Mørk
Í Sørvági hava tey lagt
nógv fyri við flogbóltinum
í ár. Liðið er styrkt við
fremmandum leikarum, og
tá teir heimligu samstundis
hava lagt nógv fyri, hevur
úrslitið av hesum heldur
ikki ligið eftir. Tó skal
leggjast afturat, at tað
neyvan verður talan um
gullmerki til SÍ í ár. Tapini
herfyri móti Fleyr og ÍF
vóru sera dýr í so máta, og
kanska júst tí eru sørvingar
sera uppsettir til dystin
leygardagin.
Veteranur verður við
Ein av leikarunum, sum
verður við leygardagin,
men sum annars hevur ver-
ið burturi frá flogbóltinum í
eina tíð, er Annfinn Joen-
sen. Sjálvir rópar hann seg
fyri okkurt slag av jokara,
sum teir hava grivið fram til
dystin, men fyri tað gleðir
hann seg eins nógv sum
liðfelagarnir til finaluna.
Á heimasíðuni hjá FBF
hevur ein sonevnd quick-
poll kanning verið gjørt
seinastu vikuna, og sum vit
skrivaðu í gjár, so er SÍ
stórur favorittur sambært
hesari. Annfinnur viðgong-
ur, at nakað kann vera um
leiklutin sum favorittur,
men at teir tó ikki taka
nakað fyri givið.
- Nú vóru fuglfirðingar
sjálvandi sera óhepnir í
seinasta dystinum, tá Odd
noyddist av vøllinum við
skaða. Nú havi eg als ikki
sæð ÍF spælt í ár, men
úrslitini siga somikið sum
tað, at meðan hann ikki var
á liðnum, gekk einki serligt
hjá teimum, meðan tað
hinvegin hevur gingið væl í
endaspælinum, so talan er í
øllum førum um ein sera
týðandi leikara hjá teimum.
Tað er í øllum førum nak-
að, sum átti gjørt okkum til
eitt slag av favorittum,
hóast tú altíð skalt vera
varin við at siga soleiðis,
heldur Anfinn.
- Tað er tó soleiðis, at við
ÍF kanst tú ongan tíð kenna
teg heilt tryggan. Bartal,
sum ikki var við seinast,
verður eisini við teimum
hendan dystin, og einki er
at ivast í, at teir spæla fyri
at vinna, so sigurin fer á
ongan hátt at koma av sær
sjálvum.
Nervarnir hava svikið
Eitt skifti í landskappingini
sá annars út til, at sigrarnir
fóru at koma av sær sjálv-
um. SÍ lá sera væl fyri, men
sum nevnt omanfyri, so er
nú líkt til, at gullið kortini
fer til Fleyr, og hetta vísir
Annfinn eisini á, tá tosað
verður um tað trýst, sum er
á leikarum í einum finalu-
dysti.
- Tað hevur í hvussu so er
sæð soleiðis út, at liðið hjá
okkum ikki hevur megnað
at avgjørt dystirnar, og tað
er fyrst og fremst okkara
egna skyld, at vit ikki liggja
betri fyri. Bæði móti Fleyr
og ÍF restaði bert ein boltur
í, men vit mistu kortini.
Spurdur, um hetta er
orsøkin til, at teir nú hava
heitt á seg, er Annfinn eitt
sindur ivandi.
- Tað veit eg nú ikki.
Vónandi kann tað hava eina
positiva ávirkan, at eg hóast
alt havi eitt sindur av
royndum, men tað dugi eg
ikki at siga.
Okkara møguleiki
Um áhugan til finaluna,
sigur Annfinn, at hann man
vera hampuliga stórur.
- Eg havi kanska ikki
merkt so nógv, tí eg havi
verið so lítið við í ár. Eg
havi tó lagt til merkis, at
uppsløg
hava
hingið
frammi í onkrum handlum,
so vónandi fara fleiri
áskoðarar at fylgja okkum.
- Hjá leikarum er tó
eingin ivi um, at spenning-
urin er stórur. Tað er meira
ella minni kleyvarskapur, at
vit nú eru úti av gull-
stríðnum í landskappingini,
so hetta er okkara møgu-
leiki at fáa nakað burtur úr
árinum, sigur hann avgjørd-
ur at enda.
Hóast fuglfirðingar
eru rættiliga skerdir
undan finaludystin-
um, so hava teir á
ongan hátt mist
vónina fyri einum
sigri. Men teir leggja
dent á, at tað krevur
eitt sera gott avrik
FLOGBÓLTSFINALA
Jákup Mørk
Tað verður eitt skert ÍF-lið,
sum fer á vøllin í dag. Í
mun til liðið, sum byrjaði
endaspælið so væl, eru
bæði Odd Eliasen og Jan
Áki Olsen brádliga skaddir,
og tað skerst ikki burtur, at
hetta minkar um vónirnar í
Fuglafirði.
- Tað er so einki at ivast í,
at tað ger liðið veikari,
heldur liðskiparin hjá ÍF,
Bartal Eliasen, tá vit spryja
hann um vónirnar, nú liðið
hevur verið so ógvulislum
bakkastum. Sjálvur hevur
Bartal eisini verið uttan-
lands við fótbóltslands-
liðnum, so fyririekingarnar
hjá ÍF hava verið alt annað
enn optimalar.
- Vit fara tó framvegis á
vøllin fyri at vinna, og
sjálvur trúgvi eg eisini
uppá, at tað kann lata seg
gera. Gera vit ikki tað, so
kunnu vit akkurát tað sama
lata vera við at møta upp,
heldur hann.
SÍ eru favorittar
Hóast vónirnar soleiðis
tykjast góðar, so heldur
Bartal tó, at eftir alt hetta,
so má tað vera SÍ, sum
sleppur at bera favoritt-
heitið undan dystinum.
- Var tað ikki fyri hesar
skaðarnar, so haldi eg, at
talan hevði verið um tvey
sera jøvn lið, men hetta ger
sjálvandi, at teir mugu
metast sum favorittar. Vit
hava sjálvandi roynt, at bøtt
liðið, og eitt nú verður
Bjarne Joensen aftur við
hjá okkum, men vit fáa so
at síggja, hvussu tað fer at
spæla av.
Á einum øki eru fuglfirð-
ingar framman fyri SÍ, og
tað er, at ÍF hevur roynt at
leikt slíka finalu fyrr. Men
hóast hetta sjálvandi hevur
givið teimum nakrar roynd-
ir, so heldur Bartal ikki, at
tað verða royndirnar, sum
fara at gera munin.
- Tað hevur einki at siga.
Í fjør var tað Mjølnir, sum
hevði royndirnar, men tá
vunnu vit kortini trygt, so
hatta hevur ikki nakað upp
á seg, sigur hann avgjørdur.
Vónar stuðul
Um áhugan fyri dystinum
sigur Bartal, at tað hevur
hann sum so ikki so góða
føling við.
- Nú eri eg akkurát aftur-
komin, so eg veit ikki rætti-
liga, hvat eg skal siga. Tað
verður tó skipað fyri buss-
ferð, og sjálvandi vóni eg,
at nógv taka av hesum. Tað
gjørdu tey í fjør, tá vit
spældu móti Mjølni. Tá var
rómurin øgiligur í høllini.
Nakað sum gjørdi dystin
eyka stuttligan.
Tá vit at enda spyrja Bar-
tal, hvat verður avgerandi
fyri teirra leiklut í dystin-
um, er hann sera avgjørdur,
tá hann svarar verjan. Ann-
ars hevur álopið og serliga
kantarnir verið sterkasta
vápnið hjá fuglfirðingun-
um, men Bartal heldur
sjálvur, at riggar verjan, so
skal hitt nokk koma.
- Tað ræður um at vera
sterkur í blokkinum og
finna røttu støðurnar á vøll-
inum. Tað er grundarlagið
undir álopinum, so tað skal
fyrst fáast í rættlag. Og nú
vit hava mist nakrar kreftir,
verður tað kanska neyðugt
hjá onkrum av teimum
ungu at traðka meira fram.
Gera teir tað, so ivist eg
ikki í, at vit kunnu fáa ein
sigur burtur úr dystinum,
sigur Bartal Eliasen at
enda.
Eitt sindur um liðini
SÍ
-
ÍF
Miðalhædd
183,7 cm
-
184,2 cm
Lægsti leikari
171 cm
-
178 cm
Hægsti leikari
201 cm
-
191 cm
Landsdystir í miðal
8,8
-
5,8
Flestar landsdystir
64
-
26
Miðalaldur
22,9 ár
-
24,8 ár
Elsti leikari
38 ár
-
39 ár
Yngsti leikari
16 ár
-
17 ár
Okkara møguleiki
Ábyrgdin skiftir herðar
Tað kann í hvussu so er
roknast við, at Annfinn
Joensen við sínum 195 cm
verður ein styrkur framman
fyri netið hjá SÍ
Tað er serliga í verjuni, at ÍF kann leggja grundarlagið fyri einum sigri heldur liðskiparin hjá
liðnum, Bartal Eliasen
C
M
Y
K
16